Lønirnar í Havnini eru tríggjar ferðir so høgar sum í Suðuroy

Ein nýggj kanning vísir, hvussu grefligur munurin er á livikorunum í Suðuroynni afturímóti aðrastaðni í landinum. Eitt nú eru miðal lønirnar fyri hvørt fólk tríggjar ferðir hægri í Suðurstreymoy, enn tær eru í Suðuroynni

? Skal Suðuroynni verða lív lagað, er tað neyðugt at seta tiltøk í verk í stundini.

Hetta er tann stutta og greiða niðurstøðan hjá fýra studentaskúlanæmingum í Suðuroynni.

Teir fýra næmingarnir í 3 G, sum er tað seinasta árið á studentaskúlanum, hava gjørt eina uppgávu, sum vísir, hvussu grefligur munur er á ymsum viðurskiftum í ymsum landspørtum í Føroyum.

Kanningin er bygd á upplýsingar úr Árbókini fyri Føroyar og á tilfar frá Hagstovu Føroya, umframt aðrastaðni frá.

Eitt nú vísa teir á gongdina í fólkatalinum, inntøkuviðurskiftini o.s. fr.

? Saman við sváru kreppuni hevur flytingin til miðstaðarøkið ført til eina stigvísa oyðing av útjaðaranum, siga teir fýra næmingarnir, Rakul Vang, Debora Hjelm, Elin Mortensen og Rúni Nielsen, sum hava gjørt kanningina við Ole Laursen, lærara, sum vegleiðara.

Tey siga, at endamálið við uppgávuni er at lýsa støðuna í ymsum pørtum í landinum við veruligum tølum.

Fyri at lýsa støðuna, hava tey samanborið ymisk viðurskifti í trimum pørtum í Føroyum afturímóti Suðurstreymoy.

Talan er um Suðuroynna, har 4.974 fólk búðu beint fyri jól, tá ið kanningin varð gjørd, umframt Norðoyggjar, har 5.787 fólk búðu, Eysturoynna við 9.934 fólkum og Suðurstreymoy við sínum 16.385 fólkum.

Tey hava ikki nakra uppskrift uppá, hvat kann gerast fyri at venda gongdini.

Men við tølum og myndum vísa tey á, hvar tað er mest átrokandi at seta tiltøk í verk skal gongdin vendast.

Og tað er heilt greitt, at Suðuroyggin er nógv ringast fyri av hesum fýra økjunum, sum verða viðgjørd í kanningini.


Minkaði 13%

Á talvu eitt sæst, hvussu gongdin hevur verið í fólkatalinum ymsastaðni í landinum tað mesta av hesi øldini.

Og sum tað sæst hevur Suðuroyggin als ikki megnað at fylgt við restini av landinum.

Talvan vísir, at í 1930 búðu 22,8% av øllum føroyingum í Suðuroynni, tað er næstan fjórðahvørt fólk.

Men nú búgva ikki meiri enn 11,2% av føroyingum í Suðuroynni, tað er ikki meiri enn níggjundahvørt fólk.

Samstundis hava bæði Norðoyggjar og Eysturoy hildið tørn sum sín part av fólkatalinum.

Í kanningini verður víst á, at ikki minst kreppuárini frá 1989 til 1995 fóru illa við Suðuroynni, tí bara hesi seks árini minkaði fólkatalið í okkara syðstu oyggj heili 13%. Og gongdin tey fýraárini frá 1995 til 1998, hevur eisini verið nøkur prosent tann skeiva vegin. Tølini fyri 1999 var ikki liðug, tá ið kanningin varð gjørd, so tey eru ikki tikin við í kanningina. Men tey høvdu ikki broytt myndina


Øgiligur munur á lønini

Men hvussu illa Suðuroyggin veruliga er fyri afturímóti restini av landinum, sæst eina best av talvu 2, sum vísir, hvussu stórur munur er á lønarútgjaldingunum fyri hvørt fólk í ymsum pørtum í landinum.

Tí hendan talvan vísir, at lønarútgjaldingarnar fyri hvørt fólk, eru tríggjar ferðir so høgar í Suðurstreymioy, sum tær eru í Suðuroynni.

Og tær eru eisini væl lægri í Suðuroynni, enn tær eru í Norðoyggjum.

Talvan vísir, at í Suðurstreymoy er miðallønin fyri hvørt fólk 152.615,20 krónur um árið.

Í Suðuroynni er miðallønin fyri hvørt fólk hinvegin ikki meiri enn 52.513,07 krónur.

Í Norðoyggjum er hon 65.560,74 krónur.

Ongin tøl eru fyri Eysturoynna um lønarviðurskiftini, tí í Árbókini eru hon ikki tikin undir einum.

Kanningin hjá teimum fýra studentaskúlanæmingunum vísir eisini, at frá 1995 til il 1998, er lønarútgjaldið í Suðurstreymoy hækkað 342 milliónir tilsamans í rundum tølum.

Í Norðoyggjum er hækkingin 11 milliónir, í Megineysturoy 215 milliónir og í Suðuroynni eru lønarútgjaldingarnar hækkaðar 98 milliónir tey fýra árini frá 1995 til 1998.

Og sum tað sæst, er vøksturin í Suðurstreymoy so stórur, at hann er størri enn vøksturin í hinum trimum økjunum tilsamans.

Og bara hækkingin í lønarútgjaldingunum í Suðurstreymoy er næstan líka stór sum allar lønarútgjaldingarnar Norðoyggjum tilsamans, tí í Norðoyggjum vóru 379,4 milliónir útgoldnar í lønum í fjør, og bara vøksturin í Havnini er 341,9 milliónir tey fýra árini frá 1995 til 1998.

Hetta kann eisini setast í sambandi við fólkatalið. Og tá sæst, at hóast tað ?bara? býr gott tríggjar ferðir so nógv fólk í Suðurstreymoy, sum tað býr í Suðuroynni, eru lønarútgjaldingarnar í Suðurstreymoy næstan 10 ferðir so høgar um árið, sum tær eru í Suðuroynni.


Vit hava meiri um tað forvitnisligu kanningina hjá studentaskúlanæmingunum á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni í blaðnum í morgin