Fyri stuttum hevði formaðurin í Trivnaðarnevnd Løgtingsins Jákup Mikkelsen lesarabræv í bløðunum, eftir at trivnaðarnevndin hevði verið og vitja ymisku heimini hjá fólkum við breki.
Tað undrar meg stórliga, at ongin í Trivnaðarnevndini hevur latið við seg koma, eftir at lesarabrævið stóð í bløðunum. Vóni ikki, at tað boðar frá, at tey eru samd í hesum hugsunarhátti um framtíðar bústaðarbygging fyri fólk við breki.
Í fjørð var Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður saman við einum samdum Løgtingi við til at samtykkja ST sáttmálan um rættindi einstaklinga, ið bera brek.
Somuleiðis er Jákup Mikkelsen partur av eini samgongu, sum er við at samtykkja ein bústaðarpakka um alternativa bústaðarbygging. Eitt sera kærkomið amboð hjá fólki við breki, at fáa betri búmøguleikar í framtíðini,- eitt nú við serligari lutaíbúðarlóg og serligum fíggingarmøguleikum.
Í grein 19 í sáttmálanum stendur m.a, at fólk við breki hava rætt til sjálvi at velja sær bústað, og velja hvørjum tey vilja búgva saman við. Tey skulu ikki verða noydd at búgva í serligum bústøðum.
Tað harmar meg almikið, og eri eg ikki sørt bilsin, at lesa umrødda lesarabræv hjá formanninum í Trivnaðarnevndini. Eg eri komin til ta niðurstøðu, at Jákup Mikkelsen als ikki veit hvat hann tosar um, og púra hevur mist menniskja burtur í hesum so týdningarmikla málið.
At velja sær bústað og at verða við til at byggja sær sítt heim, er ein grundleggjandi rættur hvørt einstakt menniskja hevur. Hetta er eisini galdandi fyri fólk við breki.
Í lesarabrævi sínum sigur Jákup Mikkelsen millum annað, at tað er umráðandi at serkunnleikin er við til at byggja ein framtíðarstovn, við umleið 4- 6 geirum, har pláss er fyri 8-12 ”brúkarum.” (Eg vildi nú kalla tey fyri fólk.)
Síðani sigur Jákup Mikkelsen, at ein tílíkur stovnur letur upp fyri rakstrarligum fyrimunum. Harafturat sigur hann, at hetta gevur eisini møguleikar fyri at læna hølir frá hvørjum øðrum, og tá ein ”brúkarabólkur” veksur og annar minkar, verða hølir til avlops. Til hetta er at siga, at tað er púra burturvið. Vit tosa um fólk, sum skulu hava eitt heim, og mann flytur ikki fólk runt í einum bygningi, eins og mann flytur kýr millum básar í einum fjósi.
Framhaldani sigur Jákup Mikkelsen, at tað er umráðandi at stovnar verða integreraðir í samfelagið. Eg kann ikki við mínum besta vilja síggja hvussu vit intergrera ein stovn við 72 fólkum í einum lokalsamfelagi. Hevur mann ikki ”ghettosera” fólk fyrr, so ger mann tað við hesum hugsunarhátti, sum Jákup Mikkelsen letur koma til sjóndar í lesarabrævi sínum.
Eg skal viðmerkja eitt afturat, sum stóð í lesarabrævinum har sagt verður, at við verandi bygnaði í dag, hava vit eitt rímiliga høgt tal av atskildum húsum við ymiskum búfólkum og brúkarum. Fyrst vil eg leggja áherðslu á, at her búgva fólk og ikki brúkarir, og at tað er í tráð við alla sunna hugsan um integrering, at bústaðir liggja spjaddir runt í samfelagnum. Stovnshugtakið er farið fyri mongum árum síðani.
Sum eg lesi lesarabrævið hjá Jákup Mikkelsen, so er ta rationalisering og starvsfólkatrivnaður, sum er sett í hásæti. Tann sum tað veruliga snýr seg um, tað einstaka menniskja við breki, er ikki tikin við.
Eg fari tí at heita á Jákup Mikkelsen formann í Trivnaðarnevndini, at seta seg væl inn í, hvussu fólk við breki fyrst og fremst fáa eitt virðiligt bútilboð, áðrenn ov nógv orka verður brúkt til at bumba alla sunna hugsan um rættin til sjálvi at velja sær bústað aftur í miðøldina. Set fólkið við breki og tørvin hjá viðkomandi fyrst. Hugsa síðani um starvsfólki, og at enda hvussu vit gera hetta best og bíligast.
Við ynskjum um einar gleðiligar páskir.