Nú uppskotið til útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum er til viðgerðar í tinginum kundi verið áhugavert at vitað, hvørjar ráðgevar føroyskir myndugleikar hava brúkt í arbeiðinum at leggja til rættis hetta so týðandi kapittul í vinnusøgu okkara, og hvørji ráð hesir hava givið. Hóast allar góðar kreftir í Føroyum eru brúktir í hesum arbeiði, so hevur tað alla tíðina verið mett rætt eisini at troyta ta vitan og royndir, sum útlendsk fakfólk og serfrøðingar innan oljuvinnu liggja inni við. Í hesum sambandi fall avgerðin á ráðgevandi fyritøkuna Wood Mackenzie, ið er ein undirdeild av Deutsche Bank AG. Annars hava føroysku myndugleikarnir alla tíðina hesi seinastu árini havt samband við útlendskar ráðgevar av ymsum slag,
Hesar seinastu mánaðirnar hava fólk frá Wood Mackenzie-fyritøkuni arbeitt tætt saman við føroysku myndugleikunum at meta um og avvega teir ymsu tættirnar í endaligu útbjóðingini.
Oddamaður fyri hesum arbeiði hevur verið David Black, stjóri fyri orkuráðgeving. Hann er sjálvur væl nøgdur við samstarvið og úrslitið av arbeiðinum og heldur, at føroyingar fáa eina góða útbjóðing við tí, sum nú fyriliggur. Hann sigur, at uppgávan tey fingu frá Oljumálastýrinum var fyrst og fremst at tryggja, at Føroyum verða kappingarførar við onnur leitiøki og harnæst at tryggja, at føroyska samfelagið fær tann sín rættvísa part frá møguligum oljufundum.
David Black sigur, at her var serstakliga hugsað um at finna røttu rókina - millum bretsku og norsku útbjóðingarnar. Og her ikki minst at finna røttu leguna, nú Føroyar skulu til at kappast við ta 19. útbjóðingina í bretskum øki, heilt uppat føroyska markinum og síðani ta 16. runduna í norskum øki. So talan var um at finna rætta millumvegin.
Alt hetta var eisini gjørt við tí fyri eygað at finna fram til, hvussu tú fekst útlendsk oljufeløg at vísa Føroyum áhuga um somu tíð, sum mong onnur øki eitt nú í Angola, Brasilia, Meksikanska flógvanum, bjóða seg fram.
Hvussu kanst tú tryggja tær, at tey stóru multinationalu oljufeløgini heldur velja Føroyar sum sítt framtíðar leitiøki enn øll hini økini!
David Black sigur, at teirra arbeiðssetningur hevur verið at ráðgeva føroyskum myndugleikum um, hvat skal til fyri, at oljufeløgini vilja vera við í eini føroyskari útbjóðing. -Vit hava so eisini hugsað um, hvussu ein skattaskipan kann tryggja føroyska samfelagnum neyðugu inntøkurnar og vinningin frá risastórum feltum, sum kunnu verða funnin í føroyskum øki.
Nú teir eru lidnir við sína uppgávu í Føroyum á hesum sinni heldur David Black, at úrslitið av arbeiðinum avgjørt kann verða til fyrimunar fyri Føroyar bæði so og so, tvs. at samstundis sum føroyingar tryggja seg og síni, so verða karmar og treytir so mikið góðar, at hetta ger føroyska økið áhugavert fyri oljufeløgini. Hann viðgongur tó, at skattareglurnar kunnu tykjast nakað fløktar.
-Eg haldi, at treytirnar vit hava funnið fram til eru nøktandi fyri oljufeløgini í fyrstu syftu, og somleiðis fyri føroyska samfelagið.
Landsoljufelag bíðar
Hvat viðvíkur spurninginum um landsoljufelag, so heldur hann, at hetta er eitt rættiliga viðbrekið evni. Hann vísir á, at Statoil var ikki stovnað fyrr enn eftir 2. útbjóðing í norskum øki. Og hyggja vit at bretska økinum, so var tað almenna oljufelagið tá ikki stovnsett fyrr enn 10 ár eftir, at fyrstu loyvini vórðu latin. Hetta felagið er ikki til longur.
David Black sigur, at tú nýtist ikki at hava eitt landsoljufelag við frá byrjan. M.a. skal støða takast til rættliga mong viðurskifti, áðrenn tú setir á stovn eitt landsoljufelag. Her er tað serspurningurin, hvussu man ætlar sær at fíggja eitt slíkt oljufelag, tí tá tað kemur til útvinning, so verður tað ómetaliga dýrt serstakliga í einum øki sum Føroyum. David Black vísir á, at skal eitt landsoljufelag hava t.d. 5% lut í einum felti her, so fer íløgutørvurin hjá felagnum at vera umleið 400 mill. danskar kr. Ein av orsøkunum til at almenna bretska oljufelagið varð avtikið var nettup hetta við íløgutørvinum. Bretska stjórnin helt tað vera ov dýrt. Hyggur tú so at Angola, so sært tú, at almenna oljufelagið har veruliga hevur trupult við at útvega sín part av menningarkostnaðinum, so stjórnir eiga at umhugsa sera væl, hvussu tær ætla at fíggja teirra landsoljufeløg.
Eisini er tað spurningurin, um tað er rætt av eini stjórn at skula taka váðan á seg at vera við í bæði leiting og framleiðslu. Spurningurin her er, um tað ikki er skilabetri gjøgnum skattaskipanina at taka sær sín rímuliga part av vinninginum.
Dýrt at bora
David Black sigur, at helst verður bert ein út av 4 ella 5 brunnum til eitt veruligt oljufund, og roknað verður við, at tað kostar einar 150 mill. kr. at bora ein brunn við Føroyar. Tvs. at tú skal brúka kanska eina milliard krónur, áðrenn tú ger eitt fund. -Hesi tøl vísa bara, hvat tað er fyri ein váði vit tosa um, og spurningurin er, um ein stjórn heldur tað er rætt at taka ein slíkan váða á seg eisini!
David Black sigur tí, at Wood Mackenzie hevur mælt føroysku myndugleikunum frá at stovna eitt alment oljufelag í hvussu er í fyrstu syftu.
Í ráðgevingini til bæði olju- og fíggjarmyndugleikarnar hava teir mælt til eina skattaskipan, sum skapar áhuga fyri at útvikla smærri felt. Somuleiðis at um tað verða funnin heilt stór felt ella oljuprísirnir fara upp í loft, at hesi virði so eisini koma føroyska samfelagnum til góðar. Tí mæla teir til minni skatt, har tað eru minni lønandi felt og meiri skatt, har feltini geva meira av sær. Hetta er so eisini fyri at tryggja sær virksemi, sjálvt um tað bara verða funnin smærri felt.
Tað er nettup ein av trupulleikunum við tí føroyska økinum, at oljufeløgini enn ikki hava kunnað peikað út øki, sum kunnu goyma tey heilt stóru feltini, sum man metir eru neyðug fyri at fáa lønsemi í - tá hugsað verður um stóra váðan og stóru íløgurnar í hesum torføra økinum. Men møguleikin er sjálvandi fyri at finna elefantar, risastór oljufelt, eitt nú basaltinum, og nettup tí hevur man lagt upp til eina skattaskipan, sum eisini tekur hædd fyri tí.
Reyði tráðurin í ráðgevingingi frá Wood Mackenzie fólkunum hevur tí verið at finna eina skattaskipan, sum kann vera kappingarfør við onnur øki. Tað finnast so mong onnur umráði úti í heimi, har treytirnar eru lagaligar, at tað hevur verið roynt at finna ta røttu javnvágina, soleiðis at feløgini vilja gera íløgur her samtíðis sum føroyska samfelagið eisini fær sín part. David Black ivast ikki í, at 1. útbjóðing við Føroyar verður væleydnað, um føroyskir myndugleikar halda fram á tí skilagóðu kós, sum teir sjálvir hava sett og sum síðani er justerað av ráðgevingini frá teimum og øðrum.
Hann heldur, at tað besta, sum kann henda, er, at so nógv feløg sum gjørligt vilja vera við í leitingini við Føroyar. Hann metir annars føroysku oljumyndugleikarnar professionellar og nóg góðar til at kunna handfara hetta so stóra málið.