Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur onga ætlan um at leggja seg út í trætuna millum Lærarafelagið og landsstýrið. Tvørturímóti bakkar hann skúlamálaráðharran og fíggjarmálaráðharran fult upp.
- Eg kann á ongan hátt góðtaka, at eitt fakfelag ger spurningin um at játta pengar til eina lóg til ein part av lønarsamráðingunum. Tá tekur Lærarafelagið í veruleikanum Føroya Løgting av ræði sum játtandi myndugleika. Tað ber ikki til sigur løgmaður og vísir á, at um fakfelagið hjá lærarunum nú er vorðið játtanarmyndugleiki í hesum landi, so eru vit fullkomiliga úti í eini anarkistøðu. At Lærarafelagið átekur sær ein leiklut, har tað skal trýsta eina eykajáttan ígjøgnum í tinginum er einki minni enn fullkomin ørskapur.
Hetta er tað sama sum, at læknar og sjúkraystrar í samráðingum um teirra lønir siga, at sjúkrahúsini skulu hava so og so stórar játtanir. Og tað vildi verið púra burturvið. Er man farin í verkfall uppá hesar fortreytir, so hevur hetta verkfallið vánalig útlit til at verða avblást sigur løgmaður, sum annars mælir Lærarafelagnum til at seta seg við samráðingarborðið og samráðast um løn hjá lærarunum. Tað er tað tað heila snýr seg um. Og tað eru bæði Fíggjarmálastýrið og Undirvísingar- og Mentamálastýrið altíð til reiðar til leggur løgmaður aftrat.
Málið um broytingar í fólkaskúlalógini og um at tað ber til innan fyri tann játtaða karmin at fáa tað ígjøgnum heldur hann er ein politiskur spurningur millum landsstýrið og løgtingið og ikki millum landsstýrið og Lærarafelagið.
Løgmaður vísir á, at landsstýrið fer ikki at leggja seg út í samráðingarrættin hjá fakfeløgunum. Hann viðgongur tó, at eitt verkfall er altíð lemjandi fyri samfelagið.
-Man eigur ikki góðtaka at hava arbeiðssteðgir og má tí gera alt fyri at sleppa undan teimum. Hinvegin ber ikki til at brúka verkfalsvápnið til annað enn tað, ið liggur í sáttmálunum um lønarviðurskiftini hjá limunum. Kemur man ikki uppá aðrar tankar so beri eg ótta fyri, at hetta kann gerast eitt drúgvt verkfall við óbótaligum skaða fyri tað unga fólkið.
-Eg havi einki ímóti, at Føroyar Lærarafelag fer í verkfall í sambandi við síni lønarviðurskiftini, men tað kann ikki tengja játtanarspurningin í løgtinginum upp í eitt krav í hesum sáttmálasamráðingunum. Tað er burturvið. Málið er ógvuliga prinsipielt. Vit eru vit at upploysa samfelagið við slíkum krøvum, og tí mæla eg fólkunum til at fara aftur til samráðingarborðið.
Uppá fyrispurning um tað ikki er beinharði fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrinum, sum er orsøkin til, at nógvir stovnar í samfelagnum - harímillum skúlaverkið - ikki kunnu virka eftir ætlan sigur løgmaður, at tað er púra givið, at um tað, sum nú liggur á kistubotni í landskassanum fer út í økta nýtslu, so eru vit alt fyri eitt aftur í 80-unum. -Er tað nakað, sum politikarar hava eina skyldu at røkja, so er tað at skipa so fyri, at vit fáa eitt so trygt samfelag uppá longri sikt sum gjørligt. Og tá má man ansa eftir ikki at hava tey so ræðuligu sveiggini, sum vit hava upplivað í búskapinum. Tí vil eg mæla Lærarafelagnum til at taka við teimum 6,5% sum lønarhækkingin liggur á og fara aftur til arbeiðis. Eftir tað kann man so taka ein dialog við Undirvísingar- og Mentamálastýrið um á hvønn hátt og í hvørjum tempo man setir í verk teir ymsu tættirnar í fólkaskúlalógini.
Løgmaður vísir á, at talan er um eina rammulóg og sum kann setast í gildi við tí ferð, sum man nú einaferð hevur fíggjarliga orku og menniskjaligar ressursir til. Og hann vil fegin enn einaferð undirstrika, at hetta er ikki eitt mál millum Fíggjarmálstýrið og Lærarafelagið í aktuellu sáttmálasamráðingum um løn.
Løgmaður metir tí verkfallið vera heilt við síðuna av, tá partarnir eru samdir um lønina.