Nú koma eisini kvæðaløg okkara út í bók, eins og vit í áravís hava havt sjálv kvæðini á prenti.
Tað er Marianna Klausen, sum hevur savnað føroysku kvæðaløgini í eina stóra bók. Ikki færri enn 735 síður við nótum. Tróndur Patursson hevur prýtt permuna, og forlagið Stiðin gevur út.
Tað eru fimm ár síðan, Marianna Klausen fór undir at savna føroysku kvæðaløgini. Hon hevur brúkt upptøkur, sum hon hevur fingið frá Útvarpi Føroya, Sjónvarpi Føroya, Fróðskaparsetrinum, privatfólki og eini rúgvu av øðrum keldum.
Tapð er stórarbeiði, Marianna Klausen nú leggur úr hondum. Yvir 2.000 upptøkur hevur hon funnið fram, og varð hvør einasta av hesum skrivað niður við hond, áðrenn farið varð undir at finna fram til, hvørjar vóru so líkar, at ikki var neyðugt at taka allar við í bókina.
Útgevararnir vænta, at hendan útgávan kann vera við til at økja áhugan fyri føroyska dansinum. Tí nú ber til eisini at læra seg løgini eftir bók. Alt fleiri føroyingar duga at lesa nótar, og soleiðis kunnu teir eisini brúka hesi løgini.
Samkoman í Norðurlandahúsinum, har bókin verður løgd fram verður í kvøld klokkan 19.30.