Áki Bertholdsen
Formansskapurin í løgtinginum hevur nú lagt uppskot fyri tinglimir um at hækka tingmannalønirnar.
Uppskotið er latið tinglimum í trúnaði, so almenningurin fær onki at vita enn, hóast tað er almenningurin, sum skal betala.
Men í stórum gongur uppskotið út uppá at hækka lønirnar hjá tingmonnum einar 9.000 krónur um mánaðin, úr góðum 16.000 krónum uppí góðar 25.000 krónur um mánaðin.
Samstundis skulu nevndarsamsýningarnar at kalla takast burtur.
Og harafturat skal avstaðargjaldið lækkast nógv. Avstaðargjaldið er tann skattafría upphæddin, sum tinglimir uttanfyri Suðurstreym fáa í endurgjaldi fyri at teir noyðast at ferðast til Havnar í sambandi við tað politiska arbeiðið. Avstaðargjaldið er ymiskt, teir, sum búgva longst frá Havnini fáa mest avstaðargjald.
Ósemja í samgonguni
Men tað er er ikki semja í samgonguni um ætlaðu lønarhækking til tingmenn.
M.a. er ein av teimum fremstu tinglimunum hjá samgonguni, Heini O. Heinesen, sum er formaður í størsta samgonguflokkinum í tingi, tjóðveldisflokkinum, langt frá samdur við uppskotið um at hækka tingmannalønirnar.
Heini O. Heinesen, sum harafturat er formaður í vinnunevnd løgtingsins og partamaður hjá løgtingsformanninum, sum hevur lagt uppskotið fram, boðar í dag frá, at hann tekur ikki undir við uppskotinum.
Og tað er tað fleiri orsøkir til.
? Eg haldi, at uppskotið hevur álvarsliga slagsíðu. ? Tað eru næstan bara tinglimir úr Havn, sum fáa nakað burturúr teirri ætlaðu lønarhækkingini, meðan teir, sum búgva á bygd fáa lítið og onki burturúr.
?Harafturat verður er ein avleiðing av uppskotinum, at teir tingmenn, sum røkja sítt tingstarv samvitskufult og til lítar, verða lutfalsliga verri fyri enn teir, sum ikki møta so væl upp.
Harafturat heldur Heini O. Heinesen, at tað er eitt óheppið signal av Tjóðveldisflokkinum at senda út, at mæla til eina ógvusliga lønarhækking til tinglimir.
Tað, hann sipar til, er, at løgtingsformaðurin er politiski partamaður hansara, Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum
Bara 1.500 kr. meir
Heini O. Heinesen sigur, at ein orsøk til, at hann ikki tekur undir við uppskotinum er, at tað hevur álvarsliga slagsíðu.
? Uppskotið gevur tinglimum í Havnini nógv ta størstu lønarhækkingina, meðan tinglimir av bygd fáa millum lítið og onki.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum á tingi sigur, at talkøn fólk hava roknað út, at eftir uppskotinum fáa teir tinglimir, sum búgva longst fra Havnini ikki ?meiri? enn 1.500 krónur meiri í løn, tá ið alt er talt við og skatturin og avgjøld til landskassan eru drigin frá.
? Teir, sum búgva í Havnini fáa mangt slíkt eftir.
? Hetta er ein ójavni, sum eg ikki taki undir við.
? Tí ójavnin er har, hóast nettupp tinglimir úr Havn eru teir, sum hava teir bestu møguleikarnar at hava annað arbeiði afturat tingarbeiðnum, afturímóti tinglimum av bygd, sum noyðast at brúka upp í eitt hálvt samdøgur til ferðing hvørja ferð og tí missa nógvar arbeiðsdagar.
Eftir hesum uppskotinum er sostatt næstan bara talan um eina lønarhækking til tingmenn úr Havn.
Eitt týðiligt afturstig
Heini O. Heinesen sigur, at ætlaða lønarhækkingin er eisini eitt týðiligt afturstig hjá teimum, sum røkja sítt politiska arbeiðið til fulnar og samvitskufult.
?Ætlanin er at avtaka fundarpengarnar.
Tvs, at tingmenn skulu ikki, sum higartil, fáa samsýning fyri teir nevndarfundir, teir eru á.
? Sostatt verður ongin munur í lønini hjá teimum, sum møta væl á nevndarfundum og teimum, sum møta illa upp.
Eitt óheppið signal
Annars heldur Heini O. Heinesen, at tað er eitt óheppið signal av tjóðveldisflokkinum at senda Føroya Fólki at hækka lønirnar hjá tinglimum.
? Talan er um eina ógvusliga lønarhækking uppá heilar 9.000 krónur um mánaðin.
? So stóra hækking fær ongin annar í samfelagnum eftir einari nátt.
Heini O. Heinesen stúrir fyri, at at ein slík lønarhækking fer at draga allar aðrar lønir við sær uppeftir.
? M.a kemur tingmannalønin nú at nærkast lønini hjá landsstýrismonnum og tað næsta verður væl, at eisini hon skal hækka.
Floksformaðurin hjá størsta samgonguflokkinum heldur eisini, at tað er neyðugt at hyggja eftir lønarlagnum hjá meiniga manninum og at leggja tingmannalønirnar eftir tí.
? Tað verður aldrin so, at tað almenna kann kappast við tær góðu lønirnar í privatu vinnuni.
?Men tað er heldur ikki meiningin. Vit hava ikki brúk fyri fólki, sum fara uppí politikk fyri pengar. ? Fólk skulu fara upp í politikk, tí tey brenna fyri sakini. Tað er eitt val, tey gera sjálvi.
? Og at vit fáa betri lóggávuarbeiði við at hækka lønirnar - og javntseta tey, sum møta illa upp til nevndarfundir við tey, sum møta væl, eru ikki tær royndir, eg higartil havi gjørt mær, sigur Heini O. Heinesen.
? Tað er eisini óheppið at senda hetta signalið út í eini tíð, har vit arbeiða av fullum alvi fyri at rationaliserað og at lækka almennu útreiðslurnar.
Tingmannatalið niður
Heini O. Heinesen sigur, at ætlaða lønarhækkingin kostar einar tvær milliónir um árið.
? Tað er ikki nógvir pengar. Og ásannast má, at tingmannalønin er ikki høg.
? Men eg haldi, at skal tingmannalønin upp, skal ein treyt verða, at tingmannatalið lækkar niður í 20, sigur Heini O. Heinesen.
Tingmaðurin úr Kunoy sigur, at hann sostatt ikki er ímóti uppskotinum, tí tingmenn av bygd eru fyri vanbýti.
Orsøkin er, at hann er ímóti lønarhækking yvirhøvur - uttan at lækka tingmannatalið munandi.