Ikki uppá tal at Smyril sleppur at troka Norrønu og Skipafelagið vekk

Jóannes Eidesgaard er rættiliga innbilskur, tá ið hann heldur, at tað besta er at flyta Norrønu úr Havnini, so at nýggi Smyril kann fáa fast atløgupláss í Havn, heldur borgarstjórin

Suðuroyarsiglingin

? Vit vilja fegin geva Smyrli góðar umstøður í Havn. Men tað kemur ikki upp á tal at troka Norrønu og Skipafelagið burtur fyri at útvega atløgupláss til nýggja Smyril
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, er rættiliga avgjørdur.
Í Sosialinum í gjár helt Løgmaður, at besta loysnin hevði verið at Landið yvirtekur ferjuhavnina, sum er gjørd til nýggju Norrønu, so at nýggi Smyril kundi fáa fast atløgupláss har.
Hann helt eisini, at Tórshavnar Havn er ov lítil til nýggju Norrønu og at tað tí var rættast at finna henni annað atløgupláss uttanfyri Havnina.
?Eg haldi, at tað er rættiliga innbilskt av sjálvum løgmanni at siga, hvat vit skulu gera ella ikki, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
Hann sigur, at var talan um ein lokalpolitikara, sum vildi skora nakrar atkvøður, kundi tað verið.
? Men eg haldi ikki, at hetta sømdi seg fyri Føroya Løgmann, sigur borgarstjórin í Havn.

Ein stórur trupulleiki
Jan Christiansen leggur eisini dent á, at tey hava hugsað bæði væl og leingi um, hvussu tað skuldi bera til at geva Smyrli so góðar umstøður í Tòrshavnar Havn, sum gjørligt.
? Og vit halda, at loysnin, sum vit hava funnið, har vit leggja Smyril uttaná Norrønu, er ein góð loysn.
Men so krevst, at loyvi fæst at dýpa framvið Tinganesi.
Men tað er langt frá vist, at tað fæst loyvi til tað, tí fornminnafelagið mælir landsstýrismanninum í mentamálum til at økisfriða Tinganes heilt út á 10 metra dýpi
Møguliga skuldi landsstýrismaðurin taka endaliga støðu eftir at Sosialinum var farin til prentingr í gjár, men í farnu viku segði hann við okkum, at alt bendi á, at hann fór at fylgja tilmælinum og at friða Tinganes.
Hann minnir á, at tað eru nakrir heilt fáir túrar um vikuna, at bæði Skipini eru í Havn ísenn
? Teir allarflestu túrarnar, kann Smyril brúka atløguplássið hjá Norrønu.
Jan Christiansen sigur undir øllum umstøðum, at hetta er einasta loysn, Tórshavnar Havn hevur at bjóðað nýggja Smyrli.
? Verður hendan loysnin av ongum, hevur fyrst og frems Strandferðslan ein stóran trupulleika, tí so hava vit onki fast pláss til nýggja Smyril.

Hvørki til at høgt ella stungið í
Annars heldur borgarstjórin í Havn, at tað er løgið at Løgmaður nú skjýtur upp at samráðast við Tórshavnar Kommunu um at yvirtaka ferjuhavnina hjá Norrønu.
? Vit hava í fleiri ár roynt at fingið tað almenna at betalt ein part av útbyggingini, sum kradvdust til nýggja Smyril, men landsstýrið hevur hvørki verið til at høgt ella stungið í, hóast tað brúkar 65 milliónir til atløgupláss til Skipið í Trongisvági.
? Men er landsstýrið sinnað at samráðast við okkum um havnaviðurskiftini, eru teir vælkomnir til tað, sigur borgarstjórin í Havn.
Hann sigur, at Tórshavnar Havn hevur arbeitt við nøkrum tankum um at útbyggja havnaviðurskiftunum í Kommununi.
?Tankarnir, vit arbeiða við, eru bæði at byggja út í Kollafirði, at byggja út inni á Sundi og at byggja ytra molan á Skansabryggjuni longri fyri at fáa eina góða havn uttanfyri molan.
Hann leggur tó dent á, at onki er avgjørt um nakað sum helst.
Men hinvegin leggur hann dent á, at tað kemur ikki upp á tal at troka Skipafeløgini ella Norrønu burtur fyri at geva pláss til nýggja Smyril.
?Meginreglan hevur alla tíðina verið, at ferðamannaskipini skulu inn ímóti Bursatanga og at restin av havnalagnum skal vera til farm.
? Skipafeløgini og Norrøna leggja nógvan pening eftir seg í Tórshavnar Havn og tað kemur ikki uppá tal, at flyta tey til frama fyri nýggja Smyrli.
Eitt annað uppskot, sum suðuroyingar hava nevnt, er, at gera ferjuskráa til nýggja Smyril í krókinum undir Havnarskrivstovuni og so at fáa skipini hjá Skipafelagnum at rykkja eina skipslongd longri út á molan?
? Tað kemur heldur ikki upp á tal. Skipafelagið hevur lagt alt sítt virksemi eftir tí, at skipini liggja inni í krókinum. Sostatt hevur felagið bygt sínar goymslur og skrivstovur beint við og tað hevur stóran týdning fyri effektivitetin, at skipini ligggja so nær goymsluni sum gjørligt. Tí fara vit ikki at gera umstøðurnar hjá teimum verri.
Jan Christansen sigur, at tað verður eisini ein stórur trupulleiki í sambandi við tey altjóða krøv, sum havnir skulu lúka um stutta tíð og sum ásetir, at vatntætt skott er ímillum farmaflutning og ferðafólk.