almenni og privati parturin, hava gott samstarv og hittast regluliga. Gunnleivur Dalsgarð heldur tað vera løgið, at tað á kunnandi fundinum við Landstýrið bar ikki til at fáa váttan fyri, at tey feløg [...] sáttmálin fór úr gildi. Vit hildu tað vera eina skyldu og eitt krav frá báðum pørtum, at ein fekk práta sámuliga saman, so ein slapp undan hótanini um, at nú er ikki meir og at semingsmaðurin má uppí, sigur [...] Hann heldur tað vera løgið, at Landstýrið nú er komið við svari, har teir siga, at teir meta ikki Starvsmannafelagið at vera komið við nøkrum krøvum og ivast í, um felagið hevur rætt at biða um samráðingar
eisini at fevna um heilsufrøðiligt eftirlit. EBS-avtalan á hesum økinum verður fyri Ísland avmarkað til fisk, skeljafisk og fiskavørur. Hetta merkir, at Ísland verður at rokna sum ES-limur, tá ið tað snýr [...] marknaeftirlit við fiski og fiskavørum. Tað sama er galdandi fyri Noreg, men í mun til íslendingar hava norðmenn ikka avmarkað sín part av EBS-avtaluni til fisk, og ætla teir eisini at innføra ES-reglurnar [...] Í sambandi við, at landsstýrið nú skjótt fer undir samráðingar við ES um eina heilsufrøðiliga avtalu sum partur av handilssáttmálanum, hevur Løgmansskrivstovan boðið tveimum íslendskum serfrøðingum til
stúrir fyri, at at ein slík lønarhækking fer at draga allar aðrar lønir við sær uppeftir. ? M.a kemur tingmannalønin nú at nærkast lønini hjá landsstýrismonnum og tað næsta verður væl, at eisini hon skal [...] samgonguflokkinum heldur eisini, at tað er neyðugt at hyggja eftir lønarlagnum hjá meiniga manninum og at leggja tingmannalønirnar eftir tí. ? Tað verður aldrin so, at tað almenna kann kappast við tær góðu [...] heldur Heini O. Heinesen, at tað er eitt óheppið signal av Tjóðveldisflokkinum at senda út, at mæla til eina ógvusliga lønarhækking til tinglimir. Tað, hann sipar til, er, at løgtingsformaðurin er politiski
vent aftur til, at ein av fyritreytinum fyri einum sjálvberandi Føroyum er, at vinnulívið skal kasta meira av sær, enn tað ger í dag. Tí er greitt, at fyritreytir mugu skapast, fyri at føroyska vinnulívið [...] Stuðulslóggávurnar gjørdu, at ikki var neyðugt at leggja stórvegis av kapitali til síðis til nýíløgur, og tí var heldur ikki neyðugt at hava stórvegis av eginpeningi. Í dag vita vit, at ein stórur partur av [...] ið altíð var til reiðar at hjálpa. Hendi tað kortini, at okkurt skipið fór á heysin, syrgdi avvarðandi peningastovnur fyri, at húsagangurin innloysti landskassaveðhaldini, og síðan kundu eigararnir keypa
londini skal gera tað lættari at samskipa tað arbeiðið, sum í dag fer fram millum lond ella í altjóða bólkum av londum, meinar Gun Hellsvik, borgarligur limur í svenska Ríkisdegnum og limur í Norðurlandaráðnum [...] mat- og brúkarapolitikk. Fleiri av samtyktunum verða sendar til stjórnirnar í teimum ymsu londunum, men ætlanin er eisini, at Norðanlond skulu standa saman fyri at fáa ávirkan innan ES-samstarvið og í øðrum [...] fekk ein meiriluta uppá eina atkvøðu, aftaná at serliga javnaðarflokkarnir og vinstra-sosialistarnir høvdu brúkt nógva tíð til at royna at steðgað ætlanini um at brúka meir pengar til nýggjar frískúlar.
fullur av lívið og huga og lívsfýsni. Tað skulu tey, ið eldri eru royna at skilja, eins væl og ungdómurin skal royna at skilja og virðismeta tað, ið tey eldru standa fyri. Eg haldi ikki, at ungmannafelagið [...] november. Væl og virðiliga fríggingarmyrkt og lagamanni í myrkrinum, ið goymir tað dulda og ósædda. Men fyri ikki at lata kærleikstilvildina ráða fult og heilt í myrkrinum, var tað í 40'unum og nakað inn í [...] viðgjørdur. Tað var bannað at tosa politikk á fundum, ið ungmannafelagið skipaði fyri. Tað var stóri dreymurin ? at sleppa í veitslu Og so vóru tað veitslurnar. Hildnar sunnudag fyri ikki at bróta halg
Óla Poulsen er fyrst og fremst, at hann hevur úrslit at vísa á. ? Tað hevur nakað at siga, at tú hevur verið við á nógvum fløgum, at tú hevur selt so og so nógv, og at tú hevur víst, at tú kanst lata røttu [...] vikuskifti og høgtíðir ? í studionum og alíkavæl ikki kunna koma víðari. Tað ber ikki til at liva av tónleiki í Føroyum, og tað ber ikki til at menna seg meira enn eitt vist. Tað hevði nógv at siga, tá eg [...] um at flyta heimaftur. ? Eg havi framvegis hug at gera tónleik og at liva av tí, og tað kann eg ikki gera í Føroyum. Sjálvandi broytist tað dagliga sambandið við vinir og familju í Føroyum, men tað ber
leigaði Henry út at seta háspenningslinju upp í Suðuroynni. Gott arbeiðspláss Henry sigur, at bedingin og skipasmiðjan hava verið eitt so gott arbeiðspláss, at hann hevur ongantíð havt hug at skifta arbeiði [...] u monnum og arbeiðsfelagarnir góðir og tað hevur sjálvandi havt sítt at siga, at eg havi trivist so væl, sigur hann. Skipasmiðjan í Vági hevur nú innstillað Henry at fáa tænastumedaljuna. Og hana skuldi [...] hevur fingið medaljuna fyri langa og drúgva tænastu á bedingini og skipasmiðjuni í Vági. Henry hevur nú arbeitt á bedingini og skipasmiðjuni í samfull 51 ár. Men áðrenn tað hevði hann havt annað arbeiði hjá
Frá hesum stað skal sigast, at tað vildi tænt tinginum til æru og demokratiinum sum heild um tað var meiriluti fyri, at tingarbeiðið gjørdist starv burturav ella høvuðsstarv hjá tinglimum. Tá skulu vit [...] møguleiki er til tað. Skattafrí gjøld til ávísar samfelagsbólkar vekir altíð forargilsi. Ikki minst tá talan er um tingmenn. Hinvegis slepst ikki uttan um, at ymiskt er, hvat tað kostar at røkja síni valdømi [...] menniskju og onkur ?innpískari? eigur óivað at vera í hvørjari nevnd. Tingarbeiðið skal verða starv burturav ella í hvussu er høvuðsstarv hjá tingmonnum sigur tingformaðurin. Hetta er áhugavert og vit skulu
við at siga, at nú er ein søguligur møguleiki. Tað er einki hendan samgongan kann gera, sum ein fylgjandi samgonga ikki kann. Tað einasta, sum skilir hesa samgonguna frá einhvørjari aðrari, er tað óvanliga [...] verður sagt, at man er ørur og síðani verður man skýrdur vandamikil. Aftaná hettar er ein steðgur. So verður tað knappliga ómøguligt at finna nakran, sum er ósamdur við tær. Javnaðarmenn verða av Tjóðveldismonnum [...] sum heldur seg at verða á rættari leið við ætlan síni um sjálvstýrislóg. Vónandi verður ikki leingi, áðrenn einføld herróp fara at víkja fyri sakligari argumentatión og umhugsni - tað ræður um Føroya