Samskiftið millum liðini betrast

Beint eftir klokkan seks fekk Alarmsentralurin boð um eina ferðsluvanlukku beint norðan fyri vindmátaran á Kaldbaksvegnum. Tíbetur var hesaferð talan um eina venjing, og fyrireikararnir eru væl nøgdir við »úrslitið«. ? Men eg haldi, at samskiftið millum tey, sum eru við eigur at vera bøtt, sigur Hans Dávid Hansen

Stutt eftir klokkan seks mikudagin fekk Alarmsentralurin boð um, at ein heldur enn ikki ógvuslig ferðsluvanlukka var hend skamt frá vindmátaranum á vegnum inn móti Sundi, og lítla løtu eftir, vóru øll, sum skuldu vera við í venjingini, sum tað nú einaferð var, farin til verka.

Tey vistu bara ikki av, at talan var um eina venjing, og tí arbeiddu tey sum talan var um eina veruliga vanlukku, og tað var júst ætlanin.


Tyrlur, sjúkrabilar, løgregla og sløkkilið

Tað var ikki eiti á apparat, sum var sett saman í sambandi við venjingina.

Tað eru tey fægstu okkara, sum hugsa um, hvussu nógv skal skipast og samskipast, tá ein vanlukka hendir, men hóast talan var um fleiri ymisk lið, sum skuldu setast í gongd, so gekk tað kortini skjótt fyri seg.

Níggju minuttir eftir, at boðini vóru komin Alarmsentralinum í hendi, var fyrsti bilurin komin á staðið og tað var ein lítið tespilig sjón í bíðaði teimum har.

Ein bilur stóð eftir øðrum kjafti upp móti autoverjuni og í honum sótu trý fólk fastkleimd.

Hin bilurin, sum var við í ferðsluóhappinum, var ikki so heppin, tí hann var farin á bláman og var sokkin.

Men ikki nóg mikið við tað. Ein persónur, sum var við í ferðsluóhappinum var so skelkaður, at hann helt til beins niðan í hagan, har hann seinni rendi seg fastan í eini rás, og haðani slapp hann ikki vekk aftur, uttan við hjálp frá tyrluni.


Gekk sera væl

Tá vit hósdagin tosaðu við Hans Dávid Hansen, sum saman við Jógvani Jensen og Jón Klein Olsen hevði reikað fyri venjingini, lat hann væl at.

? Jú, eg haldi, at alt gekk upp á stás. Vit fingu roynt nógv, og tá fleiri av teimum, sum vóru »til arbeiðis« ikki uppdagaðu, at talan var um eina venjing fyrr enn hon var komin væl áleiðis, tá er fyrireikingararbeiðið væleydnað, sigur Hans Dávid.

Hann greiðir frá, at endamálið við venjingini er, at síggja hvussu tey ymsiku liðini arbeiða og samarbeiða og tað vísti seg at ganga sera væl. Venjingin var eftirmett beint eftir at hon var liðug, og sambært Hans Dávidi vóru allir partar sera væl nøgdir við avrikið.

? Tann reyði tráðurin til eftirmetingina var, at venjingin var væleydnað og at »vanlukkan« var sera realistisk, greiðir Hans Dávid frá.


Samskiftið betrast

Men hóast venjingin gekk væl, og allir partar vóru nøgdir, so var kortini okkurt at fílast á.

Í hesum føri er tað samskiftið millum liðini, sum Hans Dávid heldur, at strembað eigur at vera fram ímóti verður bøtt.

? Tað er ein trupulleiki, at liðini ikki kunnu tosa saman beinleiðis, og tað eiga vit at arbeiða framímóti, sigur Hans Dávid Hansen.

Hann heldur, at tað í hesum samskiftistíðum, átti at verið møguligt, at funnið eina brúkiliga skipan, sum allir partar kundu fingið gagn av.

? GSM-skipanin er nú her og tað er kanska ein gongd leið, sigur Hans Dávid og leggur dent á, at talan bert er um eitt hugskot.

Hann vísir á, at løgreglan hevði samband við tyrluna um VHF, og tann skipanin virkaði væl.

? Vit á branstøðini royndu fyri fyrstu ferð at hava samband við kavarar okkara, sum fóru niður til bilin, og tað riggaði serstakliga væl. Teir samskiftu eisini sínamillum á sama hátt, og tað er munandi framgongd sammett við, at teir fyrr brúktu tekin og fingramál, so at siga, greiðir Hans Dávid frá.

Men um samskiftisviðurskiftini verða broytt, og í fall, nær, er ikki gott at vita.

Boðini um, at tað hevði verið rætt, at gjørt nakað við júst tann partin av bjargingararbeiðinum, er farin.

Og fyri okkum onnur, sum skulu líta á bjargingarskipaninar, er tað gott at vita, at tað er ein skipan, sum virkar.