verið lættari at fingið arbeiðið at glíða, sigur landstýrsmaðurin. HAns Pauli sigur, at tað serliga er innan samskiftið á sjúkrahúsinum, at broytingar eru framdar. ? Nú skuldi tað verið lættari at samskift [...] Almanna- og Heilsumálaráðnum siga tey, at báðir umsøkjararnir eru skikkaðir til starvið, men at tey ynskja ein breiðari umsøkjaraskara at velja út frá. Tí varð valt at lýsa eftir læknastjóra enn einaferð [...] síðani Anne Grethe Mikkelsen fór. Grundgevingin fyri, at starvið hevur staðið ómannað so leingi, er, at kannað hevur verið, um grundarlag er fyri at hava trýpartastýrið og tí onkrar broytingar skuldu fremjast
seinni tekur løgreglan fimm fólk og kunnger, at tey uppi í einum harkaliði hjá andstøðuni, og at endamálið er at spilla myndugleikarnar út. Andstøðan vil vera við, at tað eru myndugleikarnir, sum hava lagt bumburnar [...] valla verður umrøtt. Løgreglan ger eisini sítt fyri at órógva andstøðuna við at steðga veljarafundum og við at órógva vinnulívsfólk, sum hava valt at stuðla valevninum hjá andstøðuni. Bløð, sum ikki eru [...] forsetavalstríðnum í Ukraina. Leonid Kutsjma, forseti, hevur kunngjørt, at hann leggur frá sær eftir at hava sitið tvey valskeið, og stríðið um at taka við eftir hann er hart. ? Valstríðið er tað ljótasta, sum
hann á, at FSF als ikki hevði heimild til at gera úrskurð í málinum, soleiðis sum hann varð gjørdur. Skal á ongan hátt stilla meg at halda nakra verjurøðu fyri FSF, men kenni meg tó noyddan at koma við [...] num staðfestir, at Kappingarnevndin bæði kann geva bót og døma felagið at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir. Hartil stendur eisini, at nevndin kann (og ikki skal!) døma felag at tapa dyst. Tað valdi [...] fullkomuliga skeivar upplýsingar, so kenni eg meg noyddan at koma við fylgjandi rættleiðingum. Adressan Finnur byrjar greinina við at siga, at Sosialurin á forsíðuni tann 5. november hevur skýrt allar
endurtekur, at tað er heilt burtur úr vón og viti, at eitt mál sum hetta fær loyvi til at vera uppi, tí tað ávirkar øll tey mongu, sum arbeiða fyri flokkinum. ? Og sjálvur kann eg heldur ikki liva við at hava [...] Tórbjørn Jacobsen hevur skuldsett fyri at manipulera og mangt annað, í einum lesarabrævi. Hann hevur sagt, at hann føldi seg noyddan at skriva viðmerkingina, tí hann helt, at tú av órøttum hevði gjørt allan flokkin [...] felags støðu til málið, men at tað stendur hvørjum tinglimi frítt at hava sína støðu. Men Høgni Hoydal heldur, at tað avgerandi er, at Tórbjørn Jacobsen hevur ongantíð tosað við hann um málið, áðrenn hann leggur
Klaksvíkar fyri at geva seg yvir á nakran hátt. Heldur royndu tær frá fyrsta bríksli at spæla sín møguleika, og fyri tað heilt nógva eydnaðist hetta eisini. Tó at tær á Stjørnuni helst høvdu ætlað, at hetta bara [...] tóku tær seg frá Stjørnuni, og tó at tað eydnaðist vertunum at vinna seg aftur á javnt, so sluppu tær ikki framum. Neistin helt alla tíðina rimmar fast um møguleikan at taka stigini í dystinum, og bara [...] nú liðið brádliga stóð fyri at tapa sín fyrsta dyst í nærum heilt kalendaraár. Men onkursvegna, so megnaði heimaliðið nú at reisa seg. Anna Kristina Samson megnaði einsamøll at bróta ígjøgnum verjuna hjá
av stórum týdningi, at opinleiki er millum kokkarnar. - Eg upplivi ofta fordómar millum kokkarnar í Føroyum, sigur Leif. Hann heldur at kokkar í Føroyum eiga heldur at samstarva enn at síggja hvønn annan [...] tað er eins týdningarmikið, at bóndurnir samstarva sum kokkarnir. - Málið við hesum tiltakinum er at vísa, at vit kunnu røkka nógv longur, um vit tosa saman yvir um mørk. At við samstarva við hvønn annan [...] og hann er móður, men fegin. Hetta hevur fingið hann at brenna aftur. - Tað fyrsta eg hugsaði var: Hvat skal eg siga har? Eg helt ikki, at eg fór at kunna koma við nøkrum millum hesar kendu kokkarnar, men
At tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fótbólti, eru tað mong dømi um. Eitt er Claus Bech Jørgensen. Eftir at tað fyrsta kappingarárið hjá honum hevði gingið rættuliga striltið at sleppa framat í Coventry [...] var í landsdysti fyri Føroyar, at Claus varð skaddur, so er hann framvegis hugaður at spæla á landsliðnum. - Eg havi tosað við Henrik Larsen, og eg eri framvegis sinnaður at umboða Føroyar, sigur Coventry [...] ur at spæla fyri Føroyar, tí mamman er ættað úr Føroyum. Ætlar at skifta felag Á jólum var Claus framvegis eymur av skaðanum á Kypros. Hann hevði tó vant nógv, og hann helt seg vera nóg væl fyri at spæla
, sum hava verið knýtt at saltfiskavirkinum í Vági og at Flakavirkinum í Hvalba. Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, sigur, at sum støðan er nú, er ikki grundarlag fyri at halda fram við virkseminum [...] grundarlag fyri at halda fram við arbeiðnum og tí varð neyðugt at siga fólkunum upp, so at tey ikki skulu hanga í leysari luft. Tað er eitt rakstrarfelag í Hvalba, sum hevur staðið fyri at reka flakavirkið [...] Sigast kann kortini, at uppsagnirnar koma ikki heilt óvart á. Tey flestu hava mett, at talan bara hevur verið ein spurningur um tíð, tí síðani Fiskavirking yvirtók virkini, hevur at kalla ikki ein stertur
staðfest, at næmingarnir í føroyska fólkaskúlanum hava ilt við at lesa ein tekst og skilja innihaldið. Hetta er ein rættiliga álvarsamur trupulleiki, ið vit øll eiga at leggja nógva orku í at basa. Men [...] Mentamálaráðið mælir til at betra um støðuna við at áseta eitt hægri tímatal til yngstu flokkarnar í fólkaskúlanum. Hetta við teirri grundgeving, at serkøna ráðgevingin hevur staðfest, at grundleggjandi førleikarnir [...] ómetaliga stóra orku í at útvega okkara smæstu spennandi lesitilfar av bestu góðsku. Her meini eg við Barnabókaklubban hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Loyvi mær at staðfesta, at júst hetta virksemið hevur
heldur eingin loyna, at órættvísa býtið av heimsins ríkidømi elvir til, at milliónir av børnum ikki vita, hvat tað er at fara mett í song; tey ána ikki, hvat tað er at fáa reint vatn at drekka, og hvussu [...] hvussu tað kennist at fáa rein klæði uppá kroppin. Tíansheldur vita tey, hvat tað vil siga at fáa læknahjálp at bøta um løstir og brek og niðurberja sjúkur, sum her um okkara leiðir er ein sjálvfylgja. Eg og [...] sum krevst fyri at byggja eitt gott samfelag upp. Ein og hvør sum hevur sæð tvey vónrík barnaeygu, sum liggja á markinum til at vera sløkt, tí vónbrotini eru so stór, fer ongantíð at gloyma tað aftur