Men faðirin at tango-dansinum, Carlos Gardel var uruguay-búgvi. Uruguay er deilt í 19 landslutir, har stuttlig vegaskelti eru at finna. Og fyri stuttum fekk ein føroyingur stemplað passið í Uruguay við áskriftini »32. februar«.
Í argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires verður reypað óført av, at faðirin at tango-dansinum, Carlos Gardel menti hendan serliga dansin í argentinska høvuðsstaðnum. Teir yvirstoltu argentinarnir, sum eisini gera krav uppá alt Eldlandið og Falklandsoyggjarnar, eru ógvuliga ernir av tí mentanarliga arvinum teir hava givið heiminum við tí serliga tango-dansinum, sum í eina heila øld hevur gingið eina sigursgongu gjøgnum allan heimin. Men við vilja, ella við óvilja gloyma argentinar ein týdningarmiklan lut í søguni um tango, og upprunan til dansin.
Gardel var uruguay-búgvi
Faðirin at tango-dansinum, Carlos Gardel var nevnliga uruguay-búgvi. Hvar hann enn kom, so fortaldi hann fólki, at hann var borin í heim í býnum, Tacuarembó í Uruguay í árinum 1887. Mamman, Berthe var vaskikona, og flutti við Carlos til argentinska høvuðsstaðin, Buenos Aires, tá Carlos var ein lítil smádrongur. Carlos Gardel fann skjótt útav hvussu stoltir argentinar vóru av, at hann hevði ment tann serliga tango-dansin í høvuðsstaði teirra. Speiskliga plagdi Carlos Gardel at taka til:
– Eg var føddur í Buenos Aires, tá eg var tvey ára gamal. Gardel hevði nevnliga uruguayanskan ríkisborgararætt, áðrenn hann fekk argentinskan ríkisborgararætt seinni í lívinum.
Gjøgnumbrot í 1917
Gardel fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 1917, tá hann seldi 10.000 lakkplátur í øllum Latín-Amerika, sum var nógv tá á døgum. Aftaná 1917 gjørdist talan um eina sanna sigursferð við framførslum í øllum Latín-Amerika, Fraklandi, USA, og í Spania, har nógvar plátur vóru seldar, og filmar eisini vóru innspældir, sum vístu hansara stóru evni, sum sangari og dansari. 24. juni í 1935 datt Carlos Gardel niður við einum flogfari í Medellin í Kolumbia. Alt Latín-Amerika syrgdi deyða hansara. Men arvurin eftir Carlos Gardel livir enn kring allan heimin. Eisini í Dansifrøi í Havn.
Tango er ein heimsarvur hjá báðum
UNESCO-felagsskapurin hjá Sameindu Tjóðum hevur útnevnt tango-dansin at verða ein heimsarv. UNESCO hava verið diplomatiskir, og hava útnevnt dansin til at verða ein arvur hjá bæði Argentina og Uruguay, sum eisini er ein heimsarvur. Bæði londini gjørdu eitt rímiligt krav uppá hetta. Argentina, tí Carlos Gardel menti dansin í teirra landi, og Uruguay, tí teir áttu Carlos Gardel. Í Montevideo verður eisini staðfest, at Carlos Gardel helt við øðrum av teimum stóru fótbóltsliðunum í Montevideo, nevnliga Nacional. Á leikvøllinum hjá Nacional, Estadio Gran Parque Central er ein heiðursbonkur fyri Carlos Gardel. Eg og Ivan Eginsson Eysturland nýttu, sum myndin sýnir høvið at njóta útsýnið yvir Estadio Gran Parque Central saman við Carlos Gardel. Í miðbýnum í Uruguay sóust ikki so fá fólk, sum royndu seg við tango-dansinum afturvið klassiskum tango-tónum frá fyrst í 20. øld, tá Carlos Gardel var á døgum. Tango-dansurin er veruliga í merginum hjá teimum.
»Departament« við stuttligum vegaskeltum
Landslutirnir í Uruguay verða nevndir »Departament«. Í Uruguay eru 19 departament. Nógv av departementunum fíggja sítt veganet við vegaavgjøldum, sum ein má rinda rættiliga ofta, tá ein koyrir gjøgnum landið. Og tað eyka útreiðsluna má ein so kalkulera við. Í summum departamentum býr ikki so nógv fólk, og tað kann verða langt millum býirnar. Tí kunnu vegaskeltingarnar verða rættiliga stuttligar og tilfeldigar, sum dømi, ið sæst á myndini, har ein tvær ferðir innan nakrar heilt fáar metrar verður biðin um ikki at yvirhála.
Stemplað »32. februar«
Fyri stuttum var Ivan Eginsson Eysturland, fremsti vinurin hjá Uruguay í Føroyum aftur á vitjan í landinum. Her upplivdi Ivan enn einaferð hvussu rólig fólk eru í Uruguay, uttan at ganga ov høgt uppí allar formalitetirnar. Ivan hevur lutað eitt sera stuttligt pass-stempul við okkum. Av sonnum eitt stempul, sum ikki er unt nógvum at fáa í sítt pass. Seinast í sjeytiárunum gav skaldið Jóanes Nielsen út yrkingarsavnið »Trettandi mánaðin«. Men undirritaði vil siga, at stemplið í passinum hjá Ivan, sum hann fekk í Uruguay slær tað heitið. Har stendur nevnliga »32. februar«.









