Samstarvsvilji Tjóðveldisfloksins

TÁ ein hyggur at Tjóðveldisflokkinum og fíggjarlógini fyri 1999, má ein sanna orð Adlai Stevensons frá 1952, ið siga, at tað er nógv lættari at berjast fyri sínum princippum enn at liva upp til tey. Vit kunnu so leggja afturat, at bardagin fyri princippini gerst hópin lættari, tá ein sjálvur velur mótstøðuna - kanska ikki altíð ta torførastu.

 

TJÓÐVELDISFLOKKURIN hevði í gjárkvøldið ein almennan fund í Eysturoynni um framtíð Føroya, har einastu politikkarar, ið luttóku vóru Høgni Hoydal og Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins.

VIÐ øllum úttalilsunum frá Tjóðveldisflokkinum um opnan dialog og virðing fyri øllum sjónarmiðum, so skuldi ein trúð, at størsti andstøðuflokkur á tingi var bjóðaður við - men nei. Man hevur enn einaferð frá Tjóðveldisfloksins síðu prógvað, at man ikki vil lurta eftir sjónarmiðum Javnaðarfloksins - ein víðari føring av sama ódemokratiska hugburði, ið førdi til formansskiftið í Uttanlandanevndini í Tinginum. Harvið ger Tjóðveldisflokkurin sítt til at nøra um polariseringina í føroyskum politikki. Alt verður ein spurningur um Tjóðveldisuppskotið ella meiningar Sambandsfloksins - ja onkur vil siga valið millum rennuna aðru megin vegin ella rennuna hinumegin vegin.


AFTUR eitt dømi um ein hugburð, har man roynir at látast sum man umboðar meirilutan av føroyska fólkinum ímóti hugsjón Sambandsfloksins. Tað kann ikki sláast nóg ofta fast, at tað er ikki eitt val millum Fullveldisuppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum ella onga broyting í stýriskipanarviðurskiftum Føroya. Fólk flest eru samd um at broyting skal til - tað er bert ein spurningur, hvussu hendan broyting skal fara fram.


FØROYA framtíð er ov týdningarmikil til, at ein samgonga trýstir sítt uppskot ígjøgnum og brúkar duraseljara-arbeiðshátt við at siga, at nú er ein søguligur møguleiki. Tað er einki hendan samgongan kann gera, sum ein fylgjandi samgonga ikki kann. Tað einasta, sum skilir hesa samgonguna frá einhvørjari aðrari, er tað óvanliga, at størsti flokkur ikki hevur løgmann og tey týdningarmestu málini - í so máta hevur Tjóðveldisflokkurin longu skrivað seg sjálvan inn í søgubøkurnar.


AT tjóðveldisflokkurin nú roynir at halda Javnaðarflokkin, størsta andstøðuflokk, uttanfyri kjakið um Føroya framtíð vísir ikki bara manglandi samstarvsvilja, men eisini, at teir ræðast sakligar grundgevingar, ið sjálvsagt altíð viga meira enn einføld herróp.


BRETSKI Labour politikkarin Anthony Benn sigur, at tað altíð er tað sama við framstigi. Fyrst verður man ignoreraður, so verður sagt, at man er ørur og síðani verður man skýrdur vandamikil. Aftaná hettar er ein steðgur. So verður tað knappliga ómøguligt at finna nakran, sum er ósamdur við tær.


Javnaðarmenn verða av Tjóðveldismonnum skýrdir ósakligir, óseriøsir og seinast av Løgtingsins røðarapalli landasvíkjarar. Við ikki at bjóða størsta andstøðuflokki við í kjakið um Føroya framtíð kann ikki skiljast øðrvísi enn, at Tjóðveldisflokkurin nú roynir at ignorera Javnaðarflokkin, sum heldur seg at verða á rættari leið við ætlan síni um sjálvstýrislóg. Vónandi verður ikki leingi, áðrenn einføld herróp fara at víkja fyri sakligari argumentatión og umhugsni - tað ræður um Føroya Framtíð.