heimild er at finna í §24, stk. 4. Her verður landsstýrismanninum heimilað at viðgera kærur um avgerðir, sum bygdaráðið hevur tikið viðvíkjandi umsóknum um at sleppa undan vali og áheitanum um at sleppa úr [...] hava við sjálvt valið at gera. Eingin heimild er heldur í hesi lógargrein til landsstýrið at viðgera kærur um kommunuval. Kommunuvallógin inniheldur heimildir til landsstýrið at viðgera kærur í sambandi [...] kommununum. Hetta merkir m.a. at landsstýrismaðurin skal góðkenna ávísar avgerðir, sum kommunustýri taka. Hendan heimild ber í sær, at ein kommunal avgerð kann vera ógildug um so er, at hon ikki er góðkend av
framtíðina, roynir at síggja alfaðirligur og vísur út og sigur: Citat: »Eg skal garantera tykkum fyri, at Nyrup fer at svara tykkum, at skiftistíðin verður ? o.s.frv.« Høvdu vit kanska hugsað at formaðurin kanska [...] hyggju at máa undan landi til fyrimunar fyri fremmant vald«. Men tað er útgreinað fyri tað fólk, ið í hesum oyggjum býr: ? At Føroyar eru ikki eitt land. ? At føroyingar eru ikki ein tjóð. ? At føroyskt [...] stjórnin duga stutt sagt ikki at lúgva!(Bankasakin er gloymd !). Men gera vit hetta tankaeksperimentið: ? At Føroyar vóru eitt land. ? At vit vóru føroyingar og ikki danir. ? At føroyskt var tjóðarmál okkara
vatnglasi og sum einki hevur við veruleikan at gera. Anfinn Kallsberg vísir annars á, at avtalan, sum vit hava gjørt við danir, snýr seg ikki um at eiga undirgrundina, men at hava ræðisrætt ella ognarrætt til ráevni [...] um so er, at vit fáa inntøkur frá oljuvinnuni. Anfinn Kallsberg sigur, at tað er ikki nakað nýtt, at bæði tann undanfarna stjórnin hjá Schluter og tann núverandi hjá Nyrup hava váttað, at tað eru føroyingar [...] heldur tað tó ikki kann koma uppá tal, at danir kunnu krevja rættin til møguligar inntøkur frá eini møguligari oljuvinnu. ?Tá fari eg at siga sum Halgir W. Poulsen, at tá skjýtur man allar galdandi skipanir
við uppskotinum at byggja nýggjan Studentaskúla, tá ið Føroya Studentaskúli fór um tey seksti. Hugskotið um at byggja ein skúladepil við Marknagilsvegin kom uttan iva av, at tørvur var at byggja ella gera [...] verið at arbeitt víðari við málinum og fingið eina góða loysn, sum hevði verið okkara ungdómi at gagni í framtíðini. Nú um dagarnar er aftur lív komið í málið. Ikki at fremja verkætlanina, men at jarðleggja [...] Studentaskúlanum er eingin ivi um, hvat er best at gera. Vert er eisini at hugsa um, at nýggja námsfrøðin krevur meira pláss enn tann gamla, sum var tengd at ídnaðarsamfelagum. Rom var ikki bygdur eftir einum
greitt: t At vit ikki samráddust longur, tí danska stjórnin ikki viðurkennir samráðingargrundarlagið. At vit nú sjálv løgdu fullveldisætlanina til rættis og hildu fólkaatkvøðu. t At eg vónaði, at stjórnin [...] stjórnin fór at góðkenna eina avtalu um framferðarháttin. t At ongar útmeldingar áttu at vera til pressuna, fyrrenn ivamál vórðu avgreidd, tí tað fór bert at skapta ótryggleika. Seta kílar í Tí kann eg heldur [...] Støðan er greið Tí er ongin ivi um, at forsætisráðharrin roynir at sleppa sær undan tí grundarlagi, sum hann longu hevur viðurkent í samráðingartilgongdini. Nevniliga, at vit samráðast á fólkarættarligum
sær, og at Danmark skal hjálpa okkum við øllum, ið vit ikki klára sjálvi. At Danmark skal rinda okkum stuðul so leingi vit ikki klára at fíggja okkara egna samfelag, og at Danmark skal koma at bjarga okkum [...] sagt gera okkum ússalig fyri at yvirliva?. Víðari verður tosað um at sita óvirkin og bíða eftir at olja kanska verður funnin o. s. fr. ? Sum um at tað heldur ikki ber til at arbeiða, meðan vit eru í rí [...] sterku felagskenslu. Á okkara sterka mentanarliga samleika. Á at vit eru so fá, at øll telja við (!). Á at vit hava størri møguleika enn onnur at skapa eina samanhangandi og burðardygga politiska og búskaparliga
Edmund ikki undirtøku Og tað er synd at siga, at Edmund hevur undirtøku manna millum nú tvey ár eru liðin síðani seinasta val. Bara níggju prosent siga, at tey halda at Edmund skal vera næsti løgmaður Føroya [...] so langt síðani, at Edmund fekk kapping til formansvalið, og tað er synd at siga, at tað er kvirran, sum hevur valda innanhýsis í Sambandsflokkinum. Kortini hevur ikki verið so nógv at hoyra á hasum frontinum [...] kann gott vera, at tað gongur av skriðuni hjá Fólkaflokkinum í seinastu veljarakanningini, men føroyingar eru eftir øllum at døma sera væl nøgdir við Anfinn Kallsberg, sum løgmann. So væl, at triði hvør føroyingur
Hann greiðir frá, at endamálið við venjingini er, at síggja hvussu tey ymsiku liðini arbeiða og samarbeiða og tað vísti seg at ganga sera væl. Venjingin var eftirmett beint eftir at hon var liðug, og sambært [...] liðini, sum Hans Dávid heldur, at strembað eigur at vera fram ímóti verður bøtt. ? Tað er ein trupulleiki, at liðini ikki kunnu tosa saman beinleiðis, og tað eiga vit at arbeiða framímóti, sigur Hans Dávid [...] framgongd sammett við, at teir fyrr brúktu tekin og fingramál, so at siga, greiðir Hans Dávid frá. Men um samskiftisviðurskiftini verða broytt, og í fall, nær, er ikki gott at vita. Boðini um, at tað hevði verið
bólkin Boyzone. At enda í práti við Kristian Blak, frá Tutl, sigur hann at teir í Tutl í framtíðini fara at legggja størsta dentin á marknaðarføringina á Alnetinum, tí tað er jú her alt kemur at ganga fyri [...] síðu, við at skriva heiti ovast á breddanum. Høgrumegin er ein eyka frame, har til ber at leita eftir ávísum stíli. Eisini ber her til at leita eftir einum og hvørjum navni. Fyrst royndu vit at skriva Aria [...] 200 eintøk hendan vegin. Leggjast skal afturat, at tað bert eru útlendingar ið keypa fløgur gjøgnum Alnet handilin hjá Tutl. Stutt eftir at Tutl avgjørdi at fara í gongd við alt hetta, fekst eitt samstarv
Løgmaður vísir á, at landsstýrið fer ikki at leggja seg út í samráðingarrættin hjá fakfeløgunum. Hann viðgongur tó, at eitt verkfall er altíð lemjandi fyri samfelagið. -Man eigur ikki góðtaka at hava arbeiðssteðgir [...] sum politikarar hava eina skyldu at røkja, so er tað at skipa so fyri, at vit fáa eitt so trygt samfelag uppá longri sikt sum gjørligt. Og tá má man ansa eftir ikki at hava tey so ræðuligu sveiggini, sum [...] hjá landsstýrinum, sum er orsøkin til, at nógvir stovnar í samfelagnum - harímillum skúlaverkið - ikki kunnu virka eftir ætlan sigur løgmaður, at tað er púra givið, at um tað, sum nú liggur á kistubotni í