Munur á grindadrápi og bjarnaveiðu

Tað eydnaðist ikki hondbóltslandsliðnum at gera U21-liðnum hjá fótbólti kynstrið eftir. Russiska bjørnin var kanska í dvala eina løtu, men tá hon vaknaði, var ikki lukkuligt hjá okkara at standa fyri

Hondbóltur

 

Tað sá eina løtu út til, at hondbóltsmenninir hjá okkum eisini ætlaðu at gera sítt til, at russiski bjarnastovnurin skuldi oyðast.

Hóast ein hondbóltsdystur er drúgvur at koma ígjøgnum, so áttu okkara tey bæði fyrstu málini, og fyri steðgin vóru sjáldan nøkur serlig tekin um, at tað veruliga skuldi skrædna millum liðini.

Dia Midjord hevði undan dystinum boðað frá, at føroyingar skuldu fáa ferð í sítt spæl, um vit skuldu hava nakran møguleika fyri einum hampuligum úrsliti, og hetta helt eisini teir fyrstu 30 minuttirnar á tamb.

Fremsta orsøkin til hetta var, at føroyska liðið als ikki framdi mongu teknisku mistøkini, sum annars hava kostað so nógv í flestu av undankappingardystunum. Hóast liðið mátti vera spælarar sum Áka Mørk, Inga Olsen og Heina Hanusarson fyriuttan, so nervaði hetta ikki spælið stórvegis.

Í verjupartinum riggaði eisini væl at koma út at tackla væl vaksnu russisku miðspælararnar, og tá Levi Nybo so eisini hevði einar 6-7 klassabjargingar, sá máltalvan so heilt hampuliga snøgg út, tá farið var inn til hálvleiks.

Og tað var eisini sjónligt, at russar ikki vóru serliga nøgdir um støðuna. Í øllum førum líktist tað eini frustraraðari roynd, tá ein av spælarunum við einum alboga langaði Bárð Johannesen í gólvið. Úrslitið var beinleiðis reytt til russiska spælaran, og Bárður kundi eftir ein lítlan steðg halda áfram við sínum stinna verjuspæli.

 

Bjørnin vaknaði

Ivaleyst hevði russiska liðið fingið ein uppsang frá venjara sínum í steðginum. Uttan nakra samanbering annars, so vóru boðini um russisku fiasko’ina í Gundadali týskvøldið ivaleyst eisini komin hondbóltsspælarunum fyri oyra, og teir settu seg væl og virðiliga á mest sum alt eftir steðgin.

Hjá føroysku spælarunum var orkan eisini spakuliga við at ganga undan. Føroyska kappingin er langt ífrá í hæddini júst nú, og tí kundi dystarvenjingin sjálvandi verið betri. Og tá mótstøðan so eisini telur fleiri mans, sum liggja tyngru megin tey 100 kilo’ini, so kostar tað altso rættiliga nógvar kreftir at berjast í nærdystum.

Og so fingu vit altso eisini at síggja, hvussu framúr góðir hondbóltsspælarar stóru bamsurnar eisini vóru. Tað kann væl vera, at russiska liðið ikki taldi allar sínar sterkastu profilar á degnum. Men minni kundi so væl og virðiliga eisini gera tað móti føroysku spælarunum, sum – hóast óimponeraðir – ikki veruliga kundu spæla við alla tíðina.

 

Tveir dagar til hvíld

Longu leygardagin skal føroyska liðið aftur í eldin, tá Italia stendur fyri framman.

Undan kappingini varð sagt, at hetta var eitt av liðunum, har okkara veruliga hevði ein møguleika, og hóast talan gjørdist um greitt tap á Sicilia í útidystinum, so sýndi sami dystur eisini, at okkara á einum góðum degi væl kunnu skaka italska liðið.

Í so máta var tað sera hugagóð staðfesting hóskvøldið, at talið av tekniskum mistøkum var at kalla minimerað. Kann føroyska liðið spæla nakað av tí, sum liðið sýndi fyri steðgin móti russum, og heldur venjingarstøðan – nú heimliga kappingin liggur still – til tveir landsdystir upp á tríggjar dagar, so kann tað væl henda seg, at leygardagurin verður ein av teimum heilt hugaligu hjá føroyskum hondbóltsfjepparum.

 

Mynd: Gunnar

Mynd: Álvur Haraldsen

 

Mynd: Sámal

Sámal Joensen var einasti spælarin sum veruliga hevði støddina at bjóða russum av kropsliga. Og bæði í verju- og álopsspælinum kom hetta væl við hjá føroyska liðnum

Mynd: Álvur Haraldsen