Felagið Pinkubarnadeyði hevur nú virkað í Føroyum síðani 1994. Endamál felagsins er at skapa samband millum foreldur, sum hava mist pinkubørn. Eisini roynir felagið at ávirka samfelagið at hjálpa og stuðla fólki í sorg.
Felagið gevur út tilfar um pinkubarnadeyða og gevur fakbólkum afturboðan uppá teirra umsorgan fyri foreldrunum og tí deyða barninum. Felagið hevur m.a. sent ymiskt tilfar til sjúkrahúsini í Føroyum, sum vónandi kann verða teimum ein góður stuðul, tá tey standa við foreldrum, sum hava mist eitt pinkubarn.
Felagið hevur av og á havt vitjan av ymiskum fakbólkum, t.d. prestum, patologum og øðrum, sum í starvi teirra koma í samband við foreldur, sum missa pinkubørn. Ein tílík vitjan gevur møguleika fyri at starvsfólk og foreldur kunnu siga frá, hví tey gera sum tey gera, og á hendan hátt læra av hvørjum øðrum.
Í dag, 18. apríl, fær Felagið Pinkubarnadeyði vitjan av eini ljósmóðir, sum vil greiða frá sínum royndum, tá hon í sínum arbeiði kemur í samband við foreldur, sum missa pinkubørn. Øll, sum hava áhuga, eru vælkomin í Jákupsstovu, J. Paturssonargøta 24, Tórshavn, leygardagin 18. apríl kl. 14.00.
Annars kann sigast frá, at vit vanliga hittast í Jákupsstovu annan leyg-ardag í hvørjum mánaði kl. 14.00. Øll, sum hava mist, ella sum kenna onkran, sum hevur mist pinkubørn, eru vælkomin, stendur í tíðindaskrivi frá felagnum.
Vilja fólk vita meira, eru tey vælkomin at venda sær til eitt av umboðunum fyri Felagið Pinkubarnadeyði:
Helle T. Johansen,
Kristiansgøta 8,
118 Hoyvík,
tlf. 31 79 40
Sólgerð Foldbo
& Kristian Holm,
520 Leirvík,
tlf. 44 33 63
Annvør &
Christian Nielsen,
Viðargøta 21,
160 Argir,
tlf. 31 72 61