Sir Alex: Vit kundu havt skorað tíggju

- Frá at hugsa við mær sjálvum; ?Vit skora tíggju?, so kom Liverpool uppá 2-2. Tað var ein avskapað mynd av dystinum tá, men eitt frálíkt úrslit at enda, sigur Sir Alex Ferguson

 

Manchester United vann dystin 3-2, eftir at hava verið á odda 2-0 stutt eftir steðgin. Dimitar Berbatov skoraði øll trý málini fyri Manchester United.

 

- Í fjør fekk Dimitar Berbatov nógvan kritikk frá fjølmiðlinum, men soleiðis er tá tú keypir ein leikara fyri nógvar í hesi verðini. Í ár hava hansara avrik verið góð. Hann var góður undan kappingarárinum og tað heldur fram. Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um evnini hjá honum, sigur Sir Alex Ferguson um Dimitar Berbatov.

 

Venjarin hjá Liverpool, Roy Hodgson, var ikki so vónsvikin av sínum leikarum. Í seinna hálvleiki megnaði Liverpool at koma uppá 2-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-0.

 

- Eg haldi at okkara avrik í seinna hálvleiki var gott og at vit høvdu uppiborið at koma uppá javnt. Vit vóru óhepnir at koma afturum, tá vit gjørdu og sjálvandi at tapa dystin so seint. Vit eru vónbrotnir, men tað var eitt gott avrik at koma aftur í seinna hálvleiki, sigur Roy Hodgson.

 

Manchester United hevur nú 11 á triðja plássi, sama stigatal sum Arsenal sum er eitt pláss frammanfyri. Chelsea er fremst við 15 stigum. Liverpool liggur á 16. plássi við fimm stigum, eitt fleiri enn Wigan, sum er undir niðurflytingarstrikuni.