Næstan allir føroyingar uttan undantak eta morgunmat ella koyra til arbeiðis lurtandi eftir morguntíðindunum (og ikki at gloyma at veðurtíðindunum) klokkan hálvgum 8. Flest øll leggja sær døgðurasteðgin soleiðis til rættis, at etið verður afturvið tíðindunum kl. 20 minuttir yvir 12. Og í flestøllum heimum ljóðar tað nakað soleiðis kl. hálvgum 7 á kvøldi: ?Hússsjj, vit lurta efir tíðindunum, kanst tú ikki bíðja við at kloyma fingurin til aftaná!?
Hevði verið áhugavert at vita, um tey, ið hvønn dag oysa tíðindi niður í heilar okkara, eru greið yvir, hvussu stórt vald tey veruliga hava...
Eru tey greið yvir, at tey satt at siga kunnu billa okkum næstan hvat-sum-helst inn, og at vit uppá standandi fót vilja trúgva tí. Hvussu nógv munnu ikki hava følt seg nipnan 1. apríl, tá tey hava trúð uppá okkurt 1. apríl-skemt, sum var í tíðindunum? Sum lótu vindeyguni upp, tí kanónirnar á Skansanum skuldi roynast t.d.? Tí ivast í tíðindunum, tað gera vit ikki, hóast vit í skúlanum altíð fingu at vita, at man eigur at fáa upplýsningar frá so nógvum ymiskum keldum, sum gjørligt, fyri síðani at kunna døma um rættleikan av hesum.
Tá vit hugsa um hetta, er tað løgið at hugsa sær, hvussu nógv av tí, vit hoyra í tíðindunum, eru óneyðug og irrelevant tíðindi, lang tíðindi um lítið og onki. T.d. ein dag har bert eitt eittans innslag er uttanlandatíðindi, og hetta bara er um eina óalmenna onki-uppá-seg vitjan hjá onkrum politikara í onkrum landi; - har tey í ítrottartíðindunum bera tíðinidi um, at onkur ætlar sær et seta eitt met, viðkomandi hevur ikki so frægt sum sett tað enn, tað er bara ein ætlan, ein hypotesa. Álvaratos, nær fara tey so siga frá um tað ella tað listafólkið, sum ætlar sær undir at gera eitt verk, ella tann og tann, sum í teoriini ætlar sær upp á mánan? Fyri slett ikki at tala um, at tað sær út til at bera til at nýta vikur uppá uppihaldsloyvi hjá einum barni úr Cuba, tá tað eru børn aðrastaðni í verðini, ið avgjørt eru verri fyri.
Av og á kann eg ikki lata vera við at hugsa um, hvussu hesi tíðindi vera vald, hvørji kriteriir eru. Er tað tað, sum tey halda kann hava áhuga og fær fólk at verða sitandi við lurtitólið (tað skuldi jú líkasum verið óneyðugt her, har øll kortini lurta eftir øllum), ella er tað tað, sum hevur størstan týdning hjá tí tíðindamanninum, ið velja skal tíðindini tann dagin? Og fyrst og fremt: Eru tíðindini ópartísk? Kunnu vit kenna okkum trygg í, at vit, meðan vit vera rurað í blund av øllum teimum óneyðugu tíðindunum, sum fara inn gjøgnum eitt oyra og út aftur gjøgnum hitt, ikki inn í millum verða fóðraði við tíðindum, ið eru litað av hugsanini hjá tíðindafólkinum ella kanska leiðsluni á stovninum, ið sendir tíðindini? Sum t.d. tá útvarpsmaðurin ger eitt ummæli av onkrum listarligum í tíðindunum? Eru ummæli ikki av prinsipp altíð hugsanin hjá júst tí, sum ger ummælið og ikki almenn tíðindi?
Nei, eg veit ikki, men onkuntíð nemur tankin við meg....
?Hússssjj, tig nú! Klokkan er hálvgum sjey!!!?









