Sjálvandi samstarv, men á sama støði!

Jenis av Rana
Miðflokkurin
???????
Í viðkvæma spurninginum um tjóðarfrælsið verður málið mangan lýst sum um tey, ið ynskja at vit føroyingar skulu skipa øll okkara viðurskifti sjálvi, harvið ynskja at kvetta alt samband við ikki bert Danmark, men umheimin allan. At siga so er tíverri ein politisk roynd at snara veruleikan til egnan fyrimun og samsvarar ikki við tað, ið t.d liggur aftan fyri politikk Miðfloksins á hesum øki. Tvørturímóti meti vit, at vit føroyingar eiga at bjóða okkum fram til altjóða samstarv, einamest tí vit, við tí kristna grundarstøðinum, sum hóast alt enn hevur fastari røtur her hjá okkum, hava nakað at bjóða øðrum tjóðum og fólkum.
Men hetta samstarv eigur sjálvsagt at vera millum tjóðir, ið eru á sama støði..
Eitt samstarv, har annar parturin krevur at ráða á ávísum økjum hjá samstarvsfelaga sínum, hevur ikki uppiborið heitið samstarv. Har manglar ein tann mest grundleggjandi fortreytin fyri væleydnaðum úrsliti- álit. Hevurtú álit á medmenniskjum tínum, krevur tú ikki ræði- heilt ella partvíst yvir teimum, fyri at kunna samstarva við tey.
Miðflokkurin ynskir einar frælsar Føroyar, ið á jøvnum fóti samstarva við allar heimsins tjóðir, og fyrst av øllum seta álit sítt á Gud himins og jarðar,
Hann, sum gav okkum hesar ríku oyggjar at búleikast í. Álit á nakran annan,verði tað fólk, felagsskapir ella tjóðir, er í besta førði svikafult.
Við hesum grundhugsjónum bjóða vit okkum fram at umboða teg á fólkatingi.