Stórfingin gáva til Sjúklingahotellið Tórshavn

Sjúklingahotellið hevur fingið 300.000 krónur í stuðli

Jólaaftan hevur Sjúklingahotellið Tórshavn fingið 300.000 krónur í jólagávu. Hetta er stuðul frá Betri Stuðulsgrunninum, sum á hvørjum ári letur peningagávur til vælgerandi endamál.

 

Betri Stuðulsgrunnurin letur eisini fíggjarligan stuðul til onnur, sum onkursvegna gera jólini betri fyri síni medmenniskju. Hvønn sunnudag í advent hevur grunnurin latið adventsgávur, sum hava verið avdúkaðar, tá lúka er latin upp á betristudul.fo. Samanlagt er stuðul latin fyri 1.110.000 kr.

 

– Betri samtakið er eitt stórt felag í Føroyum og hevur tí ávísa samfelagsábyrgd í mun til síni medmenniskju. Adventsgávurnar eru beinleiðis úrslit av hesari ábyrgd, og vit frøðast um, at Betri Stuðulsgrunnurin kann lata stuðul til tey, ið hava tørv á tí. Í ár fer størsta gávan til Sjúklingahotellið Tórshavn, sum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Keypmannahavn, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri P/F.

 

Endamálið hjá grunninum er at skapa tryggleika umvegis stuðul, sum í høvuðsheitum verður latin til virksemi, ið er skaðafyribyrgjandi, sjúkufyribyrgjandi og tryggleikaskapandi.

 

Hesar vóru adventsgávurnar í 2020:

 

Fyrsta sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:

Heilbrigdinum, kr. 150.000,-

City Church meals, kr 30.000,-

Herberginum, kr. 30.000,-

 

Annan sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:

Parkinsonfelagnum, kr. 100.000,-

Deyvafelagnum, kr. 50.000,-

Barnaheiminum, kr. 50.000,-

 

Og triðja sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:

Blindafelagnum, kr. 50.000,-

Autismufelagnum, kr. 50.000,-

Beranum, kr. 50.000,-

Kvinnuhúsinum, kr. 50.000,-

 

Fjórða sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:

Barnadeildini í Sjúkrahúsverkinum, kr. 50.000

Umsorganarheiminum Gloria, kr. 50.000

Krabbameinsfelagnum, kr. 50.000

ADHD felagnum, kr. 50.000

 

Og jólaaftan varð stóra jólagávan á kr. 300.000 latin Sjúklingahotellinum Tórshavn.