tá ÍF verjuleikari var áhaldsin og rendi mannin um koll, og so var einki at gera. Erlin Joensen í málinum megnaði tó at verja fyri skotinum frá Birgiri Jørgensen, og so kundu trúføstu ÍF áskoðararnir [...] ófantaligir nærdystir, óneyvar sendingar og lág leikferð eyðkendi dystin, og leingi var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um ein málleysan javnleik. Kanska høvdu nervar og eitt langt kappingarár eisini sítt [...] av brotsteigarmarkinum sendi Hannus bóltin niður í handara málhorn, og so kundu vágamenn endiliga draga andan nakað lættari. Leikarar og viðhaldsfólk fagnaðust sjálvsagt um málið, meðan fuglfirðingar hinvegin
ferðamannaskipini skulu inn ímóti Bursatanga og at restin av havnalagnum skal vera til farm. ? Skipafeløgini og Norrøna leggja nógvan pening eftir seg í Tórshavnar Havn og tað kemur ikki uppá tal, at flyta tey [...] leggur eisini dent á, at tey hava hugsað bæði væl og leingi um, hvussu tað skuldi bera til at geva Smyrli so góðar umstøður í Tòrshavnar Havn, sum gjørligt. ? Og vit halda, at loysnin, sum vit hava funnið, har [...] eftir tí, at skipini liggja inni í krókinum. Sostatt hevur felagið bygt sínar goymslur og skrivstovur beint við og tað hevur stóran týdning fyri effektivitetin, at skipini ligggja so nær goymsluni sum gjørligt
eru í eini heilt serligari støðu og áttu at fingið undantaksloyvi. Hann heldur, at arbeiðsgevarar og verkafeløgini áttu at sett seg saman aftur við samráðingarborðið og fingið ein enda á hesi ólukkuligu [...] annars verður heilt galið. So leingi, verkfall er, fáa teir onki gjørt og tí verður smoltið gangandi í kørunum á landi. Smoltið doyr Og tað er júst hetta, sum ger støðuna heilt álvarsliga. ? Smolt er so viðbrekið [...] sum tað verður nevnt. Tvs, at smoltið ger seg um aftur til feskvatnsfisk og klárar ikki longur at skilja saltið úr kroppinum og so mistrívist, ella doyr tað, tá ið tað kemur í saltvatn. ?Tá fer smoltið
Flóvin vann í eyðkendum stíli á fjórða borði. Hann vann sær eina finnu, og fekk síðani býtt nærum alt fólkið av borðinum og vann trygt og klárt í endatalvinum. Eitt gott úrslit, sum gevur føroyingum 16,5 stig [...] svørtum og Heini leikti somuleiðis ein skjótan javnleik. Flóvin telvaði væl, men tapti heldur óneyðugt. Rødgaard heldur áfram við stórspæli Trinidada & Tobagomenn eru veikari enn føroyingarnir, og tað prógvaðu [...] fyrsta talv. Hetta varð í áttinda umfari. Hann lokkaði mótstøðumann sín í eina byrjanarfellu, og vann sær býtismun, og vónandi gevur sigurin honum sjálvsálit sum er alneyðugt á fyrsta borði á talvolympiadu.
seta tveir nýggjar mans inn, og áðrenn hesir høvdu leikt seg heitar, høvdu vágbingar gjørt sær dælt av støðuni og lagt seg á odda. Teir leiktu seg ígjøgnum úti í síðuni, og tá sent varð innfyri, var altíð [...] sær, at stigini skuldu fara av aftur oynni, og alt fyri eitt løgdu teir eitt stórt trýst á NSÍ liðið. Runavíkingar megnaðu tó at standa ímóti trýstinum, og verður sæð burtur frá einstøkum skotroyndum, [...] fáa glið á sítt spæl, og tó var nakað langt millum royndirnar hjá teimum. Sum hálvleikurin leið, fekk NSÍ tó betri tak á. Eisini fingu teir nú okkurt høvið til at skjóta upp á mál, og eitt av hesum skotum
búðu, Eysturoynna við 9.934 fólkum og Suðurstreymoy við sínum 16.385 fólkum. Tey hava ikki nakra uppskrift uppá, hvat kann gerast fyri at venda gongdini. Men við tølum og myndum vísa tey á, hvar tað er mest [...] hækkingin 11 milliónir, í Megineysturoy 215 milliónir og í Suðuroynni eru lønarútgjaldingarnar hækkaðar 98 milliónir tey fýra árini frá 1995 til 1998. Og sum tað sæst, er vøksturin í Suðurstreymoy so stórur [...] milliónir útgoldnar í lønum í fjør, og bara vøksturin í Havnini er 341,9 milliónir tey fýra árini frá 1995 til 1998. Hetta kann eisini setast í sambandi við fólkatalið. Og tá sæst, at hóast tað ?bara? býr
mynd 1 og mynd 2: ##med2## Umframt broytingina í landsskattastiganum so verður barnafrádrátturin í landsskattinum fyri børn yngri enn 7 ár hækkaður úr 9.200 krónum í 11.200 krónur árliga, og fyri [...] er yngri enn 7 ár og hitt eldri enn 7 ár, er samlaða hækkingin í barnafrádráttinum 3.500 krónur. Umframt broyting í barnafrádráttinum, verður inngjaldið til ALS lækkað úr 1,0% í 0,8%, meðan b [...] 0,86% í 0,89%. ##med3## ##med4## Myndirnar 3 og 4 vísa, hvussu broytingin ávirkar, tongt at ársinntøku. Í útrokningunum er kommunuskattur á 19% og kirkjuskattur á 0,6% nýttur. Sum mynd 3 vísir
fakfólk. Eins og LS hevur Klaksvíkar Sjúkrahús fakfólk á ymsum økjum. Har eru læknar, radiografar og fíggjarfólk. Einastu fakfólk sum Klaksvíkar Sjúkrahús ikki hevur eru radiologar (læknar) og medicoteknisk [...] gevarum í Klaksvík og Eysturoy. Ein av mínum spurningum var, hvør var settur í arbeiðsbólkin, sum skuldi gera fakligt tilmæli um skannaran. Eg spurdi ítøkiliga um av hvørjum sjúkrahúsi og hvørji deild hesir [...] Hví skulu evt. onnur sita og taka avgerð um gávuna. Er tað stóribeiggi, sum vil hava gávuna frá lítlabeiggja ? Hugsið tykkum um tað var øvugt. At LS hevði fingið ein MR-skannara og Klaksvíkar Sjúkrahús skuldi
makum. Tey hittast og práta eitt sindur við billettlúkuna, áðrenn farið verður innum. Har hittast tey aftur við Hvonn-teltið og drekka nakrar øl saman. Órættaða kvinnan fer síðani á vesið, og løtu seinni má [...] ákærdi eisini á ves. Tey fella so aftur í prát og kvinnan bjóðar ákærda ein sjuss. Hann tekur av og sambært egnari útsøgn fær hann stutt eftir blackout og minnist einki fyrr enn eini tríggjar tímar seinni [...] men vaknar aftur av, at maðurin liggur oman á sær og nertir við seg. Hon skumpar hann til viks og reisir seg, men tá trokar hann hana inn móti vegginum og heldur á. Maðurin minnist sum sagt einki, men spurdur
landið. Og tað eyka útreiðsluna má ein so kalkulera við. Í summum departamentum býr ikki so nógv fólk, og tað kann verða langt millum býirnar. Tí kunnu vegaskeltingarnar verða rættiliga stuttligar og tilfeldigar [...] tá hann seldi 10.000 lakkplátur í øllum Latín-Amerika, sum var nógv tá á døgum. Aftaná 1917 gjørdist talan um eina sanna sigursferð við framførslum í øllum Latín-Amerika, Fraklandi, USA, og í Spania, har [...] har nógvar plátur vóru seldar, og filmar eisini vóru innspældir, sum vístu hansara stóru evni, sum sangari og dansari. 24. juni í 1935 datt Carlos Gardel niður við einum flogfari í Medellin í Kolumbia