Verkfall
Edvard Magnussen í Fámjin hevur havt langar arbeiðsdagar seinastu tíðina. Vanliga eru teir einir fýra mans til arbeiðis á smoltstøðini Guttansstøð, men akkurát í hesum døgum plaga teir at vera fimm, tí tað er nú, at smoltið av røttum skuldi verðið sett út.
Men í løtuni er Edvard einsmallur, tí verkfall hevur ført við sær, at allir hinir eru farnir til hús.
Og hann sigur, at hóast hann arbeiðir frá heilt tíðliga á morgni til heilt seint á kvøldið, fær hann bara stundir til at gera tað, sum er allarmest neyðugt.
?Heldur verkfallið á, verður tað ein vanlukka. Ikki bara fyri okkum, men helst eisini fyri aðrar smoltalarar í Føroyum, sum ikki longu hava sett út - og sostatt fyri alivinnuna sum heild.
Edvard Magnussen sigur, at tað er onki sum eitur: Smoltstøðirnar mugu fáa undantaksloyvi til at seta smolt út, annars verður heilt galið.
So leingi, verkfall er, fáa teir onki gjørt og tí verður smoltið gangandi í kørunum á landi.
Smoltið doyr
Og tað er júst hetta, sum ger støðuna heilt álvarsliga.
? Smolt er so viðbrekið, at gongur tað bara nakrar fáar dagar ov leingi uppi í kørunum, áðrenn tað sleppur í sjógv, fer fiskurin ?yvirum? sum tað verður nevnt. Tvs, at smoltið ger seg um aftur til feskvatnsfisk og klárar ikki longur at skilja saltið úr kroppinum og so mistrívist, ella doyr tað, tá ið tað kemur í saltvatn.
?Tá fer smoltið ikki at trívast í sjónum. Tað verða trupulleikar av tí alla tíðina og fiskurin fer heldur ikki at veksa, sum hann skal og nógv av honum doyr.
Hann sigur, at tað lívfrøðiliga urið hjá moltinum er ógvuliga viðbrekið, tí tá ið tað er sjóbúgvið, er tað næstan upp á klokkuslett, at smoltið má verða sett út, annars trívist tað ikki, ella doyr.
? Tó er tað frægari at seta smoltið út nakrar dagar ov tíðliga, enn tað er at gera tað nakrar dagar ov seint.
2-3 dagar avgerandi
Hvussu viðbrekið smoltið er hesa tíðina, fingu teir eitt dømi um í fjør.
?Tá settu vit smolt út 9. mai. men tað var nakað tíðliga, so helvtin av teimum 60.000 smoltunum, vit settu út, doyðu. Vit settu so útaftur aftaná hálvan mei og tá var alt í lagi.
Nær smoltið er klárt at seta út, veldst m.a. um, hvussu lýtt tað er í veðrinum.
?Í heyst var tað nakað kalt og tí var tað komið ov stutt fyrst í mei til at tað kundi verða sett út.
? Men nú er mánaðin skjótt liðugur, so verður verkfall nakrar dagar afturat, verður tað ein vanlukka.
Sjálvur sær hann svart uppá tað, tí hann heldur, at tað, sum higartil er komið fram um verkfallið, ljóðar ikki gott.
?Nú smoltið er sjóbúgvið, hava vit havt tað í kørum í hálvtannað ár, so tað verður ein vanlukka fyri okkum at missa tað nú.
Á Guttansstøð í Fámjin hava teir 300.000 - 400.000 smolt, sum skulu setast út nú. Teir fáa 10 krónur fyri stykkið, so tilsamans er talan um eitt virðið upp á tríggjar - fýra milliónir.
? Tað er sjálvt grundarlagið undir støðini, so fer fer alt tað fyri skeytið, verður tað endin á moltstøðini, sigur Edvard Magnussen.
Hvørt smoltið hevði av røttum verið til ein laks uppá eini trý kilo, so talan hevði blivið um ein útflutning uppá 900.000 kilo av laksi.
Prísurin liggur um 25 krónur fyri kilo, so alt í alt er talan um eitt beinleiðis útflutningsvirði upp á millum 22 og 23 milliónir, bara av hesi einu smoltstøðini, sum er tann minsta í landinum. Harafturat koma arbeiðslønir og annað virksemi, sum tað kastar av sær.
Nakað serligt
Tí heldur hann at smoltstøðirnar eru í eini heilt serligari støðu og áttu at fingið undantaksloyvi. Hann heldur, at arbeiðsgevarar og verkafeløgini áttu at sett seg saman aftur við samráðingarborðið og fingið ein enda á hesi ólukkuligu støðuni.
Í hvussu so er, mugu útvegir at finnast fyri at smoltstøðirnar fáa undantaksloyvi at seta út, so at ikki allur fiskurin skal doyggja










