TAÐ er greitt, at bæði hjá altjóða oljufeløgunum og eisini hjá okkara egnu oljuumsiting - fyri ikki at tala um vinnulívið - verður bíðað við spenningi eftir viðgerðini á tingi. Hon fer so at byggja á tað arbeiðið, sum Oljumálastýrið hevur gjørt. Í skrivandi løtu kenna vit ikki innihaldið í uppskotinum, men tað skilst, at tað er ein neyv avvegan millum føroysk og útlendsk áhugamál tvs. at treytirnar verða av slíkum slag, at oljufeløgini bæði tora og vilja vága íløgur her, og at føroyska samfelagið samtíðis fer at fáa tað burtur úr, ið tað eigur sum ognari av undirgrundini eigur.
TAÐ er ikki bara at siga tað at fara undir eitt so stórt og krevjandi arbeiði sum at leggja eina útbjóðing til rættis. Okkara fólk eru ikki von við slíkt, og tí er eisini talan ein eina innlæringsprosess. Men at bjóða út partar av landgrunninum til útlendsk oljufeløg er eitt so mikið álvarsamt mál, at Oljumálastýrið hevur - sum skilst - gjørt sær sera stóran ómak við arbeiðinum. Arbeitt hevur verið miðvíst og seriøst og fyri ikki at hava nakrar leysar endar hevur fyrisitingin havt tætt samstarv við ráðgevarar úr útlandinum. Her er talan um fólk, sum eru við við slíkt arbeiði og sum vita, hvat krevst fyri at fáa eina útbjóðing at gagna føroyskum áhugamálum samtíðis sum hon er attraktiv fyri investorarnar. Hetta er ein ballansugongd av teimum torføru, men nú talan er um at seta spónin í fyri fyrstu ferð, eigur sjálvandi eisini at bera til at betra um skipaninar sohvørt, soleiðis at tær gagna samfelagnum samtíðis sum tær fasthalda áhugan hjá oljufeløgunum.