Góði skipari og manning
Embætisins vegna gleðir tað meg at bjóða hesum skipi og manning væl komnum til Føroyar.
Tað er eingin loyna, at vit liva í eini tíð, sum er merkt av kríggi og teimum ræðuligu avleiðingunum, hetta hevur fyri offrini. Eg spyrji ofta meg sjálvan: "Hvat skulu børn halda, sum vaksa upp í londum, har dráp, píning og oyðilegging er teirra gerandisdagur?" Tað er heldur eingin loyna, at órættvísa býtið av heimsins ríkidømi elvir til, at milliónir av børnum ikki vita, hvat tað er at fara mett í song; tey ána ikki, hvat tað er at fáa reint vatn at drekka, og hvussu tað kennist at fáa rein klæði uppá kroppin. Tíansheldur vita tey, hvat tað vil siga at fáa læknahjálp at bøta um løstir og brek og niðurberja sjúkur, sum her um okkara leiðir er ein sjálvfylgja. Eg og mong við mær standa spyrjandi: "Hvar skulu tey fáa vónina og dreymarnar frá um eina góða framtíð, har næstrakærleiki, friður og socialt rættvísi ikki er undantaki, men meginreglan?"
Nei, tað er ikki allastaðni lætt at vera barn, verri enn so, og ongastaðni er tað so ringt sum har, ið dagsskráin verður sett av kyniskum og fanatiskum valdsmenniskjum, tí har er einki mark fyri neyðini, sum valdar.
Vit hava øll brúk fyri vónum og dreymum. Taka vit vónina frá menniskjum og teirra børnum, skrædnar tilverugrundarlagið og alt tað, sum krevst fyri at byggja eitt gott samfelag upp. Ein og hvør sum hevur sæð tvey vónrík barnaeygu, sum liggja á markinum til at vera sløkt, tí vónbrotini eru so stór, fer ongantíð at gloyma tað aftur. Tað er ein áminning til allar tíðir um, hvat tað vil siga at vera menniskja, og at vónin er grundleggjandi fyri eini trúgv upp á framtíðina og á seg sjálvan.
Tí gleðir tað meg serliga nógv at fáa vitjan av einum skipi og eini manning, sum setir næstrakærleikan so høgt, at tit sigla um heimshøvini fyri at geva fólki í svárari neyð ítøkiliga hjálp, so tey kunnu fóta sær og bera vónina og dreymarnar víðari til onnur menniskju.
Anastasis er eitt griskt orð og merkir uppreisn. Tað er eitt orð sum gongur aftur og aftur í Nýggja Testamenti. Meira enn nakað annað symboliserar uppreisnin vónina og dreymarnar. Vónina um eitt betri lív. À mínum egna máli, føroyskum, kunnu vit eisini siga um eitt menniskja, sum er útstoytt, at vit geva tí uppreisn. Tá merkir tað, at vit lyfta tað upp úr neyðini og geva tí menniskjavirðingina aftur.
Góða manning. Tit sita ikki hendur í favn og bíða, meðan meðmenniskju umkring í heiminum liva undir svárum kvølum. Tit uppsøkja tey neyðstøddu, geva teimum læknahjálp og heilivág, tit læra tey at umsita jørðina, læra tey at hagreiða reint vatn. Tit nerta við børnini, taka um tey, vísa teimum álit og umsorgan. Tit gera tykkara til, at tey fáa sjálvsvirðingina aftur. Við øðrum orðum: Tit fara á staðið og vísa í verki, at tað er ikki uttan grund at Jesus segði: Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.
Eitt veit við vissu, at heimurin var fátækari uttan hesi orð og tann týdning, sum Jesus legði í tey. Tað trúgvi eg, flest allir vesturlendingar eru samdir um, uttan mun til hvussu ymisk vit annars eru. Vit mugu trúgva, at hesi orð eru sterkari enn alt tað hatrið, sum fyllir heimin við fátækdømi, kríggi og ræðslu. Missa vit hesa trúgv, hava vit uppgivið alla vón um ein betri og rættvísari heim. Og at missa vónina er beinleiðis í stríð við andan í kristindóminum.
Lat meg enda við orðunum hjá Martin Luther King: "I have a dream." Vit mugu øll hava ein dreym, tí soleiðis koma vit okkara meðmenniskjum nærri. Tit, sum manna Anastasis, skulu hava hjartaliga tøkk fyri, at tit bera henda dreym um heimshøvini, so at tykkara dreymur kann gerast til vón hjá teimum óteljandi offrunum, sum liva í vónloysi.
Takk fyri og blíðan byr.