døgum síðani vann Barcelona 3-0 á Real Madrid í oddadystinum í Spania. ? Tað kann róliga sigast, at stórur munur er á viðurskiftunum í Barcelona og í Føroyum, sigur Johan Nielsen. ? Eitt nú høvdu teir seks [...] Frá mánadegi til leygardag í næstsíðstu viku vóru Johan Nielsen, sum í dag er venjari hjá GÍ, og Hans Mourits Foldbo, ið er hjálparvenjari, í spanska býnum Barcelona á skeiði, sum UEFA skipar fyri. Hetta [...] hevur á hvørjum ári. UEFA roynir at samskipa venjaraútbúgvingarnar í teimum ymsu limalondunum, og øll lond í Europa vóru við á skeiðnum í Barcelona. Johan Nielsen sigur, at skeiðið var gott og sera væl
javnstøðu, sigur Tordur Niclasen. ? Arbeiðsloysi í Føroyum er framvegis stórt, og fyri fleiri húski er galdandi, at bæði kona og maður hava gingið atbeiðsleys í so langa tíð, at tey antin eru ella verða koyrd [...] Tordur Niclasen vísir eisini í viðmerkingunum til samgonguskjalið, har tað stendur, at arbeitt verður fyri at fremja broytingar í skattalógini við atliti til, at hjúnafelagar í ávísan mun kunnu býta inntøkuna [...] ? Tað er ein sannroynd, at tað at liva í hjúnabandi nú í nógv ár hevur havt skattligar negativar avleiðingar við sær, ja beinleiðis hevur tað loyst seg skattliga ikki at giftast, men heldur at liva saman
Lagt verður fyri í dag úti í Fugloy. Kim Thomas Sivertsen, Spælimenninir, Niels Midjord og Hans Jacob Hansen spæla kl. 16.00 í dag Á Kirkju. Í skúlanum í Hattarvík kl. 20:00, spæla Rupert Derben, Kasper [...] Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungalv, Svøríki, veturin ?87-?88. Hanus G Johansen luttók á sama skeiðið. Hanus G. Johansen hevur spælt og sungið nógv á palli í Føroyum og í útlondum. Umframt at hava sett [...] stundir til listina. Tað hoyrist aftur, m.a. í harmonikuspælinum, ið hann hevur afturvið, tá hann syngur egnar vísur. Rupert Derben er týskari, búsitandi í Noregi, har hann rekur økologiskan bóndagarð
Sambandið við Stavangur kom ílag, nú Stavanger Sjøfartsmuseum var í Føroyum. Tey høvdu bræv við frá borgarstjóranum í Stavanger til starvsfelagan í Havn, har hann vónaði at hetta kundi vera fyrsta stigið til [...] stóran dent á, er at fáa eitt samstarv í lag á vinnuliga økinum eisini. Tað eru annars nøkur ár síðani, at Tórshavnar Býráð vendi sær til býráðið í Aberdeen og í Stavangri, at kanna møguleikarnir fyri [...] ætlanin er at tosa um eina samstarvsavtalu. ? Býráðið í Aberdeen hevur skotið upp, at avtalan verður undirskrivað á oljustevnuni, sum verður í Aberdeen í september. Leivur Hansen sigur, at Tórshavnar Býráð
arbeiðið er farið í gongd. Hann sigur, at hvørt skipið viðar umleið 110 tons. Hóast skipini verða bygd í Kina, so eru spølini íslendsk. Men alt verður gjørt klárt í Kina til at montera í Íslandi. ? Elek [...] skipið, vit kenna í Føroyum, so liggur støddin millum Sæborg og Sjóborg úr Leirvík, sum eru ávikavist 19,83 m og 23,36 m til longdar. Karl Erik Mortensen leggur tó dent á, at talan í hesum føri er um serprís [...] verða bygd í senn. Men hann heldur, at hetta kortini kann geva føroyskum fiskimonnum nakað at hugsa um. Í sambandi við hesa bygging við kinesiskari útgerð, verður ein eykalutagoymsla løgd í Reykjavík,
eydnaðist tað Svend at fáa Búgva í eitt halditak til hann hevði vunnið dystin, og harvið var luttøkan hjá Búgva í hesari kappingini lokin. Signar Signar Langgaard bardist í bólkinum -66 kg, har 9 luttakarar [...] Signar, so hesin mátti geva upp. Signar gongur hetta hálva árið á kokkaskúla í Esbjerg, har hann eisini venur, og í sínum næsta dysti í hesari kappingini møtti hann einum liðfelaga úr Esbjerg, Kim Christensen [...] Seinasta vikuskifti luttóku tríggir føroyskir judoleikarar í altjóða judokapping. Talan var um Matsumae Copenhagen Cup, har 59 luttakarar úr Íslandi, Føroyum, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Danmark, Bretlandi, Hollandi
Føroya, sum einsamallir leggja kós í hesum máli, sum mentafólk í Tórshavnar býráð fyri meira enn hálvari øld síðan løgdu breiða ætlan um? Tað munnu ikki vera nógv í Føroyum sum ikki við gleði og stoltleika [...] hendur og í veruleikanum ikki ynskja annað og meira burtur úr hesari verkætlan enn bara tað, at vit nú sum allarskjótast, og tað helst longu í summar, skulu kunna uppliva altjóða fótbóltsdystir í Gundadali [...] og sprongt burtur úr berginum. Tá kunnu áskoðaraplássini (»betongelement av sama slagi sum í Ítróttarparkini í Keypmannahavn«) verða flutt einar átta metrar eystureftir, og tá verður pláss til rennibreyt«
Síðst í januar mánða eydnaðist tað teimum ungu mannligu garpunum í føroyskum hondbólti at koma víðari í kappingini um heimsmeistaraheitið eftir eina undankapping, sum fór fram her í Føroyum. Nú er túrurin [...] kvinnurnar fara av landinum í dag, og longu í morgin skulu tær fyrstu ferð í eldin. Tá skulu tær royna seg ímóti Fraklandi í Svendborg. Leygardagin spæla føroysku kvinnurnar ímóti Hollandi í Skerninge, meðan seinasti [...] a, sum í nærmastu framtíð kemur at manna eitt føroyskt A-landslið í kvinnuhondbólti. Ungu kvinnurnar hava vant saman fleiri ferðir í vetur, og seinastu dagarnar hava tær verið á venjingarlegu í Havn, áðrenn
grunnurin hevur sett pening í. Annað er, at tá nevndarlimur í Framtaksgrunninum samstundis eru nevndarlimir í feløgum, skúgvar tað til viks ta eftirlitsfunktión, sum aðalfundurin í teimum feløgum,har grunnurin [...] hjá fíggjarnevndini um Framtaksgrunnin. Í løtuni kanna embætisfólkini álitið, og áðrenn teir hava mett um tað, verða ongar viðmerkingar gjørdar úti í Tinganesi. Í álitinum verður m.a. skotið upp, at broyta [...] bert avmarkingar fyri nýggjum tilsøgnum í verandi feløgum. Fíggjarnevndin heldur tað vera sera óheppið, at nevdarlimir í Framtaksgrunninum eisini eru nevndarlimir í feløgum, sum grunnurin veitir ella hevur
finnin, at Regin og hann hava ein vansa í at vera so lágir í mun til nógvar av hinum, men Ahola leggur aftrat, at hetta ger tó einki, um tú ert í nóg góðari venjing. Í Finlandi er hesin ítrótturin sera væl [...] aftrat, at tá hann so kom í gongd sunnudagin, merkti hann tó einki til hesa møði. Joku Ahola tykist, í mun til nógvar av hinum luttakarunum, at vera ein maður, sum er sterkur í so at siga øllum kappingargreinum [...] týdning, er, at man er í venjing alt árið. Tað nyttar einki at taka frí frá venjing í eitt tíðarskeið, tí vil man gera seg galdandi millum teir bestu, so noyðist man altíð at vera í venjing, sigur finski