Barnafilmar á føroyskum í Bókaklubbanum

Tíðin er komin til at víðka frálíku skipanina við Barnabókaklubbanum, so hon eisini fevnir um sjónvarpstilfar. PISA kanningin staðfestir, at neyðugt er at styrkja lesiførleikan og harvið málsligu styrkina hjá okkara ungu. Vit eiga at byrja við teimum yngstu. Tí mugu vit taka ítøkilig stig til at føroyska eitt úrval av væl umtóktu barnafilmunum, ið annars verða keyptir í hvørjari sølubúð á útlendskum máli.

John Johannessen, løgtingsmaður
www.john.fo

Vit foreldur kenna øll støðuna. Hetta við teimum trimum valmøguleikunum á sjónvarpsskíggjanum: Skulu vit velja danskt, enskt ella kanska íslendskt mál, tá vit loyva okkara smáu børnum at síggja ein annars frálíkan barnafilm, ið vit júst hava keypt?

Sjálvur havi eg higartil valt frásagnarleiklutin. Tað merkir, at eg av og á siti saman við barninum og umseti nakað av tí, ið sagt verður. Men ongin ivi er um, at sjónleikarar duga hetta betri enn eg og flestu foreldur annars. Og sjálvandi er tað eisini stuttligari og meira spennandi hjá barninum at hoyra sjálvan figurin í filminum tosa føroyskt, heldur enn hissini umseting frá mammu ella pápa.

PISA og førleiki
Nógv umrødda PISA kanningin hevur staðfest, at næmingarnir í føroyska fólkaskúlanum hava ilt við at lesa ein tekst og skilja innihaldið. Hetta er ein rættiliga álvarsamur trupulleiki, ið vit øll eiga at leggja nógva orku í at basa.

Mentamálaráðið mælir til at betra um støðuna við at áseta eitt hægri tímatal til yngstu flokkarnar í fólkaskúlanum. Hetta við teirri grundgeving, at serkøna ráðgevingin hevur staðfest, at grundleggjandi førleikarnir á økinum verða best mentir meðan børnini enn eru heilt ung. Somuleiðis mæla Mentamálaráðið og serfrøðin annars til at styrkja munandi um undirvísingartilfar á føroyskum máli til allar lærugreinir í fólkaskúlanum.

Hesi bæði tilmæli eru frálík og eiga at verða sett í verk beinan vegin. Men eg eri sannførdur um, at skulu vit veruliga taka tøk á hesum øki, skulu vit eisini náa børnunum, ið enn ikki eru farin í skúla. Hetta er eisini í tráð við tað, ið serfrøðin hevur ført fram í sambandi við drúgva orðaskiftið um úrslitið av PISA kanningini.

Bókaklubbin er dýrgripur
Vit eiga ein dýrgrip, ið seinastu tjúgu árini hevur lagt ómetaliga stóra orku í at útvega okkara smæstu spennandi lesitilfar av bestu góðsku. Her meini eg við Barnabókaklubban hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Loyvi mær at staðfesta, at júst hetta virksemið hevur eggjað mongum til bókina og ment málsliga førleikan hjá mongum barni frá heilt ungum aldri.

Orsakað av Barnabókaklubbanum, frálíkum høvundum, frálíkum umsetarum og frálíkum teknarum snýr lesiligt barnatilfar seg ikki longur bert um at skera torv við abba, gomul skjaldur, ella um frásagnir við grúgvuna. Slíkt sum vit, tá eg var barn, als ikki tímdu at lesa. Tað var jú púrt ongin samanhangur ímillum tilfarið og samfelagið, ið vit livdu í. Har var ongin identifikatión.

Tíbetur er støðan broytt. Og enntá finnast nú spennandi peikibøkur til tey eitt ára gomlu á føroyskum. Men enn vanta barnafilmarnir.

Vaksa um dýrgripin
Filmur og audiovisuelt tilfar annars er eisini við til at menna børn, um vit halda okkum frá bara at nýta tað sum barnagentu. Vit hava tíbetur barnasendingar á føroyskum bæði í útvarpi og sjónvarpi. Harumframt syrgja dugnaligir sjónleikarar og umsetarar fyri, at ein partur av útlendska barnatilfarinum verður umsett og sent í sjónvarpinum. Herímillum er eisini tilfar, sum er uppi í tíðini – sum er væl umtókt fyri tíðina.

Hetta er kortini ov lítið. Tilfarið í sjónvarpinum er bara atkomiligt ávísar klokkutíðir. Harumframt er talan um ov líti av tilfari.

Tí eigur politiski myndugleikin at seta pening av til at umseta og føroyska so nógv av modernaða audiovisuella barnatilfarinum sum gjørligt og fáa tað givið út fyri ein prís, ið er kappingarførur við ensku og donsku útgávurnar. Til dømis kann tilfarið verða sent út gjøgnum Bókaklubban.

Við hesum sleppa vit undan, at ein partur av spælinum hjá børnum gongur fyri seg á fremmandum máli. Vit fáa styrkt móðurmálið. Harumframt stuðla vit føroysku sjónleikarunum fíggjarliga, við at bjóða teimum hesa føstu almennu uppgávu.

Mín áheitan er, at Mentamálaráðið í samstarvi við Kringvarpið og sjónleikararnar alt fyri eitt tekur stig til at fáa givið út ein stóran part av tilfarinum, ið longu er gjørt. Harumframt eigur ráðið beinan vegin at fara í gongd við at fyrireika skipaða umseting av audiovisuellum barnatilfari.