Síðstu jól varð nógv gjørt burturúr við jólaframsýningini ’Siðsøgulig jól á Tvøroyri’.
- Eitt av endamálunum við framsýningini var at fáa nýtt lív í gomlu og søguligu bygningarnir á Tvøroyri, og eitt nú varð Faktorhúsið, eisini nevnt Roykstovan, innrættað sum eini hugnalig sethús úr 1950-unum.
Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at áhugin fyri framsýningini var so mikið stórur, at kommunan hevur valt at varðveita innrættingina í Faktorhúsinum, soleiðis at tey nú kunnu brúkast til ymisk endamál.
- Nú hava vit so fingið eitt nýtt frítíðartilboð í Faktorhúsinum. Eftir áheitan frá kvinnuligum borgarum í kommununi, hevur býráðið samtykt, at kvinnur í kommununi kunnu brúka Faktorhúsið til sosiala samveru, ið hevur verið ein eftirspurningur.
Hvønn mánadag frá klokkan 14.30 til 17 kunnu kvinnur hittast í Faktorhúsinum til samveru, prát, bindihugna og gera sær ein drekkamunn. Opið verður fyrstu ferð komandi mánadag, hin 6. mars, og síðan verður opið hvønn mánadag frameftir.
Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at allar kvinnur í kommununi eru vælkomnar til bindihugna og gott samanhald í Faktorhúsinum, og vónað verður, at nýggja tilboðið verður væl móttikið, eins og tey takka fyri góð hugskot frá borgarum.