Eirikur Lindenskov
? Sjey smærri fiskifør úr Kina fyri 5,5 mió krónur stykkið.
Soleiðis ljóðaði avtalan, sum seinasta leygardag varð undirskrivað í Reykjavík millum meklaravirkið Maretec á Argjum saman við Ísbú í íslandi og íslendksar keyparar.
? Fiskiskipini eru kombinerað og gjørd út til snurruvod (danish seining), línu (long line) og net (gilnets), sigur Karl Erik Mortensen frá Maretec.
Hann sigur víðari, at hesi sjey skipini verða øll flutt við sama farmaskiði úr Kina til Íslands og skulu latast eigarunum 14 mánaðir eftir, at arbeiðið er farið í gongd. Hann sigur, at hvørt skipið viðar umleið 110 tons.
Hóast skipini verða bygd í Kina, so eru spølini íslendsk. Men alt verður gjørt klárt í Kina til at montera í Íslandi.
? Elektronikkurin, sum er upp á 35.000 USD er á altjóða støði og verður allur monteraður í Kina, sigur Karl Erik Mortensen. ? Øll onnur útgerð verður kinesisk. Eisini høvuðsmotorurin, sum verður upp á 600 hk, verður framleiddur í Kina upp á licens, og verður hann eitthvørt vesturlendskt merki.
? Servisan og trygdin er tað sama, sum upp á upprunamerkið, sigur Karl Erik Mortensen.
Um prísin sigur Karl Erik Mortensen, at øll skipini liggja millum 5,5 - 6,0 mió krónur - tá tey verða latin í Íslandi.
Hann sigur, at hetta munandi bíligari, enn slík skip kunnu byggjast fyri her á leiðum - millum helvtar og triðingsprís.
Fyri at bera skipini, sum nú verða bygd í Íslandi saman við okkurt skipið, vit kenna í Føroyum, so liggur støddin millum Sæborg og Sjóborg úr Leirvík, sum eru ávikavist 19,83 m og 23,36 m til longdar.
Karl Erik Mortensen leggur tó dent á, at talan í hesum føri er um serprís, tí sjey skip verða bygd í senn. Men hann heldur, at hetta kortini kann geva føroyskum fiskimonnum nakað at hugsa um.
Í sambandi við hesa bygging við kinesiskari útgerð, verður ein eykalutagoymsla løgd í Reykjavík, so tað ikki verður sami ótti, sum við japonsku bilunum í 60?unum, tá ræðumyndin var eykalutirnir, sigur Karl Erik Mortensen.
Skipini verða bygd sambært tekningum frá »Skipasýn« (íselndsk teknistova) og skul uppfylla øll krøv hjá Det Norske Veritas +1A1 Ice C klassa og skulu herumframt eisini lúka øll krøv hjá »Siglingarmálastofnum Ríkisins« (íslendska skipasýnið). Teknistovan Skipasýn hevur eisini eftirlit við byggingini.
Karl Erik Mortensen sigur, at síðan keypssáttmálarnir vórðu kunngjørdir í fjølmiðlunum í Íslandi, sum sýndu sera stóran áhuga, hava teir fingið hópin av fyrispurningum úr Íslandi, sigur Karl Erik Mortensen.
? Vit kom aí nærmastu framtíð at gera tveir byggisáttmálar aftur at upp á hesar bátar, sigur Karl Erik Mortensen.
Maretec byggir nú tilsamans níggju fiskiskip í Kina.