Trivnaðarnevndini hevur latið við seg koma, eftir at lesarabrævið stóð í bløðunum. Vóni ikki, at tað boðar frá, at tey eru samd í hesum hugsunarhátti um framtíðar bústaðarbygging fyri fólk við breki. Í fjørð var [...] rakstrarligum fyrimunum. Harafturat sigur hann, at hetta gevur eisini møguleikar fyri at læna hølir frá hvørjum øðrum, og tá ein ”brúkarabólkur” veksur og annar minkar, verða hølir til avlops. Til hetta [...] fyrst. Hugsa síðani um starvsfólki, og at enda hvussu vit gera hetta best og bíligast. Við ynskjum um einar gleðiligar páskir.
atkvøðugreiðsluna vil eg hava at vita frá Levi Mørk, um hann er við í samgonguni, ella ikki, staðfestir Heðin Mortensen. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Levi Mørk, áðrenn blaðið fór til prentingar [...] fíggjarætlanini fyri næsta ár, eru 130 milliónir settar av til útbyggingar av ymsum slagi. Tað eru einar 30 milliónir meiri enn Tórshavnar Býráð brúkar til íløgur í ár. Borgarstjórin sigur, at tey stóru
liggur tað í okkum føroyingum, at vit skulu vísa gestablídni, og tískil ikki ditta okkum at taka pengar frá nøkrum bara, tí at tey vilja síggja nøkur fjøll ella nakrir fuglar. Hetta sigur eitt sindur um okkara [...] ferðamál verða líka slitið sum grísaveitlan á Mallorka. Men við at vísa náttúruni ans, við at taka pengar frá ferðafólki, sum vitja úti í Mykinesi, eru vit við til at senda eitt signal um, at vit í Føroyum taka [...] at vit verja okkara náttúru og djóralív, soleiðis at vit eisini um nøkur ár framvegis kunnu hava einar óspiltar Føroyar. Av tí, at tað er ein bólkur av ferðafólkum, sum netupp seta krøv til økta tilvitan
Einar páskir, meðan eg gekk í studentaskúlanum á Akureyri í Íslandi, vóru nakrir keðiligir halgidagar sum altíð, høgtíð er, sum skuldu drepast. Eg fór ikki heim tær páskirnar, men avgjørdi, minnist ikki [...] legði, eisini tá, lítið í John Lennon. Annars kundi eg bara sett meg inni hjá honum og lurtað við frá og við 27.ferð, hann spældi Imagine. Tað orkaði eg tó ikki. Royndi so at drepa keðiligu halgidagarnar [...] enskum eitri. Og várið kom buldrandi mitt í allari neyðini. Tarkus hjá Emerson, Lake and Palmer for frá, sjampanja í vinylfløsku. Orgulbrús. Guðrið og John. Og eg droymdi ein løgnan dreym um eina spurnarkapping:
ongar dystir, og tað mátti KÍ enn eina ferð sannað í gjár, tá NSÍ var á vitjan. Í dystinum hevði KÍ einar tríggjar ella fýra rættiliga góðar møguleikar, men fekk einki burtur úr teimum. Og tað kostaði í síðsta [...] fyri sakini mestsum allan fyrra hálvleik, og hóast NSÍ beinanvegin kom á odda, tók tað ikki mótið frá klaksvíkingunum. Teir stríddust væl og kundu enntá sigast at hava yvirvág í spæli fyrstu trý korterini [...] seinna hálvleik er annars at siga, at NSÍ sá út til at hava tikið seg saman, tí eftir lívligu byrjanina frá báðum pørtum, var tað stórt sæð NSÍ, ið sat á øllum. KÍ hótti so at siga slett ikki, meðan NSÍ í so
sendir bóltin í málið aftanfyri Jóan Paula Dahl Jakobsen. 40. 2-2: Eftir langa frísparksframlegging frá Magnusi Olsen og misskiljing millum HB málverjan og miðverjuna, siglir bólturin í málið. 62. Framvegis [...] Edmundsson Gult kort: Ndende NSÍ: Meinhard Joensen - Jens Joensen, Óli Hansen, Johan Troest Davidsen, Einar Hansen - Klæmint A. Olsen (Jan Martin Mortensen, 68.), Jústinus R. Hansen, Bogi Løkin, Jan Ingi Petersen [...] unglingaspælarin, Klæmint A. Olsen, sum plagar at vera eykamaður, og sum í kvøld hevur fingið møguleikan frá fyrsta bríksli, royndi seg við skoti, sum Vlada Filipovic fekk hondina á, men bólturin fór inn um strikuna
serlig tekin um, at tað veruliga skuldi skrædna millum liðini. Dia Midjord hevði undan dystinum boðað frá, at føroyingar skuldu fáa ferð í sítt spæl, um vit skuldu hava nakran møguleika fyri einum hampuligum [...] eisini væl at koma út at tackla væl vaksnu russisku miðspælararnar, og tá Levi Nybo so eisini hevði einar 6-7 klassabjargingar, sá máltalvan so heilt hampuliga snøgg út, tá farið var inn til hálvleiks. Og [...] áfram við sínum stinna verjuspæli. Bjørnin vaknaði Ivaleyst hevði russiska liðið fingið ein uppsang frá venjara sínum í steðginum. Uttan nakra samanbering annars, so vóru boðini um russisku fiasko’ina í
hevur landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, verið frammi í øðrum fjølmiðlum, og greitt frá ætlanum viðvíkjandi afturlatingini av Sambýlinum í Pætursgøtu. Hon segði við Kringvarpið í gjárkvøldið [...] fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, er tað greitt, at hon (landsstýriskvinnan, red.) má spara einar 33 milliónir á almannaøkinum. Í hesum sambandi hevur Løgtingið samtykt at lækka stuðulin til heilivág [...] vit fara at minka um alt virksemi, sum mann ikki doyr av," sigur Rósa Samuelsen. Hon greiðir víðari frá, at økini, ið verða harðast rakt eru skeiðsvirksemi, útbúgvingar og so framvegis. Nú vísir tað seg
brillugløs og maskinir til optikarar, hevur síðan 1986 skipað fyri kapping millum tey bestu projektini frá optikaraskúlunum. Tað er skúlans próvtal fyri verkætlanina sum avgerð um tað er nóg gott til kappingina [...] Keypmannahavn. Á øðrum plássi endaði "Mesopisk myopi" hjá Nelly, David og Regin. Tað var ein bólkur frá TEC (Optikaraskúli í Keypmannahavn) sum fór avstað við Optimus í ár. Bólkurin skrivaði um "Prævalens [...] meira fjølbroyttu optikfyritøkunum í Føroyum, og hýsir nú sostatt tveimum góðkendum optikarum. Poul Einar Kruse sum hevur rikið Optikbúðina í 20 ár hevur í hesum sambandi moderniserað útgerð, umframt útbygt
føroyska A-landsliðnum verður ikki nógv størri enn tað sama, tá teir í kvøld fara á vøllin í Aviero – einar 50 kilometrar sunnanfyri Porto. Grundleggjandi venjing Hjá føroyska landsliðnum er talan um fyrireiking [...] sum í kvøld fáa sín fyrsta landsdyst. Men tað er nú ikki bara keðiligt. Tá føstu spælararnir eru frá, so merkir tað samstundis, at vit fáa møguleika at síggja onkrar av teimum, sum vit annars ikki hava [...] Tórgarð lyfti um, at hann sleppur at royna seg, og so er spurningurin, um nýggi maðurin verður við frá fyrsta bríksli, ella um hann kemur á vøllin eftir steðgin. Nakað sum tó er mest sannlíkt. Í verjuni