Vilja ikki lóggeva um hjartastartara

- Í løtuni liggur ikki í kortunum at gera tað til lógarkrav, at hjartastartari skal verða umborð á øllum føroyskum skipum, sigur Vinnumálaráðið.

Eftir at Hjartafelagið í oktober í 2014 heitti á myndugleikarnar um at seta í verk lógarkrav um hjartastartara umborð á øllum føroyskum skipum, svarar Vinnumálaráðið aftur longu 13. november í 2014.

 

Men svarið hjá Vinnumálaráðnum, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur undirskrivað, gongur ikki ynskinum hjá Hjartafelagnum á møti.

 

- Hjartastartarar til skip hava verið umrøddir, men enn er ikki lóggivið hesum viðvíkjandi. Hóast hetta, so finnast hjartastartarar í ávísan mun umborð á skipum, eins og mælt verður til, at ferðamannaskip hava hjartastartarar.

 

Vinnumálaráðið vísir á, at tey eisini eru kunnað um, at Strandfaraskip Landsins eru í ferð við at útvega hjartastartarar til øll síni skip. Ráðið vil tó ikki í sínum svarskrivi geva Hjartafelagnum nakað lyfti.

 

- Í løtuni liggur ikki í kortunum at gera tað til eitt lógarkrav, at hjartastartarar skulu verða umborð á øllum føroyskum skipum.

 

Vinnumálaráðið vísir á, at hetta heldur ikki er lógarkrav í okkara grannalondum.

 

- Mett verður, at tað er náttúrligt, at ein eigari/ reiðari á einum skipi útvegar sær hjartastartara umborð á sínum skipi.

 

Í sínum svari vísir Vinnumálaráðið eisini á, at føroyskir myndugleikar fylgja við tí, sum rørir seg á regulatoriska økinum innan heilsuskipanir á sjónum, bæði altjóða og í okkara grannalondum.

 

- Føroyska lóggávan á økinum verður regluliga dagførd, og tykkara áheitan verður partur av hesum, sigur Johan Dahl í svarinum til Hjartafelagið vegna Vinnumálaráðið.

 

Lesið eisini aðrar greinar um hjartastartara-málið, sum vit hava havt á in.fo í kvøld.