Eftir landsstýrisfundin vórðu landsstýrisfólkini á fundi saman við umboðum fyri Oljumálastýrið, sum greiddu teimum frá útbjóðingini.
Útkastið til útbjóðingina byggir í høvuðsheitum á oljulógina, sum løgtingið samtykti í fjør. Í útbjóðingini verða eitt nú teigarnir útpeikaðir til leiting, og har er eisini ásett ta avgjald, sum oljufeløgini skulu lata fyri at kunna bora á føroyskum øki. Spurningurin um serskattir og skatt er nakað, sum Fíggjarmálastýrið leggur til rættis.
Nú landsstýrið hevur viðgjørt málið fer tað víðari til limirnar í samgonguflokkunum. Seinni verður tað so lagt fyri tingið.
Ráðstevna í Aberdeen
Úti í tí stóru oljuverð verður við spenningi bíðað eftir, at treytir í sambandi við 1. útbjóðing verða almanna-kunngjørdar. Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga seg vóna, at útbjóðingin er klár, tá skipað verður fyri eini ráðstevnu í Aberdeen seinast í mánaðinum um nettupp Føroyaøkið.
Tað er fyritøkan Euroforum, sum skipar fyri hesum tiltakinum, ið burturav fer at snúgva seg um framtíðar møguleikarnar á føroyska landgrunninum í sambandi við olju- og gassleiting og framleiðslu.
Nógvir av høvuðsaktørunum í føroysku oljudebattini verða við sum fyrilestrarhaldarar. Har verða m.a. stjórin í Vinnumálastýrinum Herálvur Joensen, leiðarin á Jarðfrøðissavninum, Martin Heinesen og fyrrv. formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini og samráðingarnevndini um markið, Árni Olafsson.Harumframt verða umboð fyri tær tríggjar útgerðarhavnirnar, sum bjóða seg fram, nevniliga Asco Føroyar og útgerðarhavnina í Runavík og hana á Drelnesi. Eitt nú skulu Gunnbvør Balle og Graham Steward halda fyrilestrar. Eisini aðrir føroyingar fara at halda fyrilestrar, eitt nú Peter Even Djurhuus, advokatur.
Millum útlendsku fyrilestrarhaldarar verða Alex Kemp, ið starvast sum búskaparfrøðingur í oljuvinnu við lærda háskúlan í Aberdeen og Peter Rattey frá BP Amoco.
Sosialurin skilur, at undirtøkan er stór fyri ráðstevnuni, sum er tann fyrsta av sínum slag. Roknað verður við, at umboð fyri mong oljufeløg og ikki minst fyri contractorfeløg fara at luttaka. Hetta eru veitararnir, sum oljufeløgini brúka, tá farið verður undir leiting, framleiðslu og annað virksemi í einum øki.
Umboð fyri Phillips vitjaðu
Mánadagin vitjaðu tríggir av oddamonnunum í amerikanska oljufelagnum Phillips í Føroyum. Talan var m.a. um varaforsetan fyri altjóða leiting, Mike Coffelt. Hann kom beinleiðis úr Kina til Føroya at kunna Oljumálastýrið um ynskið hjá Phillips at vera við í eini útbjóðing og annars at frætta um komandi útbjóðing.