»Latið boðskapin tala inn í okkara tíð«

Eftir áheitan prenta vit prædikuna, sum Emil Olsen, prestur, helt í Norðskála kirkju 23. sunnudag eftir trinitatis - 19. november. Gudstænastan var eisini útvarpað. Teksturin til prædikuna var úr Róm. 13,1-7 og Mark. 12,41-44: Gev teg sjálvan

Emil Olsen,
prestur

Í mongum kirkjum síggja vit, tá vit stíga inn í for­kirkj­una, eina bússu hanga á vegg­i­num, har fólk sjálvboðin kunnu lata pengar í aloftast til kirkjuna. Men í eldri tíð, ser­liga tá sosialu viðurskiftini í sam­felagnum vóru øðrvísi enn nú, hekk eisini ein onnur bússa, har pengarnir, sum latn­ir vórðu, vóru ætlaðir fá­tæk­um. “Til de fattige” plagdi at standa skrivað á teim­um. Men í kvinn­u­for­garð­i­num í halgidóminum í Jer­ú­salem hingu ikki minni enn 13 bússur, sum hvør hevði sítt endamál. Í nakrar varð latið lógboðið ella lóg­á­sett gjald, meðan í aðrar vórð­u latnar sjálvbodnar gáv­ur.
Ein av bússunum var til tey fátæku, einkjur og onnur, sum vóru illa fyri í sam­fel­ag­num. Peningagávurnar vórðu latnar prestunum, sum so løgdu tær í tær røttu búss­ur­nar. Stundum vóru stórar upp­hæddir latnar, stundum minni.
Millum teirra, sum lótu henda dagin, var eisini ein fá­tæk einkja, og í pengum mundi neyvan nakar lata minni enn hon. Men meðan øll hini eru gloymd, minnast vit framvegis hesa fátæku einkju, og prædikað verður um hana við jøvnum mill­um­bil­um í øllum kirkjum.
Jesus hevði sett seg “beint yv­ir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu mannfjøldin legði peningar í kistuna; og mong rík løgdu nógv. Og har kom ein fátæk einkja og legði tveir smápeningar, sum er eitt oyra,” lesa vit. Í okkara peningi lat hon minni enn eina krónu.
Menniskju kunnu undr­ast á, at bara henda fátæka ein­kj­an við síni lítlu pen­ing­a­upphædd verður nevnd, og ikki onkur annar, sum kanska lat serliga nógv. Men Jes­us tekur einkjuna fram, tí at hon gav øðrvísi enn hini. Hon lat alt tað, hon átti, alla ogn sína. Hon gav ikki bara nak­að av sínum yvirskoti, so­leið­is sum vit gera.
Vit geva, sjálvt um talan kann vera um stóra upphædd, tó framvegis bert av tí, sum vit kunnu vera fyriuttan. Tey flestu av okkum kunnu fram­vegis halda fram í okk­ara marglæti og yvirflóð. Fá­tæka einkjan hevði kanska onk­un­tíð sjálv fingið úr hesi somu bússu, sum hon lat í. Tí at tað, sum inn kom í á­vísa bússu, var júst ætlað for­eldr­a­leys­um, einkj­um og øðrum, sum annars ongan møguleika høvdu í samfelagnum.
“Tú mást ikki reingja rætt útisetans ella faðirloysingans og ikki veðtaka klæði einkj­unn­ar,” lesa vit í 5. Mósebók (24,17).
Útisetin ella hin fremm­andi, faðirloysingurin, einkj­an, vóru menniskju, sum máttu liva av vælvildini hjá øðrum. Tey høvdu ongan rætt - vóru rætt­ar­leys. Soleiðis var tað í gamla Ísrael, og so­leið­is var tað vist hjá flest øll­um øðrum fólkasløgum tá í tíðini.
Og soleiðis hevur tað eis­ini sum heild verið í okkara parti av heiminum líka upp til tær nýggjaru tíðirnar. Nak­að alment, sosialt trygdarnet fanst ikki, men harafturímóti kanska eitt størri sosialt trygd­­ar­net í familjuni og slekt­ini, sum møguliga - í hvussu so er manga staðni rund­an um okkum - er minni nú, tá møguleikin er størri at tveita ábyrgdina yvir á tað al­menna. At vera noyddur til at liva einans av vælvildini hjá øðrum er ikki nøkur hug­alig støða. Men tíbetur, úti­set­ar, tey fremmandu, fað­ir­leys, einkjur, tey, sum eru komin tvørtfyri, eru ikki rættarleys longur - í hvussu so ikki her á okkara leiðum.
Í so máta er gingið fram á, sam­stundis sum alla tíðina eig­ur at verða arbeitt fyri at gera okkurt enn betur. Aðr­a­staðni í heiminum er skili verri. Tað, sum fyrr var ein álm­ussa er nú ein rættur, sum eisini gott er. Men hetta er ikki altíð tað sama sum at vísa miskunn og kærleika.
Sosialum fyriskipanum kunnu vit lóggeva fyri, men ikki miskunn og kærleika. Tí at miskunn hevur m. a. nak­að við samkenslu at gera, at hoyra tað tigandi róp­ið, síggja tað biðjandi eygn­a­bráð­ið, at hoyra hjartans talu um at gera øðrum væl. Og vit kunnu væl hava góð­ar sosialar fyriskipanir og veitingar uttan at hesi fyr­i­brigdi eru til staðar. Og her er tað, at søgan um fátæku einkj­una kann vera okkum til lærdóms og hjálpar.
Fyrst hetta at Gud lítur at hjart­a­lagnum. Onkur kann siga nakað soleiðis:
”Er tað ikki líkamikið hvussu hjartalagið er, bara gávan verður latin og kemur teimum til góða, sum hava brúk fyri henni?”
Og sjálvandi kann vera nak­að um tað, men bert í ein vissan mun. Tí at hesin hug­burður er í fyrsta lagi ó­dám­lig­ur og í øðrum lagi alt ov ein­faldur. Tí at har hjartað er við kemur eisini meira burt­ur­úr, vit vera meira íðin, brenn­andi og áhaldandi og møð­ast ikki so skjótt. Har hjart­að ikki veruliga er við, kann tað so lætt gerast til upp­lop - nakað kensluligt í løtuni - og so er tað gloymt, tá ein stutt tíð er farin.
Høvdu øll í einum samfelag havt hjartalagið við - havt Jesu sinnalag - hevði mangan sæð øðrvísi út, og vit høvdu gramt okk­um minni, um tað kost­aði okk­um nýtt innbúgv ella eina uttanlandsferð ella kost­aði okkum nakað, so at tað veruliga var eitt offur. Tá kundu eisini tær smáu gáv­urnar tilsamans verðið ein stór gáva. “Maður hygg­ur at tí, ið val stendur í eyg­u­num; men Gud hyggur at hjartanum,” lesa vit í Halgu­bók. (1. Sám. 16,7). Sjálvt yvir tí, sum tykist smátt, er ein vakurleiki, tá tað er borið av kærleika. Tí vermdu hesir smápeningar Guds hjarta meira enn hinar gávu­rnar. Og tí tekur Jesus fátæku einkjuna fram, og tí er hon ikki gloymd í kristnu kirkjuni. Tí har kærleikin er, har veruliga verður ofrað, har kann tað, sum tykist smátt, lýsa í øllum sínum bjart­leika og vakurleika øðr­um til fyrimyndar. Í øðrum lagi lærir søgan um fátæku einkj­una okkum tí eisini nak­að um ósjálvsøkni og gávu­mildi.
Og her skulu vit sjálvsagt ikki bert hugsa um pengar, men eisini um tænastu - um at geva seg sjálvan. Sagt verð­ur, at í eini lítlari bygd í Afrika, var einaferð ein ov­ur­stór kurv sett fram til inn­savnan, har bygdarfólkið kundi leggja gávur sínar í, ymist, sum tey kundu vera fyriuttan, mest klæði, amboð og annað. Men har var eisini ein fátækur maður, sum on­g­ar lutir hevði at lata. Hann steig tá upp í kurvina og segði:
”Her eri eg, brúka meg, eg eri til reiðar til tænastu.” Tað er kall okkara, sum kristin kirkja her á foldum “at verða Krist­us fyri næsta okkara,” sum Martin Luther málber seg. Tað er ikki altíð tað stóra, sum skal til. Vit kunnu rætta hon­um, ið tystur er, eina skál av vatni, vitja hin sjúka, troysta hin sorgarbundna, vísa gestablídni móti hinum fremm­anda, verja hin veika, hjálpa teimum, sum falla utt­an fyri vanligar givnar karm­a­r, heldur enn at tutla í krókunum ella fordøma og í ringasta føri forfylgja.
Tað er veruligur og sannur krist­­in­­dómur heldur enn at duka í høvdið á fólki við skrift­­støðum tikin burtur úr røttum samanhangi og heild­­ar­boð­skapi, og sum tá mangan kann enda í beinleiðis bók­stav- og lógartrældómi, kær­leiks­loysi, ja, næst­an “kyn­ismu” - kensluloysi - og beinleiðis misskiljing av heild­arboðskapinum og lítl­ari og ongari fatan fyri øðr­vísi hugsandi.
Tað ber mang­an ikki til at sam­tala við slík menniskju, tí tey hava aloftast øll svarini framm­anundan kanska í ein­um ella øðrum skriftstaði riv­ið út úr samanhanginum og heild­ar­myndini. Men sum mær er sagt at ein prestur ein­a­­ferð skal hava sagt í eini prædiku:
”Tað skuldi ikki verið neyð­ugt at verið býttur - ella at gera seg býttan - fyri at vera kristin.” Vit mega eisini hugsa. Alla tíðina eiga vit at spyrja okkum sjálvi:”Hvat vildi Jesus gjørt í tí støðu, sum eg nú eri í?” Vit finna mang­­an svarið í Bíbliuni, men tað er ikki vist, at vit alt­íð finna beinleiðis svarið í Bíb­liuni, av tí at spurningurin (pro­blem­still­ing­en), sum vit drag­ast við, kanska ikki verð­ur beinleiðis viðgjørdur har, var kanska ókendur ella vit hava fingið annað inn­lit, sum tey ikki høvdu, tá Bíblian varð skrivað, av tí at vit liva undir øðrum um­støðum og í eini aðrari tíð.
Tí mega vit viðhvørt taka eina heildarmynd og spyrja so av nýggjum: ”Hvat vildi Krist­us gjørt? Hvør er andin í krist­in­dóm­i­num?” Og so siga við okkum sjálvi: ”So­leið­is má eg eisini gera - í tí støðu, sum eg nú eri í! ” Tað er sann­ur Bíbliutrúskapur, tá vit so­leið­is - á henda hátt - lata boð­skap­in tala inn í okkara tíð, í tí støðu, sum vit nú eru í, og sum í vissum førum kann vera øðrvísi enn áður. Tá kemur Bíblian veruliga til sín rætt og verður altíð tíð­ar­bar (aktuel). Tað er jú ikki altíð so lætt og eintýtt, sum summi vilja gera tað til, at finna svarið og loysnirnar bara við at vísa til eitt ella annað skriftstað. Bíblian kann tí ikki altíð og í øllum førum nýtast sum svarlisti til allar spurningar og mál, men tó altíð sum grundarlag og leiðbeinandi, tí at vit eru kall­að til at ganga í Jesu fót­a­spor­um, at vísa sama sinnalagi mót­vegis øðrum, sum vit møta hjá Jesusi Kristi. Geva av pengum og tíð okkara, ja, av okkum sjálvum til teirra, sum hava brúk fyri tí, ella sum Paulus ápostul so einfalt sigur:
”Verið góðir hvør við ann­an, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykk­um í Jesusi Kristi.” (Ef. 4,32). Jesus talaði til hjart­að og samkensluna, og hann strikaði øll mørk mill­um menniskju.
“Soleiðis er Gud móti tykk­um, veri tí eisini tit so­leið­is móti hvør øðrum,” sig­ur Jesus. Soleiðis kann frásøgnin um fátæku einkj­una lara okkum nakað um hjartalag, kærleika og um­sorgan, gávumildi, off­ur og tænastu í Jesu fóta­spor­um.

So lær meg, o, Harri, at tæna tær her
og nýta tað pund, mær er givið,
í dagligum virki, í orði og gerð
tí bróðir at hjálpa, sum veikari er,
at elska, tí tað er at liva. (SFK 326,4b).