. Langa løtan, sum eg ikki dugi at siga longdina á í minuttum, er nú meira enn meira óhugnalig. Eg byrji at skilja álvaran. Gerist skakkur av lítlum og ongum. Hendan kenslan av ikki at fata er mestur ræðsla [...] stendur at lesa um, at tokførarin boðaði myndugleikunum frá, at tað var ein feilur við tokinum, men hetta varð sagt ikki at hava týdning, og tokið kundi halda fram. Eitt blað vildi eisini vera við, at ein [...] læstar. Satt at siga er tað ikki fyrr enn aftaná, tá eg eftirupplivi hendingina, at eg kann seta orð á. Hesa løtuna, alt fór fram, var alt mestsum óveruligt. Eg fór ikki í panikk, royndi at finna ein útveg
veitingar uttan at hesi fyribrigdi eru til staðar. Og her er tað, at søgan um fátæku einkjuna kann vera okkum til lærdóms og hjálpar. Fyrst hetta at Gud lítur at hjartalagnum. Onkur kann siga nakað soleiðis: [...] ikki miskunn og kærleika. Tí at miskunn hevur m. a. nakað við samkenslu at gera, at hoyra tað tigandi rópið, síggja tað biðjandi eygnabráðið, at hoyra hjartans talu um at gera øðrum væl. Og vit kunnu [...] verið neyðugt at verið býttur - ella at gera seg býttan - fyri at vera kristin.” Vit mega eisini hugsa. Alla tíðina eiga vit at spyrja okkum sjálvi:”Hvat vildi Jesus gjørt í tí støðu, sum eg nú eri í?”
Tað er áhugavert er at tosa við listamannin og dygdarsmiðin, Archiball Black, sum veit væl um nólsoyingin at siga, sum kom norður í Vág at búgva. Okkara frælsishetja, sum tordi at tosa donsku yvirvøldini [...] longslum og tankum. Tað, sum hevur allarstørsta týdning, er at vit verða hoyrd og sædd. At vit vita, at tað er onkur, sum er góður við okkum. At vit ongantíð eru einsamøll í lívinum. Men at tað verður spurt eftir [...] skaldið og sjógarpurin sum ikki slapp at liva meiri enn í góð fjøruti ár, men sum kortini skrivaði týdningarmikla søgu. Nólsoyar Páll, sum við Royndini Fríðu váðaði lívið fyri at selja skipstroyggjur og
Sosialin-um í gjár, at tey ikki vóru so góð, so eg uggi meg við, at kanska mistu vit ikki so nógv har. Eivør er fyrsta navnið, eg upplivi. Hon er, sum hon plagar at verða. Góð! Super! Onkur segði einaferð í [...] aftur at ballast, var eg næstan flóv av at vera havnarfólk. Ger tað nakað, at ikki alt fyrigongur í høvuðsstaðnum? Eitt er, at man ikki er til alternativan tónleik ella at man ikki hevur tíð at fara á [...] alt hitt, eg skuldi hava til at yvirliva í 2 dagar í tjaldi. Berið í minni, at eitt havnarfrell sum eg sjálv ikki er vant við at bara soleiðis rýma úr Havnini, so ilt er at vita, hvat ein tekur við sær
ætlar sær undir at gera eitt verk, ella tann og tann, sum í teoriini ætlar sær upp á mánan? Fyri slett ikki at tala um, at tað sær út til at bera til at nýta vikur uppá uppihaldsloyvi hjá einum barni úr Cuba [...] yvir, hvussu stórt vald tey veruliga hava... Eru tey greið yvir, at tey satt at siga kunnu billa okkum næstan hvat-sum-helst inn, og at vit uppá standandi fót vilja trúgva tí. Hvussu nógv munnu ikki hava [...] t, sum var í tíðindunum? Sum lótu vindeyguni upp, tí kanónirnar á Skansanum skuldi roynast t.d.? Tí ivast í tíðindunum, tað gera vit ikki, hóast vit í skúlanum altíð fingu at vita, at man eigur at fáa
ein kona bara við at siga: “Eg eri ein kona”. Eins lítið og eg eri vágbingur bara við at siga “eg føli meg sum ein vágbingur”. Tíbetur. Ella ein kvistur, bert tí eg havi trupult við at taka uppá. Nei, [...] terapeutiska tíðaranda, har vit miskunnarleyst fáa at vita, at vit privat eru ó-ófør, at vit ikki klára at takkla nakað sjálvi; at uppliva vit óbehag, tá er onkur diagnosa handan diskin. Tað er aldri tú, men [...] enn at “fáa fingurin út”, sum ein góð advokat-vinkona segði á sinni. Tað vil siga, fáa okkurt veruligt av skafti heldur enn at brúka oseanir av tíð at kanna sær sín heilt persónliga sannleika, at byggja
tí, enn ein útsøgn um, at onkur ætlar sær at ferðast, gevur. Við øðrum orðum, høvdu tað verið fakta, veruligar søgur ella góð ráð um at kanna seg, sum kvinnurnar vórðu bidnar um at deila, so hevði átakið [...] Dam, sum er ráðgevi í marknaðarføring og samskifti á internetinum. - Á ein hátt kann man væl siga, at hetta er genialt í so máta, at øll konufólk gerast partur av einum loyniligum felagsskapi, sum menninir [...] harmast, at eitt átak, sum skal kunna um og seta fokus á bróstkrabba, so lítið hevur at siga um sjálva sjúkuna. Ein føroysk dama skrivaði soleiðis í vikuni: - Eg haldi tað vera irriterandi, at man 3. ella
ikki, at kvinnur sum heild skulu hava meiri politiskt vald, men at ungar, vælútbúnar kvinnur skulu hava meiri politiskt vald.« Í almenna kjakinum verða kvinnur sum tað mest sjálvsagda nevndar sum ein bólkur [...] mugu tora at arbeiða seg upp gjøgnum organisatiónirnar. Tí at krevja at fáa nevndarsessir bara tí man er kvinna er ein stokkutur hiti. Tað vil alt annað líka merkja, at vinnulívið risikerar at fáa minni [...] nepotisma má roknast sum ein trupulleiki, má meritokrati roknast sum ein fyrimunur fyri læring og talentmenning í eini fyritøku. Og sum áður nevnt er neyðugt at fylgja við fyri at standa seg í kappingini
oyggjasamfeløgum ein perla at skriva um. Vit eru jú so deiliga serlig. Og so finna vit uppá býtt og festlig ting, sum at hoppa á bláman á vetrartíð. Eg bíðaði bara eftir, at onkur fór at rópa varskó og ávara [...] tey at skilja tað. Aftaná kom eg í tankar um eina klummu í ferðablaðnum Vagabond, har klummuskrivarin heldur við, at oyggjabúgvar er nakrir løgnir sniglar. Hon tekur sum dømi íslendingar, sum eta rotnan [...] rotnan háv, hava eitt savn við djórasnillum og Reykjavík, sum umhugsar at hava Mumindalin sum vinarbý. Í Føroyum hevði hon sæð »Jesus« skrivað á fleiri støðum inni í tunli, vit hava høgan skatt á slikki
so hvørt sum hann átti at verið enn meira sannførdur um, at upprunaliga metingin var tann rætta. »Orsøkin til, at málið dregur út, er fyrst og fremst »af ressourcemæssige årsager«. Fútin veit, at hendan [...] november 1994? Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita. Sjálvt um fútin lat landsstýrið »lokka seg« at fara undir Heygadrang, átti hann at havt sett seg niður at hugsa seg um áðrenn hann helt fram eftir dómin [...] sum tað eigur at vera. Fútin kann ikki umbera seg við, at hann kann ikki lastast fyri, at dómstólarnir hava verið hinum ómildir í hesum málum. Hann hevur nevniliga bæði skyldu til at reisa ákæru, har hetta