Seinasta vikuskifti luttóku tríggir føroyskir judoleikarar í altjóða judokapping.
Talan var um Matsumae Copenhagen Cup, har 59 luttakarar úr Íslandi, Føroyum, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Danmark, Bretlandi, Hollandi og Japan luttóku. Úr Japan vóru tvey lið, eitt frá Tokai Universiteti og eitt frá International Budo Universiteti.
Føroysku luttakararnir vóru Búgvi Poulsen, Signar Langgaard og Niels Jákup Dalabrúgv.
Búgvi vann ein dyst
Frægasta føroyska úrslitið fekk Búgvi Poulsen, sum saman við 12 øðrum kappaðist í vektbólkinum -81 kg.
Men Búgvi fekk ein harðan start. Fyrsti dystur hansara varð móti sterka japanaranum Nomura Yoji frá Tokai Universiteti, og hóast Búgvi royndi seg við einum
kasti, gjørdi japanarin skjótt av og eftir eina kastiroynd eydnaðist tað honum at strangulera Búgva, sum harvið tapti hendan fyrsta dystin.
Annar dystur var móti íslendinginum Víðir Gudmundsson. Hóast Búgvi kom eitt sindur afturút eftir at hava fingið eitt shido, so kastaði hann íslendingin við einum kasti, ið nevnist Tomoe Naga, og hetta fekk Búgvi wasa-ari fyri (7 stig), og harnæst stranguleraði hann íslendingin og vann harvið.
Triði dysturin var móti einum dana, Svend Vohlert. Hetta var ein sera javnur dystur, men tá dysturin fór at halla, eydnaðist tað Svend at fáa Búgva í eitt halditak til hann hevði vunnið dystin, og harvið var luttøkan hjá Búgva í hesari kappingini lokin.
Signar
Signar Langgaard bardist í bólkinum -66 kg, har 9 luttakarar vóru.
Sami Pulkkanen úr Finnlandi bjóðaði sum tann fyrsti Signari av, og eftir eina kastiroynd eydnaðist tað finnanum at fáa armlás á Signar, so hesin mátti geva upp.
Signar gongur hetta hálva árið á kokkaskúla í Esbjerg, har hann eisini venur, og í sínum næsta dysti í hesari kappingini møtti hann einum liðfelaga úr Esbjerg, Kim Christensen. Kim er ein sera evnagóður unglingi, og eftir lítlari løtu kastaði hann Signar við kastinum Morote Seio Naga og fekk ippon fyri kastið (10 stig), og hevði harvið sligið Signar út úr kappingini.
Niels Jákup
At enda í hesari kappingini skuldi Niels Jákup Dalabrúgv royna seg í -90 kg klassanum saman við 5 øðrum.
Fyrri dysturin var móti sterka dananum Thomas Bech, sum kastaði Niels Jákup til wasa-ari við kastinum Koshi Guruma, og harnæst við kastinum Seoi Naga til hann fekk Ippon og vann dystin.
Við tað at tað vóru so fáir í hesum vektbólkinum kom Niels Jákup at berjast um bronsuplássið móti íslendinginum Torvaldi Bløndal.
Hesin dysturin gjørdist ikki so langur. Íslendingar eru sera sterkir í teimum tyngru vektbólkunum, og í so máta var hesin heldur ikki nakað undantak. Hóast Niels Jákup kláraði at halda ímóti eina løtu, so fekk Torvaldur eitt halditak eftir eitt miseydnað kast hjá Niels Jákupi, og hetta sløkti føroysku vónirnar um heiðursmerki í hesari kappingini.
Næsta altjóða judokappingin fyri føroyingar verður á páskum í Aalborg.