Legur uttanlands Viðhvørt sleppa eldru skótarnir eisni á legur uttanlands. - Vit hava havt luttakarar á slíkum legum í eitt nú Danmark, Noregi, Finlandi, Hálandi, Chili og Thailandi, sigur skótaliðið. Fyri [...] bústaðin. Her stóðu okkara skótar seg væl, sigur skótaliðið. Sjónligir skótar Úlvar og skótar eru sjónligir við eitt nú at luttaka á skrúðgongum á grækarismessu, flaggdegi og á Eystanstevnu. - Av øðrum uttandura [...] skótar hittast hvørt mánakvøld til fundar. Umframt hesar fundir, verða árligar legur hildnar, eitt nú ein jólalega á Kambsdali og ein várlega á Selatrað. - Við hesum virksemi roynir skótaliðið, sum byggir
Nú koma eisini kvæðaløg okkara út í bók, eins og vit í áravís hava havt sjálv kvæðini á prenti. Tað er Marianna Klausen, sum hevur savnað føroysku kvæðaløgini í eina stóra bók. Ikki færri enn 735 síður [...] síður við nótum. Tróndur Patursson hevur prýtt permuna, og forlagið Stiðin gevur út. Tað eru fimm ár síðan, Marianna Klausen fór undir at savna føroysku kvæðaløgini. Hon hevur brúkt upptøkur, sum hon hevur [...] Fróðskaparsetrinum, privatfólki og eini rúgvu av øðrum keldum. Tapð er stórarbeiði, Marianna Klausen nú leggur úr hondum. Yvir 2.000 upptøkur hevur hon funnið fram, og varð hvør einasta av hesum skrivað
kunnu sleppa útaftur. Bæði feløgini fegnast tó um, at leysir endar, sum stóðust av gamla sáttmálanum, nú eru fingnir uppá pláss. Grundarlagið Undir samráðingunum, sum verið hava og eisini undir verkfallinum [...] torført var at finna eitt samráðingargrundarlag. Men trætan er nú loyst, og tað munnu báðir partar og samfelagið alt fegnast um. Skipini kunnu nú fara útaftur, og soleiðis sum veðrið er, gongur neyvan long [...] ikki at fáa fatur á formanninum í Føroya Reiðarafelag, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, men vit fáa væntandi eina viðmerking frá honum til blaðið mikudagin. Í samrøðu við Útvarpið um vikuskiftið
kommunan hevur valt at varðveita innrættingina í Faktorhúsinum, soleiðis at tey nú kunnu brúkast til ymisk endamál. - Nú hava vit so fingið eitt nýtt frítíðartilboð í Faktorhúsinum. Eftir áheitan frá kvinnuligum [...] endamálunum við framsýningini var at fáa nýtt lív í gomlu og søguligu bygningarnir á Tvøroyri, og eitt nú varð Faktorhúsið, eisini nevnt Roykstovan, innrættað sum eini hugnalig sethús úr 1950-unum. Í Tvøroyrar [...] síðan verður opið hvønn mánadag frameftir. Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at allar kvinnur í kommununi eru vælkomnar til bindihugna og gott samanhald í Faktorhúsinum, og vónað verður, at nýggja tilboðið verður
tryggja, at eingi av búfólkunum komu í vanda, tí tey ikki fingu tað røkt og ansing, tey kravdu. Og nú eru ljósmøðurnar so í verkfalli og tær hava gjørt av, at frá klokkan trý, seinnapartin í morgin, leygardagin [...] ein spurningur, hann arbeiðir við, og sum skal fáast í rættlag. – Vit mugu sleppa undan eini støðu, sum hesari, og eini støðu, sum vit komu í, tá ið pedagogarnir vóru í verkdalli, sigur Heðin Mortensen [...] Vit mugu koma burtur úr hesi støðuni, at lív og heilsa á fólki verða sett í vanda, tá ið verkfall er. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum. Fyri aðru ferð hesar síðstu mánaðirnar
ráðharrin hava lovað bøtt um støðuna hjá privatu miðlunum. Men enn eru eingir glottar at hóma. Vit trúgva ikki lyftum. Men vit hava eina kóma vón um bata. [...] lyfti verða so at siga altíð brotin, og eingin stendur til svars fyri tey. Vit í Miðlahúsinum vóru eisini so bláoygd, at vit í 2007 settu okkum handilslig mál eftir einari politiskari semju í løgtinginum [...] almenna Kringvaprinum skulu niðurlagast eftir fimm árum, og at tá skuldi frí kapping valda. Tá sum nú høvdu vit sokallaðan borgarligan flokk í Mentamálaráðnum, sum í sínum skjaldramerki erpar sær av
órøttum. - Vit umrøddu møguleikan at lóggeva afturvirkandi, men tað vísti seg at verða trupult. Vit hildu eisini, at tað var trupult bert at geva teimum, sum høvdu gjørt vart við seg, endurgjald. Tað eru nógvir [...] ikki fáa endurgjald? Vit valdu at gera tað galdandi frá tí degi, at lógin verður kunngjørd, so kunnu teir, ið verða raktir, søkja um undantak frá tí degi. Um ikki annað, so fáa vit rudda upp í hesum og [...] á Løgting av Sirið Stenberg, landstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálaráðnum. Les eisini: Sleppa nú undan at rinda dupulta trygging Sirið Stenberg sigur, málið um undantak av gjaldinum til Heilsutrygd
sum seinastu tíðina hava dikið dik á seg í Kringvarpinum. Men nú halda vit, at Mentamálaráðið beinleiðis oyðslar, tá tað almenna nú skal byggja eitt nýtt talgilt sjónvarpssendinet. Tí tað almenna [...] Sum hyggjarar kunnu vit bara fegnast um, at Mentamálaráðið raðfestir hesa tænastuna til Føroya fólk. Vit hava mangan funnist at Mentamálaráðnum fyri drál og afturhald og fyri ikki at tora at [...] í øllum Televarpsmóttakarum. Kringvarp Føroya fer valla undir at senda fleiri rásir. Tí klára vit ikki at framleiða føroyskt sjónvarpstilfar til eina rás, so er heldur ikki neyðugt, at ein almennur
bíða til aftaná valið í Føroyum, áðrenn vit leggja nærri ætlanir. Eg rokni við, at løgmaður kann koma til Noregs einaferð í summar, ella kanska nærri heystinum. Vit gleða okkum til at verða vertir fyri løgmanni [...] Noreg eitt nú gera fyri føroyskan ungdóm ? ? Noreg ynskir at vera við í arbeiðinum sum verður gjørt í Føroyum og í Grønlandi í samband við at londini fyrireika seg til at gerast oljutjóðir. Vit vilja sjálvandi [...] ð í Noregi gjørdi, at tað tók nýggju leiðsluni nakað av tíð at seta seg inn í øll viðurskifti. Men nú er norska stjórnin klár til at taka ímóti umboðum fyri Føroya Landsstýri. ? Vegna norsku stjórnina
arbeiðinum hjá Hiddenfjord at gerast uppaftur meira burðardygg. ”Vit leita alla tíðina eftir burðardyggum loysnum á landi og á sjónum. Vit vilja virka í samljóði við náttúruna, og tað er okkara ábyrgd at [...] tí at sólorkan fyllir holið í el-framleiðsluni tá vindurin ikki blæsur, og lítið er av avfalli. Vit eru spent at síggja, hvussu hetta fer at hilnast”, sigur Atli Gregersen, stjóri. ”Ein annar fyrimunur [...] av grøna orkuskiftinum hjá Hiddenfjord, bæði tá ið talan er um framleiðslu av grønari orku úr eitt nú sól og vindi, og í sambandi við umlegging til grøna orkunýtslu. “Sólpanel á tekjum, ið venda suðureftir