Tungoljan vandamiklari

- Tungoljan er munandi vandamiklari og ikki til at fáa upp aftur, og tí verður kravt, at oljusperring verður løg dum skipið, tá tungolja verður bunkrað, sigur Annika Olsen.

Sum kunnugt er ein av avleiðingunum av nýggju bunkringslógini, at oljusperrur skulu leggjast kring skipið, tá tungolja verður bunkrað.
Og tað hevur eisini sína frágreiðing.
- Er talan um dálking frá tungolju, er hon so ógvuliga ring at fáa upp aftur. Hon er nógv vandamiklari enn vanlig olja, og verður fulgur og djór dálkað, doyggja tey mest sannlíkt, sigur Annika Olsen.
Eitt annað, sum eisini er ásett í lógini, er, at bunkring av tungolju bert kann fara fram við bryggju. Tað er sostatt ikki loyvt at bunkra á redini.
- Tórshavnar Havn hevur keypt eina oljusperru fyri hálva millión, men teir vinna væntandi nakað av pengum inn aftur við tað at skip mugu til bryggju at bunkra. Tá fá teir brúgvagjald í staðin fyri bert havnagjald, um teir liggja á reduni, sigur Annika Olsen.
Bunkringslógin kom sum nevnt í gildi á nýggjárinum, og nýggj havumhvørvislóg er á veg.
- Hon hevur verið til hoyringar, og liggur nú hjá politisku flokkunum. Eg vóni at fáa hana í Tingið einaferð í vár, og so verður gildiskoman væntandi einaferð seinni í ár, sigur Annika Olsen.
Nýggja havumhvørvislógin hevur millum annað munandi hægri bøtur fyri oljudálking, og ein slík kann í ringasta føri koma upp á kvarta millión krónur.