ikki, at Javnaðarflokkurin rekur ein leiðarapolitikk, sum Finnbogi Ísakson sigur við Dimmalætting í gjár, samstundis sum hann leggur afturat, at Tjóðveldisflokkurin rekur ein flokspolitikk. Hetta er burturvið [...] formanninum, sum vit minnast frá fimtiárunum og seinast í sekstiárunum, tá Tjóðveldisflokkurin lítla ávirkan hevði á førda politikkin. TÁ alt hetta er sagt, so má bara ásannast, at Javnaðarflokkurin liggur ikki [...] burturvið. TRUPULLEIKIN er meira hann, at Tjóðveldisflokkurin hevur torført at semjast um ein persón. Í tingbólkinum er Heini O. Heinesen formaður, men úteftir teknar Finnbogi Ísakson flokkin við sínum greiðu
hybridbilin, sum varð seldur í Føroyum, ið var ein Toyota Prius. Síðani tá eru seldir umleið 600 Toyotabilar við hybridtøkni. Toyota er frammalaga við hybrid-tøkni, og flestu modellini fáast sum hybrid [...] dýrari enn somu bilar við bensin ella diesel, og tað var ein trupulleiki, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service, sum er fegin um ta broyting, sum Løgtingið gjørdi fyrr í ár, tá avgjøldini vórðu lækkað [...] av einum el-bili, sum eitur BZ – Beyond Zero. – Tað er nakað, sum vit eru sera spent uppá, sigur Sámal á Reyni. – Vit vætna at fáa tvey elbilamodell í 2022. Nú koma so tvey model sum plugin hybrid. Toyota
ætlanin er so at fara undir arbeiðið beinanvegin næsta ár. Tað, sum liggur í kortunum er fyrst og fremst at byggja uppí barnagarðin, sum er í Trongisvági, men alt eftir, hvørja niðurstøðu, serfrøðingarnir [...] heilt nýggjan barnagarð. Í barnagarðinum, sum er í Trongisvági, er pláss fyri 40 børnum, umframt at vøggustova er til 10 børn. Somuleiðis hevur kommunan eisini ein útibarnagarð til 33 børn. Men umframt b [...] barnagarð á Tvøroyri. Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at játta 200.000 krónur til fyrireikingarnar. Ein partur av hesum fyrireikingunum verður at kanna hjá serkønum fólki, hvat skal gerast, og hvussu stórur
náttúrligt, at ein eigari/ reiðari á einum skipi útvegar sær hjartastartara umborð á sínum skipi. Í sínum svari vísir Vinnumálaráðið eisini á, at føroyskir myndugleikar fylgja við tí, sum rørir seg á r [...] føroyskum skipum, svarar Vinnumálaráðið aftur longu 13. november í 2014. Men svarið hjá Vinnumálaráðnum, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur undirskrivað, gongur ikki ynskinum hjá Hjartafelagnum á møti. - [...] lóggivið hesum viðvíkjandi. Hóast hetta, so finnast hjartastartarar í ávísan mun umborð á skipum, eins og mælt verður til, at ferðamannaskip hava hjartastartarar. Vinnumálaráðið vísir á, at tey eisini
oyggjaleikunum sum flogbóltsspælari hjá Álandi. Tí er tað hugtungt hjá oyggjaleikaforsetanum at staðfesta, tá vit fingu orðið á hann í Gibraltar sunnudagin, at gamla ítróttargreinin hann íðkaði sum ungur er [...] ganga átta ár millum 2017 og 2025, og so skal ein royna at byggja eina nýggja siðvenju uppaftur í 2025. Magnus Tausen greiðir frá, at oyggjaleikirnir hava verið ein ógvuliga passalig avbjóðing hjá bæði kvinnu- [...] er púrasta gliðin út sum oyggjaleikaítróttargrein. Flogbóltur er ikki partur av oyggjaleikunum í Gibraltar, og flogbóltur verður ikki partur av oyggjaleikunum í 2021, ið verða á Guernsey, og teir verða heldur
plássi á listanum við teimum londunum, sum hava vakrastu kvinnurnar, liggur Danmark. "Donsku kvinnurnar eru vakrar, ljóshærdar vakrar kvinnur við bláum eygum. Tað fær ein at undrast á, um tað yvirhøvur er nakað [...] síggja okkurt vakurt, so er Svøríki ein møguleiki. Í øllum førum búgva nakrar av heimsins vakrastu kvinnum í Svøríki. Tað er niðurstøðan hjá heimasíðuni Travelers Digest, sum snýr seg um ferðing og ferðamál [...] Travelers Digest eru svensku kvinnurnar tær vakrastu. Harafturat er Stockholm tann býurin í heiminum, sum hevur flottastu kvinnurnar. Danski høvuðsstaðurin er als ikki komið við á tann listan. Vilt tú vita
triðja plássi, sama stigatal sum Arsenal sum er eitt pláss frammanfyri. Chelsea er fremst við 15 stigum. Liverpool liggur á 16. plássi við fimm stigum, eitt fleiri enn Wigan, sum er undir niðurflytingarstrikuni [...] - Frá at hugsa við mær sjálvum; ?Vit skora tíggju?, so kom Liverpool uppá 2-2. Tað var ein avskapað mynd av dystinum tá, men eitt frálíkt úrslit at enda, sigur Sir Alex Ferguson Manchester United vann [...] United. - Í fjør fekk Dimitar Berbatov nógvan kritikk frá fjølmiðlinum, men soleiðis er tá tú keypir ein leikara fyri nógvar í hesi verðini. Í ár hava hansara avrik verið góð. Hann var góður undan kappingarárinum
kravt, at oljusperring verður løg dum skipið, tá tungolja verður bunkrað, sigur Annika Olsen. Sum kunnugt er ein av avleiðingunum av nýggju bunkringslógini, at oljusperrur skulu leggjast kring skipið, tá [...] reduni, sigur Annika Olsen. Bunkringslógin kom sum nevnt í gildi á nýggjárinum, og nýggj havumhvørvislóg er á veg. - Hon hevur verið til hoyringar, og liggur nú hjá politisku flokkunum. Eg vóni at fáa hana [...] olja, og verður fulgur og djór dálkað, doyggja tey mest sannlíkt, sigur Annika Olsen. Eitt annað, sum eisini er ásett í lógini, er, at bunkring av tungolju bert kann fara fram við bryggju. Tað er sostatt
mangan lýst sum um tey, ið ynskja at vit føroyingar skulu skipa øll okkara viðurskifti sjálvi, harvið ynskja at kvetta alt samband við ikki bert Danmark, men umheimin allan. At siga so er tíverri ein politisk [...] t.d liggur aftan fyri politikk Miðfloksins á hesum øki. Tvørturímóti meti vit, at vit føroyingar eiga at bjóða okkum fram til altjóða samstarv, einamest tí vit, við tí kristna grundarstøðinum, sum hóast [...] at ráða á ávísum økjum hjá samstarvsfelaga sínum, hevur ikki uppiborið heitið samstarv. Har manglar ein tann mest grundleggjandi fortreytin fyri væleydnaðum úrsliti- álit. Hevurtú álit á medmenniskjum tínum
vunnu teir tryggan sigur á Neistanum, sum er eitt av oddaliðunum. Hjá kollfirðingum hevur ikki gingið so væl. Farna vikuskiftið fingu teir javnleik á StÍF, sum liggur á øðrum plássi, men undan hesum høvdu [...] Coca Cola-kappingin: Ein dystur verður á skránni í Coca Cola-kappingini hjá monnum í kvøld, týskvøld. Her møtast tvey av liðunum, sum ikki liggja so væl fyri í landskappingini. H71 tekur nevniliga ímóti [...] hetta kann gerast einasti møguleiki hjá bæði H71 og KÍF at vinna nakað í ár, og tí kunnu fólk vænta ein spennandi dyst í Hoyvíkshøllini í kvøld. Dysturin byrjar kl. 20.30.