Útblakaðir fiskimenn sluppu ikki at verja seg

Teir fýra fiskimenninir, sum nú eru burturvístir úr Føroya Fiskimannafelag, sluppu ikki at verja seg, áðrenn burturvísingin varð sett í verk.

Tað siga onkrir av teimum, vit hava tosað við, men sum vilja verða ónevndir.

Men Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, váttar, at menninir fingu ikki ætlanina um burturvísingina til hoyringar so at teir sluppu at siga sína hugsan.

Tað halda menninir, átti at verið eitt minstakrav tá ið hugsað verður um, hvussu álvarligar avleiðingar ein burturvísing hevur, tí tað merkir í veruleikanum, at teir sleppa ikki aftur til skips á føroyskum kjøli.

- Teir spurdu ikki okkum um tað var rætt, sum teir gørdu, so tað má ganga báðar vegir, er svarið frá Jan Højaard.

Annars er brævið, har teir verða burturvístur, rættiliga stuttorðað.

Har stendur bara at ….Vit gera vart við, at tygum xxxx ikki eru limir hjá okkum.

Hetta hendi, tá tygum mynstraðu umborð á Carlton, sum var í stríð við § 13, ið gevur burturvísing frá Føroya Fiskimannafelag.

Brævið er undirskrivað av Jan Højgaard.

Her kann leggast afturat, at grein 13 í viðtøkunum sigur ikki, at limur skal verða burturvístur, men at hann kann verða burturvístur.

Men tað stendur eisini í viðtøkunum hjá Fiskimannafelagnum, at…. felagsformaðurin hevur ábyrgd av dagligu leiðslu felagsins og tekur avgerð í dagliga fyrikomandi málum....

Sostatt eru tað nógv, sum eru sannførd um, at tað var ólóglig framferð av formanninum, tá ið hann einsamallur tók avgerðina um at burturvísa teimum fýra fiskimonnunum, sum hann sjálvur váttar í aðrari grein her á síðunum.

At burturvísa fólki úr felagnum, kann neyvan kallast eitt dagligt fyrikomandi mál, sum er arbeiðsøkið hjá formanninum og tí skuldi tað verið lagt fyri nevndina. Og sum tað sæst á hinari greinini, er tað nettupp tað, sum næstformaðurin í Fiskimannafelagnum krevur.

Les eisini greinina: Jan Højgaard einsamallur

um at tveita fýra mans út