Sum eygleiðari av gongdini í oljumálinum øll hesi seinastu árini ásannar Regin Hammer, at tað hevur gingið seint við at fáa tingini uppá pláss men hann viðgongur í sama viðfangi, at marknaósemjan eigur ein stóran part av skyldini.
-Eg haldi, at fólkini á Oljumáladeildini hava brúkt bíðitíðina øgiliga væl til at fyrireika seg í. Og tey hava borið seg rætt at. Sjálvur havi eg varhugan av, at føroyska oljufyrisitingin hevur gott innlit í, hvat gongur fyri seg. Hon er ikki órealistisk og kennir eitt nú oljufel-øgini uppá fyrstu hond. Tí haldi eg man kann siga, at henda bíðitíðin hevur verið bæði góð og ring.
Regin Hammer heldur annars, at um vit skulu hava eina útbjóðing til heystar, so eigur henda helst at verða klár rættiliga tíðliga í heyst, tí feløgini skulu verða klár at skjóta seismikk og hava eina verkætlan klára til næsta summar. Tá nyttar ikki at koma út við útbjóðingini so seint sum desember ella í januar. Feløgini klára neyvan at seta saman eina nóg góða operatiónsætlan uppá so fáar mánaðir til at seta í gongd um summarið.
-Eg haldi tó, at alt tykist at vera á rættari kós, men vit mugu so líka ansa eftir, at útbjóðingin ikki verður seinkað aftur, um vit meina nakað við, at feløgini skulu sleppa í gongd við leiting.
Skilagott við samstarvi við bretar
Nú hevur Regin verið í Bretlandi í fleiri ár og tí eisini kunnað eygleitt menningina av oljuvinnunu har. Hvussu ímyndar hann sær eitt møguligt samstarv millum føroyingar og bretar á oljuøkinum?
-Tað kundi so verið innan fyri útbjóðing, tí tað hava vit ikki roynt fyrr. Eg trúgvi væl, at vit kundu fingið nógv gott frá teirra royndum.
Regin Hammer heldur, at hetta eisini átti at borið til, tí fólkini á oljufyrisitingini hava dugað sera væl at koma í samband við onnur lond og aðrar fyrisitinginar til tess at vita, hvussu hesar hava skipað seg og borið seg at.
-Tær nýtist ikki at kopiera skipaninar hjá øðrum. Tú kanst hyggja eftir, hvussu teir hava borið seg at og so taka tína egnu støðu út frá tí.
Høvuðsuppgáva um skatting í Føroyum
Regin Hammer lat herfyri inn høvuðsuppgávuna í sambandi við útbúgvingina í Dundee. Evnið var nettup oljuskatting, og um tann føroyska skattaskipanin nøktaði tørvin hjá Føroyum.
Hann gitti sær til eina slíka skipan og bygdi hana uppá nøkur standard oljufelt. Út frá tí gittu skattaskipanin kom hann fram til ta niðurstøðu, at føroyska økið var ikki so attraktivt m.a. tí at vágin er so stórur. Hetta eru so bert metingar, sum ein má vara seg við at lesa nakað ávíst út av. Men slík uppgáva kann geva eitt gott innlit í, hvørji aspekt ein eigur at hyggja eftir, tá man designar eina oljuskattaskipan tvs. hvat hon skal gera og ikki, hvat oljufeløgini skulu fáa burtur úr osfr.
Tað uppskotið, sum nú liggur í tinginum, er bara vanligur inntøkuskattur, sum øll lond hava. Fyri at fáa eina heildarmynd av einum útviklingi má ein eisini vita, hvat serskattur og nýtslugjald skulu vera. Og tá ein útbjóðing skal fara út má ein eisini seta fólk at rokna uppá, hvussu nógv oljufeløgini skulu gjalda fyri at sleppa í gongd, hvussu nógv skulu tey fáa burtur úr osfr.
Væl fyri við fólki
Nú hann sjálvur hevur valt at fáa sær eina hægri útbúgving innan oljuvinnu spurdu vit Regin, um vit í Føroyum útbúgvingarliga sæð eru væl fyri at taka ímóti oljuvinnuni, soleiðis at vit ikki verða við sviðusoð, tá vinnan kemur í gongd?
-Tað haldi eg man vera á heilt góðari leið. Vit hava longu so nógvar føroyingar, sum hava verið í praktikk ol. Tá hugsað verður um, at vit ikki enn hava sæð ein dropa av olju, so eru vit væl fyri í so máta. Tað gongur eisini rættiliga lang tíð frá olja verður funnin til framleiðsla byrjar.
-Nú tá tú hevur fingið eina útbúgving, sum er lutvíst sponsorerað av oljufeløgum, hevur tú tá nakran ampa av tí, at onkur kanska heldur, at oljufeløgini tá hava lagt bond á teg?
-Nú arbeiði eg so í Fíggjarmálastýrinum, og har skal eg arbeiða ?ímóti? oljufeløgunum. Tað liggur í teirra áhugamálum at útbúgva fólk til sín sjálvs og til mótpartin. Tað er einki verri fyri eitt oljufelag enn at koma í eitt land, har eingin hevur ánilsi um, hvat tosað verður um, har vitleys krøv verða sett upp, og har eingin veit, hvat hvussu vinnan virkar og hvat hon kostar.
Regin Hammer sigur, at oljufeløgini royna at útbúgva fólk, soleiðis at hesi eisini kunnu arbeiða í tí landinum, tey koma til - tó ikki harvið fyri at kunna keypa fólk ol. Tey, sum feløgini skulu samráðast við ella ímóti, mugu eisini hava ein ávísan førleika skal nakað skilagott koma burtur úr fyri báðar partar.
Regin Hammer ber annars ótta fyri eins og so nógv onnur, at lágu oljuprísirnir verða galdandi leingi aftrat. Men harvið tekur hann ikki undir við teimum, sum siga, at vit eiga at lata oljuna liggja til betri tíðir - um her er nøkur.
-Um oljufeløgini ikki eru áhugað fyri oljuni, so er tað teirra avgerð. Sjálvur haldi eg ikki, at vit skulu blanda tað uppí, um vit vilja hava hana ella ikki. Soleiðis sum gongdin hevur verið, mugu vit lata økonomisk áhugamál finna út av tí. Ber tað ikki til, so ber tað kanska til seinni. Men leitar tú ikki nú, so finnur tú ongantíð út av, um nakað er í undirgrundini. Tí haldi eg ikki tað er nøkur grund til at bíða.
Vit skapa karmar - oljufeløgini leita
Regin Hammer heldur okkara uppgávu vera at skapa fyritreytir fyri, at oljufeløgini við síni ekspertisu og pengum kunnu vita, um olja er her ella ikki.
-Oljufeløgini skulu gera tað tey duga best, og tað er at finna olju. Vit skulu so skapa karmarnar, og gera tað møguligt undir okkara lógum og reglum, at leiting kann fara í gongd. Og so skulu vit tryggja, at vit fáa nakað burtur úr eisini. Kolvetnisskattalógin, sum er løgd fyri tingið, er so ein partur av hesum.
Hann leggur aftrat, at umrøddu karmnar skulu so eisini fevna um ynski okkara at fyrireika føroysku vinnuna til at vera við.
Hvat viðvíkur einum almennum føroyskum oljufelag, so er tað eisini nakað, sum verður tikið við í metingarnar, tá oljufeløgini koma inn í eitt nýtt øki. Fyri oljufeløgini er tað eisini at meta sum eitt slag av skatti. Regin Hammer sigur, at vit mugu so vega eitt alment oljufelag upp ímóti tí, um vit heldur vilja hava pengarnar inn gjøgnum skatt. Har má so vera ein javnvág.
(Regin Hammer ger vart við, at hetta eru hansara persónligu sjónarmið, og ikki tey hjá Fíggjarmálastýrinum, har hann starvast