Claus tímir ikki meir

Síðani hann javnaði til 1-1 á Kypros og í sama dysti breyt eitt rivjabein, hevur tað ikki eydnast framrættaða spælaranum í Coventry at sleppa á liðið, og nú er tolið hjá honum uppi

At tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fótbólti, eru tað mong dømi um. Eitt er Claus Bech Jørgensen. Eftir at tað fyrsta kappingarárið hjá honum hevði gingið rættuliga striltið at sleppa framat í Coventry, so sá tað eftir summarsteðgin í fjør ljósari út. Fyrst varð hann skiftur inn nakrar ferðirnar, og tá ið hann á flogvøllinum í Luton hitti føroyska landsliðið, sum var á veg suður á Kypros, var lagið heilt gott, og tað var ikki so undarligt. Claus hevði júst vunnið sær fast pláss á miðvøllinum í Coventry, og góða máltevið var komið til sín rætt.
Á Kypros tóktist tað eisini skula ganga rætta vegin. Í 1. hálvleiki javnaði Claus til 1-1, og møguleikar tóktust skula vera fyri, at ferðin suður hagar skuldi nýtast sum reklamuferð. Men so var Claus óheppin. Ein løstur undir síðuni vísti seg at vera álvarssamur. Rivjabein var brotið, og eftir fyrru trý korterini í Nicosia kom Claus ikki á vøllin. Síðani hevur hann spælt millum lítið og einki.
Hóast tað var í landsdysti fyri Føroyar, at Claus varð skaddur, so er hann framvegis hugaður at spæla á landsliðnum.
- Eg havi tosað við Henrik Larsen, og eg eri framvegis sinnaður at umboða Føroyar, sigur Coventry spælarin, sum er kvalifiseraður at spæla fyri Føroyar, tí mamman er ættað úr Føroyum.

Ætlar at skifta felag
Á jólum var Claus framvegis eymur av skaðanum á Kypros. Hann hevði tó vant nógv, og hann helt seg vera nóg væl fyri at spæla á besta liðnum í Coventry. Men hann slapp ikki framat.
- Nú er tolið uppi. Eg havi gjørt av við meg sjálvan, at eg ikki fari at halda fram í Coventry. Tað havi eg sagt venjaranum, Peter Reid. Sáttmálaskeiðið hjá mær her í Coventry er liðugt í summar. Men venjarin hevur latið meg vita, at um eg fái eitt tilboð nú í januar, so fara teir einki at krevja fyri meg. Alla staðni, har eg havi spælt, havi eg kent tað soleiðis, at felagið hevur fingið bonus fyri lønina, sum teir hava rindað mær. Soleiðis kenni eg tað ikki her í Coventry. Men eg haldi ikki, at eg havi fingið høvi at vísa, hvør dugur er í mær, segði Claus Bech Jørgensen stutt fyri jól við lokala blaðið í Horsens, sum hann er ættaður úr.

Droymir um Ongland
Hóast tað seinasta hálva annað árið ikki hevur hilnast væl, so sigur Claus Bech Jørgensen seg ikki ætla at stinga í sekkin og flyta úr Onglandi og heim til Danmarkar, har hann kanska kundi fingið møguleikan at spælt í bestu deildini. Eitt nú hevur tað verið nevnt á onkrum heimasíðum, sum hava við AaB at gera, at Claus Bech Jørgensen kanska hevði verið ein møguleiki fyri styrki, nú tað í januar aftur er loyvt at keypa og selja fótbóltsspælarar.
Sambært lokalu pressuni í Horsens var kona føroyska landsliðsspælaran sett til at eiga í dag, og um tað gongst, sum Claus ætlar, at tað skal gera, so fer nýføðingurin at liva síni fyrstu ár í Onglandi.
- Okkum hevur dámað sera væl her í Onglandi. Vit hava flutt ikki so lítið. Tað sigur seg sjálvt, at vit hava gjørt tað, tá ið eg í ellivu ár havi umboðað átta feløg. Vit síggja hetta sum ein dreym og møguleika, og tað hevur stóran týdning fyri meg at búgva tætt við felagið, sum eg umboði.
Tá ið Claus av danska blaðnum verður spurdur, um hann hevur fingið nakað tilboð, so sigur hann nei, og so leggur hann afturat, hvat hann kundi hugsað sær:
- Nú umboði eg eitt felag í næstbestu deildini, og eg hevði avgjørt einki havt ímóti, at eg eisini í framtíðini fekk høvi at umboða felag í 1. deild. Men um tað ikki fer at bera til, so vil eg fegin enn eina ferð royna meg í 2. deild. Tá ið eg umboðaði Bournemouth hilnaðist tað rættuliga væl.