Tórbjørn Jacobsen tikið seg úr tjóðveldisflokkinum

? Tað er mín greiða fatan, at Tórbjørn Jacobsen hevur tikið seg úr Tjóðveldisflokkinum, sigur Høgni Hoydal, floksformaður

Floksósemja

Tórbjørn Jacobsen hevur sett seg sjálvan úr tjóðveldisflokkinum.
Tað er tann greiða fatanin hjá Høgna Hoydal, floksformanni.
Men hann vil ikki so so nógv um málið í løtuni.
Tórbjørn Jacobsen kom í rættiligt ódnarveður, tá ið hann skrivaði tvey lesarabrøv í Sosialinum, har hann førdi fram rættiliga álvarsamar ákærur ímóti sínum egna floksformanni, Høgna Hoydal.
Men tað eydnaðist at grava stríðsøksina aftur og tað endaði við eini semju ímillum teir báðar hóskvøldið.
Men blekkið var ikki meiri enn torna í semjuni ímillum Tórbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal, so var aftur eldur í.
Útvarpið legði semjuna út sum eina umbering frá Tórbjørn Jacobsen og at hann hevði tikið allar skuldsetingarnar aftur.
Hetta afturvísti Tórbjørn Jacobsen fyrst í Rás 2 fríggjadagin og síðani í Dimmalætting leygardagin. Í Dimmalætting dróg hann fram eitt nýtt dømi um, hvussu manipulerandi, hann heldur Høgna Hoydal vera og sipar til umstrídda málið ímillum Team 85 og Tjóðveldisflokkin.

Kann ikki liva við hesum
Høgni Hoydal sigur, at nú Tórbjørn Jacobsen aftur er farin í bløðini, má tjóðveldisflokkurin taka málið uppaftur og so má tað viðgerð innanfloks, sum tað skal hava.
Sostatt vísur hann eisini aftur, at talan er um eitt persónsmál.
? Hetta er eitt mál fyri allan flokkin. Tá ið slíkt hendir í einum politiskum flokki, er tað ein trupulleiki hjá øllum flokkinum. Og flokkurin kann ikki liva við støðuni, sum hon er.
Men hann endurtekur, at tað er heilt burtur úr vón og viti, at eitt mál sum hetta fær loyvi til at vera uppi, tí tað ávirkar øll tey mongu, sum arbeiða fyri flokkinum.
? Og sjálvur kann eg heldur ikki liva við at hava slíkar skuldsetingar hangandi yvir høvdinum.
Tórbjørn Jacobsen hevur skuldsett fyri at manipulera og mangt annað, í einum lesarabrævi. Hann hevur sagt, at hann føldi seg noyddan at skriva viðmerkingina, tí hann helt, at tú av órøttum hevði gjørt allan flokkin til talirør fyri skrásettum parlagi, hóast meiningarnar innanfloks eru sera ymiskar um málið?
? Tað er ósatt. Tvørturímóti havi eg alla tíðina lagt dent á, at tað, eg sigi um skrásett parlag, er mín egna hugsan. Tjóðveldisflokkurin á tingi hevur viðgjørt málið á nógvum fundum og har eru vit samd um, at flokkurin hevur onga felags støðu til málið, men at tað stendur hvørjum tinglimi frítt at hava sína støðu.
Men Høgni Hoydal heldur, at tað avgerandi er, at Tórbjørn Jacobsen hevur ongantíð tosað við hann um málið, áðrenn hann leggur so hart eftir honum í bløðunum og tað er ikki til at liva við.
Høgni Hoydal vísir eisini á, at í semjuni hevur Tórbjørn Jacobsen skriva undir uppá, at hann harmast um skrivingina ímóti Høgna Hoydal og so kann hvør tulka tað sum eina umbering ella ikki.
Hann vísur eisini á, at fyri floksins skyld helt hann, at málið endaði við semjuni hóskvøldið og at tey høvdu gjørt eina striku í sandin og kundu líta frameftir.
? Men longu dagin eftir rør Tórbjørn Jacobsen longu aftur í pottinum og tað kunnu vit ikki liva við.

Sigur meiri um Tórbjørn
Í einum lesarabrævi í blaðnum í dag sigur Tórbjørn Jacobsen, at tú varð fyrstur at bróta semjuna við at nokta fyri at hann varð afturvaldur til næstformann í flokkinum.
Semjan 28. oktober sigur onki um næstformannin. Tað var Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur segði seg frá sum næstformann og tá ið nýggjur formaður skal veljast, er tað sjálvsagt, at eg sigi mína hugsan. Men tað sigur meiri um Tórbjørn Jacobsen sjálvan enn um nakran annan, at hann, undir slíkum umstøðum sum hesum, vil vera næstformaður aftur, beint eftir, at hann sjálvur hevur sagt seg frá.
Men í lesarabrævi í dag biðjur Tórbjørn Jacobsen teg um treytaleysa umbering fyri partar av tí, hann er endurgivin i Dimmalætting fyri leygardagin.
? Tað má vera eitt mál ímillum hann og blaðmannin á Dimmu er tað stutta svari frá Høgna Hoydal.