Í grein á in.fo 17.05.2021 verður útboðshátturin upp á Famjinstunnilin viðmerktur av Hendriki Old, løgtingsmanni, og Jørgen Niclasen, landsstýrismanni.
Tosað hevur áður verið um at býta verkætlanina Famjinstunnilin í tvey útboð. Vegir og tunnil. Hetta fyri at geva m.a. lokalum fyritøkum í Suðuroy ein beinleiðis kjans í verkætlanini.
Hetta er eftir mínum tykki ein fínur máti at stuðla upp undir lokalt vinnulív og teimum, sum annars høvdu havt áhuga í einum slíkum útboð.
Jørgen Niclasen sigur frá, at Landsverk hevur boðað frá einari nógv dýrari loysn, um verkætlanin verður býtt sundur. Hvussu stórur munurin er, verður einki sagt um.
Hesum pástandi (tí at hetta er vist ein pástandur) eri eg ikki samdur í, tí 1.400 m av tilkoyringarvegi kann saktans gerast av øðrum enn høvuðsarbeiðstakaranum sum skal gera sjálvan tunnilin. Og nógv dýrari verður tað neyvan.
Tað snýr seg um at samskipa tvær arbeiðstøkur, og tað ber væl til. Tað er roynt áður við góðum úrslitum í tunnilsarbeiðum; m.a. tá Vágatunnilin bleiv gjørdur. Minnist meg rætt bleiv Norðoyatunnilin eisini boðin út á hendan hátt.
Um tunnil og vegir atlíkavæl skulu gerast samstundis, er hetta slettis eingin trupulleiki. Og møguleikin hjá Landsverki at fáa enn fleiri boð upp á samlaðu verkætlanina eru væl størri enn, um man vil halda fast við leistin at alt skal bjóðast út í einum.
Tað eru nógvar almennar verkætlanir her í landinum (næstan allar) sum verða stýrdar eftir einum slíkum leisti.
Eg vil tí heita á Jørgen Niclasen og Landsverk um at endurskoða sína avgerð og samstundis stuðla upp undir møguleikan hjá lokalum og øðrum arbeiðstakarum, sum ikki hava nakran møguleika at bjóða upp á samlaðu verkætlanina at fáa møguleikan at verða beineiðis við í verkætlanini.
Tað eru frammanundan ikki serliga nógvar annlegsverkætlanir at vísa á hjá tí almenna at bjóða uppá frammanundan.
Tær fyritøkurnar sum eru førar fyri at gera alla verkætlanina sjálvar, skulu nokk eisini bjóða upp á øll arbeiðini kortini.
Hilbert Elisson