Vilja hava greið boð frá Levi Mørk

TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Borgarstjórin í Havn vil nú hava greitt at vita um Levi Mørk er við ella ikki

- Tað, sum Levi Mørk gjørdi í gjárkvøldið, verður ikki góðtikið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vil ikki góðtaka framferðina hjá Levi Mørk býráðslimi.
Hóast Levi Mørk er við í samgonguni í Tórshavnar Býráði, vildi hann ikki atkvøða fyri fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Komunu fyri 2012, tá ið hon var til viðgerða í býráðnum í gjárkvøldið.
- Hetta verður ikki góðtikið, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann sigur, at eru tað viðurskifti, sum Levi Mørk ikki er nøgdur við, eigur hann at samráðast um tað innanhýsis í samgonguni og mýkja støðuna har og finna eina semju.
- Ein býráðslimur í samgongu, sum ikki vil atkvøða saman við samgonguna um eitt so avgerðandi mál, sum fíggjarætlanin er, hann hevur ein trupulleika.
- Ein samgonga hevur ikki ráð til, at einstakir býráðslimir seta seg uttanfyri og tað verður ikki als góðtikið, at einstakir býráðslimir spæla fríspæl í ávísum málum.
Levi Mørk er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini. Kann hann halda fram við við?
- Tað fáa greiði á um nakrar dagar, tað er ein spurningur, eg má taka upp í samgonguni.
- Einstakir býráðslimir kunnu hava serlig áhugamál í ávísum málum, men ikki í einum so avgerðandi málið, sum fíggjarætlanin er.
- Har skal samgongan vera heil, sigur Heðin Mortensen.

Greitt svar
Heðin Mortensen sigur, at hann fer nú at taka málið upp til viðgerðar í samgonguni fyri at fáa greiði á, hvussu farast skal fram.
Og eitt, Heðin Mortensen vil hava greiði á, er um Levi Mørk er við í samgonguni ella ikki.
- Í mínari verð er spurningurin til Levi Mørk sera einfaldur: Antin ert tú við, ella ert tú uttanfyri.
Hann staðfestir, at Tórshavnar Kommuna skal hava eina fíggjarætlan.
Men vil ein limur í samgonguni ikki atkvøða fyri fíggjarætlanini, hevur hann sett seg sjálvan uttanfyri samgonguna, so einfalt er tað, sigur Heðin Mortensen.
Fíggjarætlanin skal hava viðgerðast einaferð afturat, áðrenn hon er endaliga samtykt.
- Áðrenn tað endaligu atkvøðugreiðsluna vil eg hava at vita frá Levi Mørk, um hann er við í samgonguni, ella ikki, staðfestir Heðin Mortensen.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Levi Mørk, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Heðin Mortensen vil onki siga um, hví Levi Mørk ikki atkvøddi fyri fíggjarætlanini.
Men tað skilst aðrastaðni, at tað, sum Levi Mørk var ónøgdur við, var, at játtanin til frítíðarskúlan ikki var nóg stór eftir hansara tykki.
Borgarstjórin sigur, at hann vil nú hava greiði á málinum.
- Men var tað frítíðarskúlin, sum lá í buktini, er tað bara talan um ein evarska lítlan part av eini fíggjarætlan upp á 700 milliónir og tað verður ikki góðtikið, at ein býráðslimur í samgongu, fer ímóti samgonguni í einum so avgerðandi máli, sum fíggjarætlanin er.

130 milliónir til íløgur
- Vit raðfesta trivnað og arbeiði frammaliga.
Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn
Tórshavnar Býráð er nú komið væl áleiðis at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár og á býráðsfundi í gjárkvøldið varð hon samtykt fyrstu ferð.
Hon skal samtykkjast einaferð afturat áðrenn hon er endaliga avgreidd.
Borgarstjórin sigur, at í fíggjarætlanini fyri næsta ár, eru 130 milliónir settar av til útbyggingar av ymsum slagi.
Tað eru einar 30 milliónir meiri enn Tórshavnar Býráð brúkar til íløgur í ár.
Borgarstjórin sigur, at tey stóru tøkini eru Boðanesheimið, brúgvin um Sandá og aðrar útbyggingar.
Men býráðið raðfestur trivnaðarmál frammaliga og ætlar at gera gongugøtur og súkklubreytir. Ætlanin er eisini at byggja musikkskúla og ætlanin er eisini at gera nógv burtur úr at umvæla gongubreytir, sigur borgarstjórin í morgun.