Hevur arbeitt á bedingini í Vági í 54 ár

Henry Jacobsen hevur nú arbeitt á skipasmiðjuni í Vági í 54 ár. Í gjárkvøldið fekk hann tænastumedaljuna frá drotningini

Í gjárkvøldið varð Henry Jacobsen í Vági heiðraður við tænastumedaljuni hjá drotningini á eini samkomu á Bakkanum í Vági

Hetta var langt aftaná, at blaðið var farið til prentingar, men ætlanin var, at Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður skuldi handa honum medaljuna.

Henry Jacobsen, vanliga nevndur Henry á Oyri, ella Henry hjá Pola, hevur fingið medaljuna fyri langa og drúgva tænastu á bedingini og skipasmiðjuni í Vági.

Henry hevur nú arbeitt á bedingini og skipasmiðjuni í samfull 51 ár.

Men áðrenn tað hevði hann havt annað arbeiði hjá Garðamonnunum í Vági í trý ár.

So tilsamans hevur hann verið 54 ár á sama arbeiðsplássi.

Henry var ikki meiri enn 14 ára gamal, tá ið hann í 1944 fór at arbeiða hjá A/S. J. Dahl Gørðum í Vági.

Men í 1947 fór hann í læru sum skipstimbrari á bedingini.

Og har hevur hann verið síðani.

Eitt undantak var summarið í 1960, tá ið bedingin leigaði Henry út at seta háspenningslinju upp í Suðuroynni.


Gott arbeiðspláss

Henry sigur, at bedingin og skipasmiðjan hava verið eitt so gott arbeiðspláss, at hann hevur ongantíð havt hug at skifta arbeiði.

? Yvirmenninir hava allir verið av hampiligastu monnum og arbeiðsfelagarnir góðir og tað hevur sjálvandi havt sítt at siga, at eg havi trivist so væl, sigur hann.

Skipasmiðjan í Vági hevur nú innstillað Henry at fáa tænastumedaljuna. Og hana skuldi hann fáa á hátíðarløtu á hotellinum Bakkanum.

Á Bakkanum vóru starvsfelagir við konum komnir at heiðra Henry og ein kvartet úr kirkjukórinum Ljómi setti sín serliga dám á við sangi.

Í einum av fyrstu døgunum fara vit at hava eina longri samrøðu við Henry um tann langa arbeiðsdagin í bedingini, um skiftandi tíðir í Vági, um, hvussu nógv arbeiði var til tíðir, og um, hvussu ræðiligt tað var, tá ið skipasmiðjan fór á húsagang í kreppuni fyrst í nítiárunum.