hvørjir partar hava tørv á broytingum. - Nøkur av teimum viðurskiftum, sum áttu at verið hugt nærri uppá eru m.a., um tað eigur at verða størri munur á teimum krøvum, sum verða settir til tilboðsfyrispurningar [...] mun. At enda staðfestir Vinnuhúsið, at tað ov ofta kemur fyri, at ásetingar í rundskrivinum ikki verða hildnar. - M.a. kemur tað framvegis fyri, at útboðstilfarið verður orðað á donskum, hóast tað greitt
fiskurin varð tikin, av teimum sum vórðu sett á sjógv sum smolt við lægri góðsku, tí smoltini høvdu verið útsett fyri vánaligari vatngóðsku á eini smoltstøð í 2021. Útlitini fyri føroyska aligeiran eru [...] í 2024, tá ið meira fæst fyri fiskin, tí hann er vorðin størri. Fyri at minka um lívfrøðiligu váðarnar í sjógvalingini í Skotlandi, hevur Bakkfrost endurskoðað strategiina fyri sjógvalingina komandi árini [...] 200-300g, sum er umleið 98% av samlaðu útsetingini fyri 2024. Tá ið Applecross smoltstøðin er liðug, um ársskiftið 2024/2025, verður smoltstøðin før fyri at framleiða øll neyðugu smoltini til skotsku alingina
og tunnil. Hetta fyri at geva m.a. lokalum fyritøkum í Suðuroy ein beinleiðis kjans í verkætlanini. Hetta er eftir mínum tykki ein fínur máti at stuðla upp undir lokalt vinnulív og teimum, sum annars høvdu [...] annlegsverkætlanir at vísa á hjá tí almenna at bjóða uppá frammanundan. Tær fyritøkurnar sum eru førar fyri at gera alla verkætlanina sjálvar, skulu nokk eisini bjóða upp á øll arbeiðini kortini. Hilbert Elisson
Fiskimannafelag, sluppu ikki at verja seg, áðrenn burturvísingin varð sett í verk. Tað siga onkrir av teimum, vit hava tosað við, men sum vilja verða ónevndir. Men Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag [...] at tað var ólóglig framferð av formanninum, tá ið hann einsamallur tók avgerðina um at burturvísa teimum fýra fiskimonnunum, sum hann sjálvur váttar í aðrari grein her á síðunum. At burturvísa fólki úr [...] kallast eitt dagligt fyrikomandi mál, sum er arbeiðsøkið hjá formanninum og tí skuldi tað verið lagt fyri nevndina. Og sum tað sæst á hinari greinini, er tað nettupp tað, sum næstformaðurin í Fiskimannafelagnum
Sosialurin skilur, at undirtøkan er stór fyri ráðstevnuni, sum er tann fyrsta av sínum slag. Roknað verður við, at umboð fyri mong oljufeløg og ikki minst fyri contractorfeløg fara at luttaka. Hetta eru [...] Eftir landsstýrisfundin vórðu landsstýrisfólkini á fundi saman við umboðum fyri Oljumálastýrið, sum greiddu teimum frá útbjóðingini. Útkastið til útbjóðingina byggir í høvuðsheitum á oljulógina, sum løgtingið [...] at útbjóðingin er klár, tá skipað verður fyri eini ráðstevnu í Aberdeen seinast í mánaðinum um nettupp Føroyaøkið. Tað er fyritøkan Euroforum, sum skipar fyri hesum tiltakinum, ið burturav fer at snúgva
meta um og avvega teir ymsu tættirnar í endaligu útbjóðingini. Oddamaður fyri hesum arbeiði hevur verið David Black, stjóri fyri orkuráðgeving. Hann er sjálvur væl nøgdur við samstarvið og úrslitið av [...] verða til fyrimunar fyri Føroyar bæði so og so, tvs. at samstundis sum føroyingar tryggja seg og síni, so verða karmar og treytir so mikið góðar, at hetta ger føroyska økið áhugavert fyri oljufeløgini. Hann [...] nakað fløktar. -Eg haldi, at treytirnar vit hava funnið fram til eru nøktandi fyri oljufeløgini í fyrstu syftu, og somleiðis fyri føroyska samfelagið. Landsoljufelag bíðar Hvat viðvíkur spurninginum um la
føroyskum áhugamálum samtíðis sum hon er attraktiv fyri investorarnar. Hetta er ein ballansugongd av teimum torføru, men nú talan er um at seta spónin í fyri fyrstu ferð, eigur sjálvandi eisini at bera til [...] seriøst og fyri ikki at hava nakrar leysar endar hevur fyrisitingin havt tætt samstarv við ráðgevarar úr útlandinum. Her er talan um fólk, sum eru við við slíkt arbeiði og sum vita, hvat krevst fyri at fáa [...] TAÐ er greitt, at bæði hjá altjóða oljufeløgunum og eisini hjá okkara egnu oljuumsiting - fyri ikki at tala um vinnulívið - verður bíðað við spenningi eftir viðgerðini á tingi. Hon fer so at byggja á tað
seta fólk at rokna uppá, hvussu nógv oljufeløgini skulu gjalda fyri at sleppa í gongd, hvussu nógv skulu tey fáa burtur úr osfr. Væl fyri við fólki Nú hann sjálvur hevur valt at fáa sær eina hægri útbúgving [...] koma til - tó ikki harvið fyri at kunna keypa fólk ol. Tey, sum feløgini skulu samráðast við ella ímóti, mugu eisini hava ein ávísan førleika skal nakað skilagott koma burtur úr fyri báðar partar. Regin Hammer [...] Hammer ber annars ótta fyri eins og so nógv onnur, at lágu oljuprísirnir verða galdandi leingi aftrat. Men harvið tekur hann ikki undir við teimum, sum siga, at vit eiga at lata oljuna liggja til betri
at halda fram við koyringini sum higartil. Tað vilja bussførararnir ikki. Teir krevja ávísar ábøtur fyri at halda fram. Støðan hjá Bygdaleiðum í Suðuroy er so ógreið, at neyðugt verður at taka alla koyringina [...] eisini um ferðaætlanina, eins og ógreiða er um skúlabarnakoyringina, sigur hann í brævi, sum sent er teimum, ið hava boðið upp á koyringina í Suðuroy. Krevja ábøtur Ein teirra, sum í dag koyrir buss í Suðuroy [...] áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, segði hann, at mánadagurin væntandi fór at verða avgerandi fyri, hvat hendi. ?Nú hava vit givið tol so mikið leingi, at vit klára saktans ein dag ella tveir afturat
tryggja føroyska samfelagnum sín rætt til inntøkur og arbeiði, samtíðis sum vit gera tað áhugavert fyri teir, sum skulu gera íløgurnar. Afturvendandi spurningurin hevur eisini verið, hvørjar treytir føroyingar [...] RIN uppá 27% er lágur í mun til grannalond. Var hesin partafelagsskattur 20%, so var kanska pláss fyri einari optión uppá eini 5% ella meira, eftirsum eitt landsoljufelag uppá núverandi tíðspunkt sær út [...] tingmenn at umhugsa júst henda møguleikan við optión, tí tað vil tryggja føroyska samfelagnum luttøku í teimum góðu fundunum, sum verða gjørd. Tað er so eisini greitt, at henda optión bert verður aktuell, tá