Einar páskir, meðan eg gekk í studentaskúlanum á Akureyri í Íslandi, vóru nakrir keðiligir halgidagar sum altíð, høgtíð er, sum skuldu drepast.
Eg fór ikki heim tær páskirnar, men avgjørdi, minnist ikki hví, at vera á Akureyri allar dagarnar. Tað var ein býtt avgerð. Tí á Akureyri hendi ikki nógv á páskum.
Ein skúlafelagi úr Reykjavík var eisini eftir har norðuri. Men hann fekst ikki samband við, tí hann keypti dagin fyri skírisdag plátuna við lagnum Imagine hjá John Lennon. Tað var hansara opinbering ta høgtíðina. Hann spældi Imagine aftur og aftur og sansaði einki annað, hvørki, at Jesus skindoyði og raknaði við aftur, ella ein glataðan skúlafelaga, sum hevði hug at ballast alla høgtíðina.
Helst var hann skeivur eisini. Hash var at fáa á Akureyri tá.
Eg legði, eisini tá, lítið í John Lennon. Annars kundi eg bara sett meg inni hjá honum og lurtað við frá og við 27.ferð, hann spældi Imagine. Tað orkaði eg tó ikki.
Royndi so at drepa keðiligu halgidagarnar við Pimm´s ginni, sum smakkaði verri enn illa, men sum var bíligt í einkarsøluni. Lurtaði eftir Doors aftur og aftur, keddi meg, drakk Pimm´s og lurtaði eftir Doors.
Ímyndaði mær, at Lennondyrkarin hevði vent plátuni ella lagt eina aðra á. Fór at vita, men vónaði og væntaði til fánýtis, so eg vendi við í durunum. Fór heim aftur til Pimm´s páskadrykkin og Jim Morrison.
Kirkjuligu høgtíðirnar vóru keðiligari fyrr. Tær eru tíbetur farnar av stað á glíðibreytini og steðga ikki. Alt verður ikki longur krossfest fríggjadag fyri at berja seg úr grøvini sunnudag og liva aftur týsdag.
Meira Pimm´s og Torres hvítvín, sum eisini var bíligt og smakkaði so toluliga.
So kom toybilsnátt. Náttúran skræddi seg úr vetrarfjøtrunum. Tað brakaði í frostinum, tá tað slepti. Náttarsiðaloysi. Vakna páskamorgun, ikki risin, bara vaknaður í ørviti. Tómar fløskur og tómar trussur á gólvinum.
Lesi yrkingar hjá Guðrið Helmsdal Poulsen hart út gjøgnum opið vindeyga.
“Og regnið kom/Dropin ið knústi skel av gleri/Rúmdin andaði/hon ið kroyst hevði ligið/í kuldans harða favni.”
Leypi niður av krossinum. Aftur at vita, um Lennon syngur enn. Tað ger hann. Imagine there's no heaven páskadag.
No hell below us, just only here. Javna við Pimm´s.
Imagine there's no countries. And no religion too.
Hann hevur mestur drukkið seg skit í onkrum frægari enn Pimm´s, tá hann yrkti hatta um at ímynda sær alt møguligt, sum bara ber til at ímynda sær, men sum ongantíð er ella verður. Summi siga, hann var gott skald.
Úti fara áirnar buldrandi oman í Eyjafjørðin við vetrinum, blaka hann langt út í dýpið. Toybil, vár kanska. Rulla svørt páskaregg niðaneftir. Black Sabbath undir nálina, sum ikki longur er spísk.
Imagine there´s no Easter.
Hatta vóru hasar páskirnar. Hvørja ferð, eg hoyri Imagine, tað er ikki so ofta, tíbetur, minnist eg páskirnar, sum skolaðu út á hav, meðan poppsangarin úr Liverpool bað okkum ímynda okkum, at einki var.
Ein høgtíð var dripin við enskum eitri. Og várið kom buldrandi mitt í allari neyðini.
Tarkus hjá Emerson, Lake and Palmer for frá, sjampanja í vinylfløsku. Orgulbrús.
Guðrið og John.
Og eg droymdi ein løgnan dreym um eina spurnarkapping: hvussu nógvir múrsteinar eru brúktir til at byggja Keypmannahavn?