VERKAMANNA- og fiskimannastættin hava verið serliga illa fyri í so máta. Tað er ikki langt frá, at Jørgen Thomsen, sáli var seinasti veruligi verkamaður á tingi. Hann mátti eisini fara úr sínum borgarliga starvi. Skiparar og stjórar hava tað lættari. So hækkan av tingmannalønunum kemur at geva møguleikar fyri nýggjum blóði í tinginum. Ein annar partur av lønini higartil hevur verið skattafría avstaðarískoytið. Hetta má broytast nú møguleiki er til tað. Skattafrí gjøld til ávísar samfelagsbólkar vekir altíð forargilsi. Ikki minst tá talan er um tingmenn. Hinvegis slepst ikki uttan um, at ymiskt er, hvat tað kostar at røkja síni valdømi uttan mun til, um ein býr har ella ikki. Tí mugu tingmenn valdir í valdømum uttan fyri høvuðsstaðin hava eitt lønarískoyti til valdømisrøkt, ið sjálvandi skal skattast. Td. 50% eyka fyri Norðuroyggjar, Vágar, Sand og Suðuroy. 25% fyri Eysturoy og Norðstreym. Hetta kann so eita ískoyti til valdømisrøkt.
FUNDARPENINGUR hevur verið tann triðja súlan í samsýningini til tingmenn. Hetta skal takast av sigur tingformaðurin. Hann er gamal í garði, so hann veit, hvat hann tosar um, so lat okkum vóna hetta er rætt, men spurningurin er so, um formanssamsýningin til nevndarformenn eisini verður tikin av. Hetta vildi helst verið ókløkt, tí tingmenn eru menniskju og onkur ?innpískari? eigur óivað at vera í hvørjari nevnd. Tingarbeiðið skal verða starv burturav ella í hvussu er høvuðsstarv hjá tingmonnum sigur tingformaðurin. Hetta er áhugavert og vit skulu ynskja honum alla eydnu við ætlanini. Men kemur hetta ígjøgnum í tinginum? Neyvan. Her eru alt ov nógvar heilagar kýr í hesum spurningi. Tær finnast innan allar flokkar. Her verður nógv at velja frá. Ja vit hava borgarstjóra, lækna, fólkatingslimir, varaskúlastjóra, skúlatænara, starvsmenn á ymsum støði, posthúsleiðara, entreprenørar osfr. Jú, jú hetta kann verða spennandi. Frá hesum stað skal sigast, at tað vildi tænt tinginum til æru og demokratiinum sum heild um tað var meiriluti fyri, at tingarbeiðið gjørdist starv burturav ella høvuðsstarv hjá tinglimum. Tá skulu vit taka hattin av fyri tingformanninum.