Talvolympiada:
Undan dystinum ímóti Trinidad & Tobago leiktu Føroyar í sjeynda umfari ímóti Belgia, sum var styrkismett væl hægri enn Føroyar. Dysturin endaði við einum 2,5-1,5 sigri til Belgia, sum tað var eitt gott úrslit hjá føroyingum. John Arni, John Rødgaard og Heini Olsen leiktu javnleik, meðan Flóvin tapti á fjórða borði. Frá føroyingunum frættist at hesin dystur saktans kundi enda javnur 2-2, men at teir tó kortini vóru nøgdir við úrslitið.
Eftir eina ringa byrjan, vísti John Arni hansara dygdir á fyrsta borði. Rødgaard megnaðu uttan stórvegis hóvasták javnleik við svørtum og Heini leikti somuleiðis ein skjótan javnleik. Flóvin telvaði væl, men tapti heldur óneyðugt.
Rødgaard heldur áfram við stórspæli
Trinidada & Tobagomenn eru veikari enn føroyingarnir, og tað prógvaðu okkara menn eisini við knúsandi stórsigrinum.
John Arni sum umboðar Føroyar á fyrsta borði, vann umsíðir sítt fyrsta talv. Hetta varð í áttinda umfari. Hann lokkaði mótstøðumann sín í eina byrjanarfellu, og vann sær býtismun, og vónandi gevur sigurin honum sjálvsálit sum er alneyðugt á fyrsta borði á talvolympiadu. Talvið hjá John Arna er við í blaðnum í dag.
John Rødgaard, okkara einasti altjóða meistari, er ikki til at steðga í løtuni. Hann vann ruddiliga sítt talv sunnudagin, og hevur nú ognað sær heili fimm stig av sjey møguligum á ørum borði.
Vit mistu hálvt stig ímóti Trinidad & Tobago, men Heini skal vera glaður fyri sín javnleik á triðja borði. Hann misti mann fyri tvær finnir, men fekk snýtt mótstøðumannin í endatalvinum og hálaði javnleikin heim. Heini hevur ikki enn víst síni eyðkendu talvevnir, men kenna vit Heina rætt gevst hann ikki so.
Flóvin vann í eyðkendum stíli á fjórða borði. Hann vann sær eina finnu, og fekk síðani býtt nærum alt fólkið av borðinum og vann trygt og klárt í endatalvinum.
Eitt gott úrslit, sum gevur føroyingum 16,5 stig eftir átta umfør. Sostatt hevur liðið beint yvir 50%. Seks umfør eru eftir av talvolympiaduni.
Týskland er á odda við 23,5 stigum, meðan favorittarnir úr Russlandi liggja beint í hølunum. Danir hava eitt sterkt lið við fimm stórmeistarum og einum altjóða meistara, og teir liggja eisini væl fyri við 19,5 stigum.
Einstøku úrslitini
John Arni 2,5 / 7
Rødgaard 5 / 7
Heini 3 / 7
Flóvin 3,5 / 7
Ólavur 2 / 3
Eyðun 0,5 / 1
Sum tað sæst so hava fýra teir fremstu telvað nærum øll talvini. Ólavur hevur verið sjúkur, men er nú frískur og væntandi sleppur hann at royna seg aftur.
Eyðun er sætti maður, men telvar bert um brúk er fyri honum. Tað vil siga um sjúka ávirkar liðið, ella um menn eru troyttir og vilja hava frí. Fjúrtan umfør skulu leikast og tað er sera krevjandi fyri telvarnar.
Cave,C (2296) ? John Arni Nilssen (2354)
34th Chess Olympiad (men) Istanbul (8), 05.11.2000
1.e4 c5 2.Nf3 Nc6 3.d4 cxd4 4.Nxd4 e5 5.Nb5 d6 6.N1c3 a6 7.Na3 b5 8.Nd5 Nge7 9.c3 Nxd5 10.Qxd5 Bb7 11.Nc2 Nd4 12.Qxb7 Nxc2+ 13.Kd1 Nxa1 14.Qc6+ Ke7 15.Qb7+ Kf6 16.h4 Be7 17.Rh3 Ke6 18.Rd3 f6 19.g3 Kf7 20.Qd5+ Kf8 21.Bh3 Rb8 22.Bf5 Qc7 23.Be3 Qc4 24.Kc1 Qxd5 25.exd5 Bd8 26.Bd2 Bb6 27.Rf3 Ke7 28.Kb1 a5 29.Kxa1 Bc5 30.g4 g6 31.Be6 h5 32.g5 f5 33.Kb1 b4 34.Be1 Rb7 35.Kc2 Rhb8 36.Kc1 b3 37.a4 Rc7 38.Rd3 Bb6 39.c4 Rxc4+ 40.Kb1 Bd4 41.Bxa5 Rxa4 42.Bc3 Rba8 43.Kc1 Rc4 44.Kb1 Bxc3 0-1










