Landsstýrið vil leggja fram uppskot fyri Føroya Løgting um heimild til at halda fólkaatkvøðu.
Hetta at spyrja føroyska fólkið ? evsta valdið ? um fólkið tekur undir við politikki Landstýrisins, fekk formann sambandsfloksins og javnaðarfloksins at koma við harðligum viðmerkingum, sum avdúkar hvat hesar báðar floksleiðslur, veruliga standa fyri.
?Formaður sambandsfloksins, skírdi tað at spyrja vanliga fólkið ? verkamannin og fiskimannin ?, fyri burturvið og statskvett!
Hann hevði onga argumentasjón yvirhøvur !
Annað var ikki væntandi frá hesum manni og fari eg at takka honum almikið fyri tað.
Statskvett í einum landi, sum eingin statur er !
Eg meini tað.
Formaður javnaðarflokksins, sum meira og meira líkist einum politiskum »puppet-on-a-string«, ella sprellimanni, hvar Nyrup hálar í snórin, kallaði eina fólkaatkvøðu fyri ódemokratiska og vera beint ímóti fólkaræðinum !
Hóast eingin arbeiðari er funnin verdigur til at vera í leiðslu javnaðarfloksins, sigur hann seg umboða ein arbeiðaraflokk.
Hesin formaður, sum eisini kallar seg leiðara í einum sosialdemokratiskum flokki, skuldi vitað, at vanliga fólkið hevur evsta vald í einum demokratiskum samfelag ? eisini í einum sosialdemokratiskum.
Formaðurin skuldi vitað, at tá politikarar í einum demokratii kunnu ikki blíva samdir, so er heilt vanligt at teir útskriva fólkaatkvøðu ? t.e. spyrja fólkið ? evsta valdið ? um tað teir gera, er gott nokk.
Hetta heldur formaður javnaðarflokksins vera móti fólkaræði og ódemokratiskt!
Eg meini tað.
Niðurstøðan hjá vanliga føroyinginum má vera:
Formaður sambandsflokksins arbeiðir bert fyri sjálvan seg og sítt elskaða Danmark.
Formaður javnaðarflokksins arbeiðir ? í enn størri mun - bert fyri sjálvan seg og sína kolossalu persónligu stórætlanir og maktgyrnd eftir at fáa politiska valdið í Føroyum ? og so sjálvandi eisini fyri Danmark og Nyrup.
Hetta Danmark og hendan Nyrup, sum hvønn gudskapta dag spottar, eyðmýkir og vannvirðir okkum føroyingar.
Hugtakið 5.?kollonnu-virksemi
Altjóða hugtakið 5.-kollonnu-virksemi tók seg upp undir spanska borgarakrígnum og verður í orðabókum lýst soleiðis:
»felagsskapur, sum hevur í hyggju at máa undan landi til fyrimunar fyri fremmant vald«.
Men tað er útgreinað fyri tað fólk, ið í hesum oyggjum býr:
? At Føroyar eru ikki eitt land.
? At føroyingar eru ikki ein tjóð.
? At føroyskt er ikki tjóðarmál okkara.
Tí hetta hevur Nyrup og danska stjórnin, við hjálp frá javnaðar- og sambandsflokkinum, sagt okkum ferð eftir ferð - og teir lúgva nokk ikki - heldur ein partur av føroyingum..
Nyrup og danska stjórnin duga stutt sagt ikki at lúgva!(Bankasakin er gloymd !).
Men gera vit hetta tankaeksperimentið:
? At Føroyar vóru eitt land.
? At vit vóru føroyingar og ikki danir.
? At føroyskt var tjóðarmál okkara.
So hevði hetta tankaeksperimentið helst fingið mangan veljara at hugsa um opinbera samanhangin millum tað sum Nyrup og formaður javnaðarflokksins siga, tá formaðurin á sjónvarpsskíggjanum gerst kámur og fjarur í eygunum og letst skoða inn í framtíðina, roynir at síggja alfaðirligur og vísur út og sigur:
Citat: »Eg skal garantera tykkum fyri, at Nyrup fer at svara tykkum, at skiftistíðin verður ? o.s.frv.«
Høvdu vit kanska hugsað at formaðurin kanska sigur soleiðis, tí hann er ein veldigur statsmaður og sær politiskar yvirsjónir ?
Høvdu vit kanska hugsað, at hann kanska í veruleikanum er ein undirmettur gamaltestamentaligur profetur ?
Nei ? helst høvdu vit ikki hildið tað.
Vit høvdu kanska hildið, at formaður javnaðarflokksins er ørindadrongur hjá Nyrup og at hann náðileyst og samvitskuleyst ber boð Nyrups víðari, sínum egna politiska gagni at frama.
Vit høvdu kanska hildið, at maðurin bert er drivin av egnari maktgyrnd og at Føroyar og føroyingar standa sera aftaliga í raðfestingum hansara.
Vit høvdu kanska eisini spurt okkum sjálvi um opinbera samanhangin millum tað, sum vinstraflokkurin í Danmørk sigur, og tað sum formaður sambandsflokksins sigur.
Vit høvdu, í hesum tankaeksperimenti, kanska spurt okkum sjálvi, um floksleiðslur og tingmanning javnaðar- og sambandsflokksins ikki virka fyri at varðveita fremmant vald í Føroyum.
Vit høvdu helst nágreiniliga eygleitt atburð, orð og gerðir teirra frá nú av og fram til folkaatkvøðuna 26. mai.