Burðardygg ferðavinna

Annika Olsen, Løgtingskvinna
-------

Tað er nakað, sum bendir á, at ferðafólk eru vorðin troytt av grísaveitslununum á Mallorka, sóla sær við Gardasjógvin ella liggja á griksku strendrunum. Áhugin fyri tí óspilta, tí ókenda og upprunakenda vindur uppá seg. Tað vísir seg í hesum sambandi, at áhugin fyri tí norðurlendska er ovurstórur. Føroyar vórðu í 2007 av kenda tíðarritinum “National Geographic” kosnar sum heimsins mest óspilta oyggjaland í heiminum. Vit sterkum tjóðskaparligum stoltleika og samleika hava vit nakað heilt serligt at bjóða ferðafólki, og vit eiga at gagnnýta hendan heiðurin til okkara fyrimun. Ein slíkur heiður merkir eisini, at vit sum ferðamannaland mugu vera tilvitaði um, hvussu vit taka ímóti ferðafólkum. At verða kosin sum eitt óspilt land merkir eisini, at vit verða noydd at vísa í verki, at vit verja okkara náttúru, at vit verja okkara djóralív, hav, vøtn o.s.fr. Vit skulu ikki undirmeta, at nútímans ferðafólk seta krøv til góðsku, og at tey eru tilvitaði um, at man fer væl um umhvørvið og djóralívið.
Vit skulu seta prís á okkara náttúru
Tey, sum hava ferðast víða, vita, atum tað er eitt serligt stað, man vitjar er tað vanligt at gjalda fyri vitjanina. Eitt dømi er Galapagos. Galapagos er í dag ein tjóðgarður. Fyri at avmarka ferðafólk, er tað kostnaðarmikið at sleppa í land á Galapagos. Nógvar ymsar reglur eru settar fyri, hvat ferðafólk kunnu loyva sær at gera, m.a. er tað als ikki loyvt at nerta djórini, serligar reglur eru settar fyri, hvar man kann ganga, og at ferðafólk als ikki mugu taka nakað úr náttúruni. Ì Føroyum hava vit nógv at læra. Vit hava onki Galapagos, men vit hava til dømis Mykines, sum má sigast at vera ein náttúruperla av teimum heilt fáu. Ì fjør summar var eg á vitjan úti í Mykinesi. Leiðin gekk sjálvsagt út í Lundalandið. Gøtan var niðurslitin, onki skelti vóru um rættan atburð mótvegis fugli og plantum. Lundapisurnar gingu um beinini á mær, og so var tað enntá ókeypis. Møguliga liggur tað í okkum føroyingum, at vit skulu vísa gestablídni, og tískil ikki ditta okkum at taka pengar frá nøkrum bara, tí at tey vilja síggja nøkur fjøll ella nakrir fuglar. Hetta sigur eitt sindur um okkara hugburð og atburð mótvegis okkara náttúru, og vit gera okkum sjálvi eina bjarnatænastu. Tá ið okkara náttúra er niðurslitin, lundin er farin (tað er nakað, sum bendir á, at hetta longu er við at henda) tá er lítið vunnið. Um nøkur fá ár kann Mykines sum ferðamál verða líka slitið sum grísaveitlan á Mallorka. Men við at vísa náttúruni ans, við at taka pengar frá ferðafólki, sum vitja úti í Mykinesi, eru vit við til at senda eitt signal um, at vit í Føroyum taka náttúruni í størsta álvara, at vit verja okkara náttúru og djóralív, soleiðis at vit eisini um nøkur ár framvegis kunnu hava einar óspiltar Føroyar. Av tí, at tað er ein bólkur av ferðafólkum, sum netupp seta krøv til økta tilvitan um náttúru og umhvørvi, so átti hetta ikki at verið so trupult. Heldur hava fá ferðafólk, sum eru sinnaði at gjalda fyri at vitja okkara náttúruperlur enn at fáa 5000 ferðafólk út í Mykines, sum ikki leggja eina krónu eftir sær. Tað eigur ikki at vera ókeypis at vitja t.d. Lundalandið í Mykinesi, peningur eigur at verða kravdur, og hesin peningur kann síðani verða nýttur til at menna oynna á ymsan hátt, at menna ferðavinnuna á staðnum ella til at gera heildarætlanir fyri vernd av djóra- og náttúrulívinum í Mykinesi. Hetta er sjálvsagt ikki bert galdandi fyri Mykines, men somuleiðis fyri aðrar náttúruperlur í Føroyum.