Coca Cola-kappingin:
Ein dystur verður á skránni í Coca Cola-kappingini hjá monnum í kvøld, týskvøld. Her møtast tvey av liðunum, sum ikki liggja so væl fyri í landskappingini. H71 tekur nevniliga ímóti KÍF, og gongdin hjá hesum báðum liðunum hevur ikki verið tann besta í ár. Tó so, bæði H71 og KÍF hava fleiri góð úrslit at vísa á, men tey hava tó tapt ov nógvar dystir í síðstu minuttunum.
Spælið hjá hoyvíkingum hevur gingið rætta vegin síðstu dystirnar. Seinast taptu teir gott nokk stórt í Vestmanna, men undan hesum vunnu teir tryggan sigur á Neistanum, sum er eitt av oddaliðunum.
Hjá kollfirðingum hevur ikki gingið so væl. Farna vikuskiftið fingu teir javnleik á StÍF, sum liggur á øðrum plássi, men undan hesum høvdu teir tapt tríggjar dystir á rað. Seinasti sigurin hjá KÍF var fyri einum mánað síðani, tá júst H71 vitjaði í Kollafirði. Tann dystin vann KÍF við 6 málum.
Hesi bæði liðini hava eisini møtt hvørjum øðrum einaferð fyrr í ár. Tað var í fyrsta umfari av landskappingini, og tá vann H71 við 5 málum í Hoyvík.
Nú møtast hesi bæði liðini so í steypakappingini. Við gongdini í landskappingini í huga, so er ikki óhugsandi, at hetta kann gerast einasti møguleiki hjá bæði H71 og KÍF at vinna nakað í ár, og tí kunnu fólk vænta ein spennandi dyst í Hoyvíkshøllini í kvøld. Dysturin byrjar kl. 20.30.